Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 171 - 9. september 2004 Nr. 171 - 9. september 2004 7 Meðan tveir feðgar vóru á floti týsdagin, komu teir fram á ein hund, sum stóð á einum kletti í Hoyvíkini og slapp ongan veg. Teir fingu hundin í bátin, og seinni vísti tað seg at vera hash-hundurin hjá Tollvaldinum, Jet, sum var í »havsneyð«. Sostatt bjargaðu feðg- arnir hesum dýrabara hundinum, sum kundi komið heilt illa fyri FUNNIN HUNDUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Illa kundi viljað til, um ikki Eyðun Húsgarð og sonurin Tróndur, sum vóru á floti týsdagin, mest sum av til- vild vendu ein túr inn á Hoyvíkina. Teir vóru ann- ars á veg á Kaldbaksfjørð, men av eini ella aðrari orsøk gjørdi Eyðun av líka at sigla inn á Hoyvíkina. Gott tað sama, tí har var hash-hundurin hjá Tollvald- inum komin illa fyri. Hann stóð á einum kletti og slapp ongan veg. Hvussu er kom- in á klettin, er ikki gott at vita, men hann lá bara pinnastillur á klettinum. Eyðun greiðir frá, at ein ikki sleppur turrskøddur yvir á klettin, sum hundurin stóð á. Hann boðaði løg- regluni frá, men hann varð biðin av hundafangaranum at royna at fáa hundin í bátin sjálvur. Tá tað eydnaðist, sigldi hann til Havnar við honum, og alt endaði væl. – Um eg ikki var farin inn á Hoyvíkina, kundi tað væl verðið, at hundurin stóð har enn, tí hetta var langt frá húsum, sigur hann. Eyðun leggur afturat, at tíbetur var tað gott í sjón- um, tí hann metir, at ikki hevði nógv skulað til í sjón- um, áðrenn hundurin hevði kunna verðið skolaður burtur. 8 ára gomul hetja Tað var 8 ára gamli Tróndur Húsgarð, sum bar eyga við hundin, sum stóð á einum kletti í Hoyvíkini týsdagin. So í veruleikanum er tað hann, ið er hetjan í hesari søguni, sum fekk ein so góðan enda. Pápi hansara, Eyðun Húsgarð, greiðir frá, at hann og sonurin vóru farnir ein stuttleikatúr á flot í góðveðrinum. – Eg hevði ætlað mær á Kaldbaksfjørð, men mest sum av tilvild vendi eg inn á Hoyvíkina og legði stilt har fyri at njóta tað góða veðrið, greiðir Eyðun frá. Meðan teir soleiðis liggja har, ber sonurin, Tróndur, eyga við ein hund. »Babba, hygg ein hundur er har« segði hann við Eyðun. Eyðun bar ikki eyga við hundin beinanvegin, men so aftaná eina løtu sá hann eisini ein svartan hund, sum lá á einum kletti. Hetta var á eystara armi á Hoyvíkini, úti ímóti Byrg- istanga, greiðir Eyðun frá. Eyðun sigldi nakað nærri fyri at síggja betur, og tað fyrsta hann legði til merkis var, at hundurin var sera spakur. Hann flutti seg ikki, tá teir nærkaðust honum, men lá bara í sama lag við høvdinum heilt niðri. Eyðun ringdi so til løg- regluna, sum skuldi bera tíðindini víðari til hunda- fangaran. Eina løtu seinni ringdi hundafangarin og bað Eyðun royna at fáa hundin í bátin. Eyðun so gjørdi. Hann stýrdi bátinum heilt nær klettinum, og við einari ár sum amboð, fekk hann hildið bátinum, so at hundurin kom umborð. – Hundurin legði seg bara beint niður í bátin. Halin lá langt millum bein- ini, og hann sá nakað bang- in út, greiðir Eyðun frá. Hann leggur afturat, at hundurin var vátur eisini, so mangt bendir á, at hund- urin hevði svomið út til klettin og ikki dugað at komið av aftur. Hatta er hash- hundurin Teir sigldu so inn á Bursa- tanga, har hundafangarin stóð fyri teimum. Hunda- fangarin kendi hundin aftur beinanvegin og helt fyri, at tað so víst mundi vera hash-hundurin hjá Tollvald- inum, sum eitur Jet. Tað var tað so eisini. Ringt varð til hann, ið varð- ar av hundinum, og hesin hevði leitað eftir hundinum longi. So gleðin var stór, tá tíðindini bórust um, at hundurin var komin aftur í øllum góðum. Jónleif Sólsker, sum tek- ur sær av hundinum, sigur, at tað er onkuntíð komið fyri fyrr, at hundurin er farin til stroks. – Men hann plagar altíð at koma afturíaftur sjálvur, tí honum dámar væl at ganga í síni egnu verð, um ein kann siga tað soleiðis. Hesa einu ferðina kom hann bara ikki aftur, og tí fóru vit at leita, sigur ein fegin Jónleif Sólsker. Landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Jógvan við Keldu, hevur tikið eina greiða og, í hansara verð, púra logiska avgerð um ikki at stilla upp aftur til komandi býráðsval BÝRÁÐSVAL Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Jógvan við Keldu hevur eina púra greiða støðu til ikki at stilla uppaftur til komandi býráðsval. Ein avgerð, sum mítt núverandi starv hevur gjørt sítt til, at eg havi tikið, sigur lands- stýrismaðurin sjálvur. Ein landsstýrismaður kann ikki sita í einum býráði, og tískil dugir Jógvan ikki at síggja nakað endamál í, at hann stillar upp kommunuvalið í heyst. Tað er sum so onki til hind- urs fyri, at Jógvan kundi stillað uppaftur, men so hevði ein avloysari skulað í hansara stað, so longi sum hann er sitandi landsstýris- maður. Jógvan hevur verið tann stóri atkvøðuslúkarin til býráðsvalið í Klaksvík øll árini, hann hevur verið upp- stillaður, men hann leggur sjálvur dent á, at hansara atkvøður uttan iva fara til flokkin. – So hetta hevur verið ein logisk avgerð, sum í roynd og veru gevur seg sjálva, staðfestir Jógvan við Keldu, sum hevur sitið í bý- ráðnum í Klaksvík í meira enn 20 ár. Nógv tey flestu árini sum borgarstjóri, men eisni í minniluta millum annað í hesum seinasta val- skeiðinum. Saknur í arbeiðinum Hóast Jógvan hevur tikið avgerð um ikki at stilla uppaftur og hevur boðað flokkinum frá tí, so leggur hann dent á, at hann fer at sakna býráðsarbeiðið nógv. Hann hevur nógv góð minni frá arbeiðinum og vil ikki siga, at hann hervið púra hevur slept øllum tonkum um at vera komm- unalpolitikkari. – Tað er ómetaliga spenn- andi og áhugavert at ar- beiða innan kommunu- politikk, so um eg havi lív og heilsu og alt annað líka, so stilli eg upp aftur um fýra ár, sigur hann púra av- gjørdur á málinum. Til seinasta býráðsval í 2000 fekk Jógvan við Keldu 315 persónligar at- kvøður. Jógvan við Keldu stillar ikki uppaftur Hash-hundur í havsneyð Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í Innlendismálum, stillar ikki uppaftur til býráðsvalið í heyst. Hann sigur, at avgerðin er púra logisk, og hann hevur boðað flokkinum frá hesum Savnsmynd Jet, hash-hundurin hjá Tollvaldinum kundi komið illa fyri, um tað ikki var fyri 8 ára gamla Trónd Húsgarð, sum bar eyga við hundin, tá pápi hansara og hann vóru ein stimitúr á Hoyvíkini Mynd: Edvard Joensen Einki stungið undir borðið Hjá okkum er einki stungið undir borðið, sigur stjórin á At- lantsflogi, Magni Arge, um lýsingarher- ferðina hjá felagnum, sum fólk argast so nógv um, at tey hava biðið Kappingarráðið hyggja at framferðar- háttinum LÝSINGAR Edvard Joensen – Atlantsflog spælir við opnum kortum, men vit eru greiðir yvir, at hetta kann elva til irritatión. Men vit kendu okkum noyddar at gera okkurt óvanligt, eftir at ein ávísur kappingar- neyti var farin at lýsa við, at til bar at flúgva ókeypis við tí felagnum út í Europa, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog um upprunan til lýsingarherferðina, har At- lantsflog lýsir við bíligum ferðum og vísir við smáum til tey eykagjøld, sum hanga uppivið. Magni Arge sigur, at leiðslan á Atlantsflogi hev- ur tosað við kappingarráðið um lýsingarherferðina hjá Maersk Air, sum lýsir við ókeypis ferðunum úr Dan- mark suður í Europa. Men Kappingarráðið metti ikki, at nakað óregluligt var í tí, hóast Maersk Air í lýsingini ikki nevndi nakað um treytirnar, sum vóru fyri at fáa hesar ókeypis ferðir. Tað gjørdi so tað, at At- lantsflog fór at hugsa um eina alternativa lýsingar- herferð, sum gjørdist hend- an, sum nú er, har lýst verð- ur við stórum við bíligum ferðum, og so við smærri stavum víst til tað, sum kemur afturat. – Men vit krógva einki. Alt stendur í lýsingini, sum skal standa. Vit hava enntá greinað út, hvussu nógv hvørt av eykagjølkunum kostar. Og tey eru nógv í tali, vísir Magni Arge á. Víst hevur verið á, at lýsingarnar hjá Atlantsflogi við bíligum ferðum til Reykjavíkar og London, siga heldur ikki allan sann- leikan. Til dømis tað, at til ber at ferðast fyri nakrar fáar hundrað krónur til Reykjavíkar. Men so koma avgjøldini afturat, og so er prísurin væl hægri. Men prísurin er bara galdandi annan vegin, vísa fólk á. – Tað er tí, at vit lýsa bara við einvegis ferðaseðlum, sigur Magni Arge. Vit kunnu sjálvir áseta, hvussu vit bjóða ferðaseðlarnar út. Valdu vit at lýsa við tur/- retur ferðaseðlum, var prís- urin sjálvandi tað hægri. Men kortini ikki ta dupulta, tí flogvallagjaldið, sum í Vágum er kr. 130,- er bara kr. 16,- í Íslandi. Tað vil siga, at tað kostar ymsikt, um ferðast verður út ella heim. – Tað sama er við Lond- on ferðunum. Har verður bara lýst einvegis, sigur Magni Arge. Hann heldur fast um, at hendan lýsingarherferðin er púra lóglig. Hon er ikki ørðvísi enn tað, vit dagliga síggja vanligar matvøru- handlar í Føroyum lýsa við, sigur stjórin á Atlantsflogi. Hann vísir til handils- lýsingar, har til dømis verður lýst við, at sodavatn kostar so og so nógv. Men so stendur niðanfyri: »+ pant«. Tað metir Magni Arge at liggja á leið tað sama, sum tað, Atlantsflog nú ger. Tí ásett er, at príslýsingar á eini vøru, skulu vísa, hvat vøran veruliga kostar. Men hatta er ikki heilt tað sama, sigur Heri Joensen á Kappingarráðnum. Í hesum handilslýsingum er talan um eitt pant, sum keypari fær aftur, tá hann ber fløskuna aftur til selj- aran. Tú kanst ikki fara aftur til Atlantsflog við ein- um ferðaseðli, sum tú hevur brúkt ferðina innanúr, og krevja avgjøldini aftur- goldin, sigur hann. Atlantsflog lýsir við bíligum ferðum til Reykjavíkar, men siga ikki beinleiðis, at talan bara er um ferðina úr Vágum. Tað argar fólk, men stjórin í Atlantsflogi sigur, at har fer alt rætt fram. Felagið hevur loyvi at lýsa við einvegis ferðaseðlum, og tað er tað, sum gjørt verður Mynd: Edvard Joensen Umboð fyri SEV og skotska felagið, sum ger orku burtur úr aldu, vóru týsdagin undir Bøsdalafossi og Trælanípuni og hugdu at umstøðun- um at gera eitt aldu- orkuverk har ORKUVERK Edvard Joensen Vágar: Gongd er í kanningunum, sum skulu vísa, um tað loysir seg at vinna orkur burtur úr alduni undir Før- oyum. Týsdagin var SEV stjórin saman við skotum og hugdi at umstøðunum undir Trælanípuni og Bøsdalafossi. Klæmint Weihe, stjóri á SEV, sigur, at enn er eingin endalig avgerð tikin um, hvar eitt møguligt verk skal vera. Tí enn er alt bara »møguligt«. Teir hava kannað ymisk støð í Føroyum, har hildið verður, at eitt slíkt alduverk kundi ligið. Men nøkur eru longu vald frá, og nú eru trý eftir. Eitt stað á Eiði, eitt í Søltuvík, og so hetta undir Nípuni. Sum skilst á SEV stjór- anum, er ymiskt, sum bendir á, at plássið, hugt er at á Eiði, eisini verður valt frá, tí botnviðurskiftini út- fyri gera, at tað helst ikki fæst tað optimala úr alduni. So eru Søltuvík og Træla- nípan eftir. Á túrinum undir Nípuni týsdagin varð serliga hugt at jarðfrøðiligu viðurskift- unum á staðnum, og tey síggja bara heilt áhugaverd út har vesturi, sigur Klæmint Weihe. Nú fara jarðfrøðingarnir at koma við sínum tilmæl- um, og so verður ein avgerð tikin, um tað veerður farið undir hesa orkuframleiðsl- una yvirhøvur. Tí hetta er trupult og viðbrekið at fáast við, sigur hann. Teir rokn við, at ein avgerð, um farast skal undir verkætlanina, verður tikin í hesum árinum, sigur Klæmint Weihe. Og so verður sjálvandi spenning- urin um, hvar eitt slíkt verk skal liggja. Kanna alduorku í Vágum Jarðfrøðiligu viðurskiftini við Bøsdalafoss og Trælanípuna verða nú kannað til tess at fáa greiði á, um til ber at vinna orku burtur úr alduni á staðnum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6