Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 25 andstøðu til verandi stjórn. Hon hevur stórt sæð ikki annan politikk enn at lata standa til, so leingi hetta ber til. Tí hevur hon ongan greiðan politikk, heldur ikki við­víkjandi eini friðartilgongd. Benjamin Netan­ yahu,forsætisráðharrin, kann jú lættliga leggja seg út við høgravongin í Ísrael, um hann ger nakað, sum ikki hóvar hansara sam­gongu, sum hevur tepran meiriluta í ting­inum, Knesset. Tað er naggatódn í friðartingingunum. Men, sum Menakhem sigur, at tað skulu tvey til at dansa tango. Palestinska leiðslan er sera veik, og ís­raelska stjórnin hevur ong­ an veruligan sam­ráðingarpartnara; ongan »at dansa tango« við! At støðan ikki er verri, enn hon er, er tí at á lægri støði er nokk so nógv samband og samskifti millum jødar og arabiska fólkið á vestara áarbakka. Hetta er til dømis við handli og øðrum samskifti, sum kann vera báðum pørtum at gagni. Menakhem leggur eisini dent á, at Ísrael er eitt trygt stað hjá arabarum í mun til muslimsku grannalondini. Bara í Sýria eru fleiri 100.000 fólk dripin í stríðnum millum muslimskar bólkar, sum kappast um valdið, og milliónir eru farin frá húsi og heimi. Tað eru fleiri muslimskar trúargreinar, hvørs ósemjur ganga heilt aftur til Muhammed. Hesar hata hvørja aðra, og tey víðgongdu himprast ikki við at spreingja hin partin í luftina! Um tað eru børn millum teirra ger ongan mun. Verður kannað eftir, hvussu nógvir ísraelskir arabar eru millum flótta­ fólkini, sum floyma inn í Evropa, so er lætt at staðfesta, at tað er ikki ein tann einasti! Arafat sveik, tá ið hann hevði møguleikan Menakhem og Roy halda, at hevði Yasser Arafat á sinni verið ein rættur maður, so kundi verið komið nógv longri á friðarleið. Í teimum avgerandi samráðingunum í USA í 2000, har Clinton forseti var semingsmaður, hevði Arafat í boði 97% av tí hann kravdi, men hann tók ikki av. Hetta førdi til enn størri vanlukkur fyri hann sjálvan og hansara fólk, sum aftur skuldu uppliva ísraelska bumbing sum svar til teirra yvirgang. Ariel Sharon, forsætisráðharri, gjørdi eina roynd at fáa frið í lag við at taka jød­ arnar úr Gaza og lata palestinarum hetta økið burturav. Men tá kom Hamas til valdið. Hetta hevur gjørt støðuna hjá arabisku íbúgvarunum nógv verri enn nakrantíð við einum stýri, sum hevur størri áhuga fyri at hevna seg inn á Ísrael enn enn at gagna sínum egna fólki. Fyrr kundu fiskimenn í Gaza selja fongin í Ísrael, men tað tora teir ikki longur fyri sínar egnu! Eitt úrslit av ótryggu støðuni er, at Ísrael eisini hevur avbyrgt Gaza frá sjónum av. Allir vørur til Gaza skulu um ísraelska havnarbýin Asdod, har tað verður tryggjað, at vápn ikki er við í hesum flutningi. Hetta nervar eisini fólkið í Gaza. Menakhem heldur annars, at tað var rætt av Ísrael at fara úr Gaza. Ísrael hevði einki at gera har. Ein møgulig loysn Viðvíkjandi friðarmøguleikunum er Menak­hem sera frísinnaður, men hann undirstrikar, at skal ein friður fáast so krevst ein semja, sum lítast kann á. Men hann er hugaður fyri at gjalda ein stóran prís fyri at fáa frið. Í givið fall at fara aftur til landamørkini, sum vórðu ásett í 1948. Spurdur, um hann eisini vil lata gamla Eystur Jerusalem aftur til ein palestina stat, svaraði hann játtandi, men tað skal sjálvsagt vera undir skipaðum viðurskiftum. Tað er eisini ein treyt, at allir partar hugsa rationelt og sleppa søguligum og religiøsum fordómum. Hetta er eitt sjónarmið, har nógv eru ósamd við Menakhem, eisini Vinafelagið Føroyar-Ísrael. Men sum Roy sigur, so legg­ur pápin ikki so nógv í at vera politiskt kor­rektur! Teir báðir eru heldur ikki altíð samdir. Men Menakhem kennir meira enn flest onnur til, hvat manglandi tollyndi kann føra til. Hetta merkir vist hansara støðu. Menakhem váttar eisini, at hesi sjón­ar­ mið hansara bert hava stuðul frá einum lítl­ um flokki í tjóðartinginum, Knesset. Men sum hann sigur, flokkur kann virka sum ein viti, sum kann vísa onnur á rætta leið! Ein grundleggjandi trupulleiki er, hvat skal gerast við tær ísraelsku búsetingarnar á vestara áarbakka í eini friðarloysn. Menakhem er eisini mótstøðumaður móti teimum, tí han metir tær sum ein meinboga fyri friði. Men Menakhem og Roy halda, at her er tað kanska høgravongurin við tí nýggja verju­málaráðharranum, Libermann, sum hevur loysnina. Hon er snøgt at, at tað verður gjørt eitt gerðabýti millum Ísrael og eitt møguligt Palestina. Tað verður gjørt á tann hátt, at Ísrael varðveitir búsetingarnar á vestara áarbakka og í staðin letur frá sær eitt til­ svarandi øki í Ísrael, har arabarar búgva. Roy heldur eisini, at tað liggur eitt trýst á Ísrael at fáa eina loysn, tí fólkavøksturin hjá muslimum er nógv hægri enn hjá jødum. Í einum samlaðum Ísrael, kunnu jødar sum frá líður gerast minniluti! Ræðist ikki Iran Menakhem kom eisini nakað inn á støðuna í grannalondunum. Her er tað fyrst og fremst Sýria, sum er brennidepilin. Her er støðan soleiðis, at tað er torført at siga nak­að avgjørt. Men Roy heldur, at av illum vita teir í hvussu er, hvar teir hava verandi for­setan Assad. Iran verður hinvegin mett sum ein ítøkilig hóttan móti Ísrael. Menakhem sigur, at undan verandi ayatollastýrinum var gott samband við Iran. Ísraelar vóru tá í Iran at hjálpa teimum við landbúnaðinum. Tað eydnaðist teimum at sleppa úr Iran í seinastu løtu. Nógv í Ísrael ræðast kjarnorkuætlanina hjá Iran. Tað hevði Menakhem eisini gjørt, um hann ikki visti betur. Sonurin, Roy, hevur verið skipari á einum F-16 stríðs­ flogfari, og tá ið hann veit, hvat hesi megna, um á kemur at standa, kennir hann seg heilt tryggan! Viðvíkjandi Egyptalandi er tað ein hern­ aðarstjórn sum hevur ræðið. Teir kenna styrkina hjá Ísrael og vilja avgjørt ikki hava nakað stríð millum londini. Um dag­ arnar frættist annars, at egyptiski uttan­ ríkis­ráðharrin skal vitja Ísrael fyrstu ferð í sjey ár. Fundurin í Østrøm var áhugaverdur, og serligan dám settu Lena og Niclas á fundin, tá ið tey sungu á hebraiskum »Havenu shalom aleichem«. Tá bæði klappaðu og sungu feðgarnir við! Dánjal Poulsen, formaður í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael, tók saman um, at tað sum varð komið fram á fundinum vísti, hvussu ómetaliga fløkt politiska støðan er í Ísrael millum arabar og jødar og í øllum Miðeystri. Endamál felagsins er at stuðla Ísrael, og til­verurætti tess, at bera røtt tíðindi úr Ísrael og at biðja frið yvir Jerúsalem. Føroyar eiga ikki at leggja seg út í viður­ skiftini í Ísrael. Tað fer bara at skaða okk­um, um fólkatingið ella løgtingið skuldi viður­ kent »palestinska statin« sum støðan er nú. Meira um Menakhem Gestirnir fóru víðari til Íslands leygar­ morgunin, har Menakhem eisini hevur vinir, sum vóru lættir at vitja, nú teir vóru á hesum leiðum. Tað er síðan komin teldupostur frá Roy, har hann takkar so hjartaliga fyri móttøkuna í Føroyum. Pápin var fegin um hvørja løtu, hann var her, og fyri tann blíðskap hann møtti í Føroyum. Tað kann lesast um spennandi søguna hjá Honnu og Menakhem Ben-Yami á heima­síðuni: olijacobsen.com Hon finst við at fara inn á FF-blaðið, og leita hesum bløðum numrum: 320, síðurnar 4-7: Søgan hjá Menakhem 348, síðurnar 9,10,15,16: Søgan hjá Honnu 349, somu síður: Framhald av søguni hjá Honnu 378, síðurnar 18,19: Tá ið Menakhem flutti seinastu jødarnar úr Egyptalandi í 1956. Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá fyrsta stignum at stovna Skipafelagið Føroyar fyri júst 100 árum síðani. Roy og Menakhem inni í krígssavninum í Miðvági Tvey av flogmanningini, Harel Ben Noon, stýrimaður og flogternan Adi Galili. Pápi Harel, Avihu Ben-Nun, var ovasti fyri ísraelska flogvápninum frá 1987-1992. Hann byrjaði í flogvápninum í 1957 og hevur m.a. verið við í seksdaga krígnum í 1967 sum flogskipari Nú er tíðin komin at siga farvæl. V.f. Dánjal Poulsen, Udi Neufeld, flogskiparin, Óli, Roy og Menakhem Ben-Yami