hósdagur 14. juli 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016
SOSIALURIN 81
24
Óli Jacobsen
VALDI FØROYAR FRAM UM
ROM, PARÍS OG LONDON
Tað var ein serstøk vitjan vit høvdu í seinastu viku. Menakhem,
bjargaður frá Holocaust, vildi síggja Føroyar enn eina ferð
89 ára gamli Menakhem:
M
enakhem
Ben-Yami
er
upprunaliga pólskur jødi,
sum hevur búð í Ísrael síðan
1947. Hann er samstundis før
oyavinur um ein háls og hevur fleiri vinir í
Føroyum.
Í 1956 giftist Menakhem við Honnu, sum
er týskur jødi, og sum við einum undri, eins
og Menakhem, slapp undan jødatýningini
hjá Hitler.
Tey eiga tvey børn, eina dóttir, Tsofit, og
ein son, Roy. Roy er upprunaliga flogskipari
hjá ísraelska flogvápninum. Hann er ein
sera fjølbroyttur vinnulívsmaður. Virkið,
LR Group, sum hann er stjóri og medeigari,
hevur virksemi í nógvum londum í Afrika
og Eysturasia. Sum dømi kann nevnast,
at virkið hevur verið við til at byggja eitt
mjólkarvirki í Papa New Guinea, og í Congo
hava teir ment landbúnað og aling. Í øðr
um londum útvega teir vatnveiting við ís
raelskari tøkni.
LR group hevur um 100 fólk í starvi í
Ísrael og 2.000 í teimum londum, har teir
virka.
Pápin fekk í boði at velja
eitt land at fara til
LR Group hevur so nógv virksemi víða um,
at teir hava egið flogfar. Í vár segði Roy við
pápa sín, at nú er hann blivin 89 ára gamal.
Hann vildi tí fegin fara við honum til tað
pláss, sum hann helst vildi sleppa aftur til.
Roy væntaði, at hann fór at vilja sleppa
til Rom, París ella London. Men nei, hann
vildi til Føroyar av øllum teimum mongu
londum, hann hevur vitjað!
Tískil komu teir til Føroya mikudagin í
seinastu viku eftir at hava verið tveir dagar
í Warszawa, haðani Menakhem er ættaður.
Flogfarið var av Challenger slagnum,
sama slag sum drotningin kemur við, tá ið
hon vitjar í Føroyum. Tað tekur 10 ferðafólk.
Manningin telur trý fólk.
Vit vóru fleiri, sum kendu Menakhem,
men nú komu vit eisini at kenna Roy, sum
eisini var ein ógvuliga áhugaverdur og
fittligur persónur.
Hann greiddi eitt sindur frá, hvussu tað
var at hava foreldur, sum høvdu yvirlivað
Holocaust, men sum høvdu mist síni
nærmastu, foreldur og systkin.
Í fyrstuni vildi tey einki tosað um tað,
men sum tíðin leið fingu tey kortini søg
una hjá foreldrunum. Roy sigur, at mótsett
mongum øðrum, so hava hansara foreldur
ikki dyrkað sín fortíð. Hon skuldi ikki
gloymast, men hon skuldi heldur ikki oyði
leggja teirra lív, so her hevur eingin beisk
leiki verið.
Tískil fóru foreldrini í 2002 við børnum
og barnabørnum til Polen og Berlin, har
teirra søga byrjaði.
Í jødiska minnissavninum í Berlin fingu
tey at vita lagnuna hjá mammu og systir
Honnu. Váttan fekst nú fyri, at tær vóru
endaðar í Auschwitz. Hetta gjørdi eisini
sítt til, at tey kundu sættast við tað, sum
var hent.
Fiskivinnan á skránni
Ferðin í Føroyum var ógvuliga væl eydnað.
Teir komu í allarfínasta veðri. Áðrenn farið
varð til Havnar varð farið til Gásadals, og
var hetta best hugsandi byrjanin til eina
Føroyavitjan.
Men ferðin skuldi eisini nýtast til at fáa
nakað ítøkiligt burtur úr. Hósdagin var
vitjað á Fiskirannsóknarstovuni, har stjórin,
Eilif Gaard, greiddi frá virkseminum. M.a.
greiddi hann frá, at hitin í sjónum var øktur
við einum stigi seinastu árini. Hetta ljóð
aði kanska ikki av so nógvum, men hevur
kortini havt stóra ávirkan, sum vit hava
sæð.
Av góðum tíðindum kundi Eilif greiða
frá, at tað sær gott út við upsastovninum
við góðum gýtingum og roknast kundi við
góðum upsafiskiskapi komandi árini.
Vitjað varð eisini á Bakkafrost, har Regin
Jacobsen, stjóri, var vertur. Hetta hevði
eisini serligan áhuga hjá Roy sum vinnu
lívsmanni. Hann var hugtikin av hesum
virksemi og av nýggju útbyggingini.
Tað áhugaverda er eisini, at foreldrini
hjá Regini, Oddvør og Hans, sáli, hava vitjað
Honnu og Menakhem í Ísrael. Hetta var í
2006 á eini ferð hjá Svenning av Lofti, tá
ið alt ferðalagið var boðið inn til teirra og
møtti framúr blíðskap.
Eisini varð vitjað á trolvirkinum Vónin,
sum er blivið ein stórfyritøka, sum eisini
hevur virksemi í øðrum londum.
Menakhem hevur skrivað nógv um
Føroyum og hevur altíð vart føroysk
áhugamál. Í juni hevði hann eina grein í
altjóða tíðarritinum World Fishing, har
hann greiddi frá tí stóra týdningi, sum
»Beta skjølini« um fiskiskapin hjá Cuba
trolararunum, sum Olaf var reiðari á, hava
fyri altjóða fiskivinnugransking.
Menakhem hevur fingið so nógv burtur
úr hesi føroyaferðini, at hann longu er farin
undir at skriva eina grein, sum skal eita
Faroes revisited, Føroyar vitjaðar aftur.
Politiska støðan í Miðeystri
Áðrenn Menakhem kom higar varð hann
spurdur, um hann vildi greiða frá politisku
støðuni í Ísrael og í Miðeystri á almennum
fundi. Tað vildi hann ógvuliga fegin. Tískil
skipaði Vinafelagið Føroyar-Ísrael fyri fundi
í Østrøm fríggjadagin. Áhugin var stórur, og
væl meira enn 100 fólk vóru á fundinum.
Menakhem legði fyrst dent á, at hann er í
Siðsøga
Vinir hittast
SIÐSØGA
Roy, Menakhem, Regin Jacobsen og Olaf Olsen á Bakkafrost
Lena og Niclas høvdu framúr framførslu í Østrøm