hósdagur 14. juli 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016
SOSIALURIN 81
23
Framyvir vera av og á matummæli ella matumtala at lesa her
á mínum matsíðum í Vikuskiftissosialinum - tey verða prentaði
bæði fyri tykkum ið eta (og vilja vita hvar og hvat tit skulu eta
næst) og fyri tykkum ið gera mat til fólk (og vilja fáa innlit í
hvussu eitt av hesum fólkunum upplivir matin og staðið sum er
karmur um tykkara gerandisdag, og teirra hugnadag).
Eg havi ikki nakrar serligar førleikar til at ummæla eitt
matstað, og tað er tískil ikki út frá nøkrum serligum treytum
eg ummæli. Heldur kann hetta hugsast sum umtala - at eg sum
gestur á føroysku matstovunum greiði frá míni uppliving.
Um matummælini
í Vikuskiftissosialinum
Maturin
Maturin var ordiliga góður. Mær dámdi best tveir teir fyrstu rætt
irnar. Dessertin var eisini góð - hevði kaffið afturvið dessertini verið
betur, so hevði eg kanska notið hana meira - tað órógvaði meg so illa,
men kanska eri eg bara vorðin kaffi-snobb. Grøna laksin skilti eg
ikki - hann var ikki grønur (man Leif vera litblindur?) og smakkurin
kom ikki uppá hædd við hinar rættirnar.
Umhvørvið
Fyri okkum (nógvu) ið hava gingið í studentaskúla í Hoydølum er
umhvørvið nakað heilt serligt. Kantinan í Hoydølum vekjur nógv
nostalgisk minni, og tað er í sær sjálvum hugnaligt. Hinvegin haldi
eg ikki at kantinan í Hoydølum er serliga hugnalig, og eg veit ikki
heilt um eg haldi at fyrireikararnir megnaðu at hugna um. Jú, tað
var alvorliga hugna um, men maturin, serveringin og hølið hekk ikki
saman. Kenndist kanska eitt sindur sum eitt av hasum brúdleyp
unum, har ið hølið ikki livdi upp til matin - tað VAR pyntað, men tað
sást at tað var pynta - hølið skein ígjøgnum.
Tað er torført at tilpassa hølið til matin, hinvegin hevði verið
spennandi at tilpassa matin og servering til hølið - t.d. at fólk sloppu
at standa í kø frammanfyri kantinudiskin, og at Leif, við eini stórari
sleiv, gav einum og einum gesti á tallerkin. TAÐ hevði verið stuttligt,
og hóskað til hølið.
Umhvørvið uttanfyri er fantastikt, og hevði veðurlagið í Føroyum
verið støðugari, so hevði tað verið brúkt meira - nú vóru tað mest
roykjararnir ið nutu gott av umhvørvinum.
Fari eg aftur?
Nú havi eg longu verið tvær ferðir - og hetta er jú bert ein pop-up
matstova. Høvdu tey hildið á í eitt longri tíðarskeið, og eg slapp
at royna nýggjar rættir hvørja ferð, so hevði eg fari aftur. Kanska
verður ein nýggja pop-up matstova í vetur… So fari eg!
Jú, kanska fari eg aftur allíkavæl. Eg eri spent at vita hvussu
konseptið hevur ment seg frá teimum báðum fyrstu kvøldunum.
Saman við hvørjum?
Insanetorium er staðið at fara saman við fólki, ið tú kennir væl -
vinfólki, familju, starvfeløgum o.s.fr. Borðuppsetanin og ógvuliga
ljósfylta kantinuhølið ger, at fólk ikki sita so privat, sum tey kanska
eru von við frá øðrum matstøðum. Fyri tey ið kennast væl er tað
fínt, ja, næstan befríandi. Men fyri fólk ið ikki kennast, so kann
stemningurin skjótt kennast løgin.
Eg hevði ikki vilja farið á fyrstu date á Insanetorium - til tað er
tað alt ov lítið privat. Men hey! Fyrstu date vil man nokk ikki fara á
nakrastaðni í Føroyum, ha?
UMMÆLIÐ:
bíða so leingi eftir matinum hjá
Leif Sørensen, altso at tað gongur
ov long tíð millum rættirnar. Bæði
hóskvøld og fríggjakvøld legði
eg til merkis at tað var ein løta at
bíða, men eg veit ikki, tað bilti mær
einki. Eg sat og prátaði við systir og
starvsfelagar (sum eisini eru góðar
vinkonur), so eg hugsaði ikki so
nógv um tað. Men tað skal so sigast,
at onkur teirra var rættuliga svong,
og tá er skjótt at ótolnast.