Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 22 TJÓÐHILD PATURSSON Nothing insane/ casual about it Insane food casual dining. Soleið­ is stóð at matarseðlunum, ið lógu á borðinum. Eg festi meg ikki so nógv við tað, fyrr enn eg var lið­ ug at eta og var ávegis avstað aft­ ur. Eg skilji tað ikki heilt. Tað var einki insane við matinum, og hann var fyri so vítt heldur ikki serliga casual. Hetta fekk meg at hugsa um navnið - INSANETORIUM - hví tað? Tey hava møguliga havt eitt hugskot, sum so ikki ordiliga skínur ígjøg­num. Eg veit ikki. Og ‘casual dining’? Hmm… Jú, hølið er casual, og onkur av rættunum er eisini cas­ual, men sjálv serveringin er so ócasual sum hon kann vera. Eitt sind­ur løgið onkursvegna, hugsi eg, at kalla tað insane og casual, og so ikki at gera tað insane og casual… ella insanely casual? Maturin var frálíkur Tað skal so sigast, at maturin var framúr góður. Mær dámdi all­ar best fyrsta rættin - hin ráa tosk­ in. Hann var ísakaldur og ser­ver­ aður við sanddunnu­ber­um. Eg minnist væl fyrstu ferð eg royndi sanddunnuber. Mær dámdi tey slett­is ikki. Tey smakkaðu av náta og omega 3. Eg helt tey vera per­ fekta dømið uppá ‘trend gone wild’ - vit mugu eta lokalt!! (men eis­ini tað sum smakkar so illa… seri­øst!? ). Men Leif Sørensen megn­aði so onkursvegna at brúka sandunnu­ berini á ein góðan máta. Rái laks­ ur­in var genialur! Onkur nevndi at hann var gamal - altso ikki rái laks­ur­in í sær sjálvum, men hug­ skotið/rætturin - søgdu seg hava smakkað tað fyrr. Eg haldi ikki at tað ger nakað at servera okkurt fleiri ferðir. Um tað riggar, so rigg­ar tað. Ræstfiskarisotto­ið var ikki nóg ræst fyrsta kvøldið, men hetta bleiv rættað upp til næsta kvøldið, og tá smakk­aði ordi­liga væl. Við sand­ dunnu­berunum í fyrra rættinum og ræstafiskinum í næsta, so rakti Leif Sørensen tvey av teimum trimu tingunum mær ikki dámar (hitt síðsta er eggja­blomma), men onk­urs­vegna megn­aði hann at fáa tað at smakka væl allíka­val. Bravo. Triði rættur var grønur laksur. Tað skilti eg ikki heilt. Laksurin var ikki grøn­ur. Rætt­ur­in smakkaði væl. Men á onk­ran hátt hóskaði hann ikki til hin­ar rætt­irnar, og kom ikki uppá sama støði sum teir. Grøni laksurin hevði hósk­að seg ordiliga væl sum luksus timb­ur­ manna­matur. Høv­uðs­rætt­urin var lamb við anak­ardiu­nøt­um. Lamb­ ið var gott. Moyrt og gott. Ikki nak­að fantastiskt gastronomiskt gjøgn­um­brot, men gott. Ja, casual kanska. Omaná og kaffi… kaffið! Eftir ein góðan døgurða fingu vit omaná. Sjokoláta, rabarbur í port­ øli, marrengs. Mmmhh… Tað var gott. Ein bita av dessert. Njóta. Ein kaffi­mun. ’Áh fitt, hetta eru somu kaffi­koppar, sum tá ið eg gekk í Hoydølum... HVAT?… Og sama kaffið???’ Eg veit ikki, eg eri kanska vorðin totalur kaffi-snobb (ikki at tað nýtist at vera nakað negativt), men kaffið smakkaði forferdiligt. Ja, beinleiðis illa. Fitt sum eg eri segði eg tað við kokkin (seinna kvøld­ið, eg hugsaði at fyrra kvøld­ ið mátti vera ein premierufeilur). Kokk­urin segði at tey fóru at keypa okk­urt ordiligt kaffi, men at tað tí­ verri ikki var komið í lag enn. Vón­ andi er tað komið í lag nú. Tí tað er so, so, so keðiligt at enda eitt so deiligt kvøld við vánaligum kaffi. Vín og djús Afturvið matinum ber til at keypa sær vínskrá, djússkrá, ella okkurt heilt annað. Eg royndi vínskránna fyrsta kvøldið (hon riggar! Ansa eftir!) og djússkánna hitt seinna kvøld­ið. Vínskráin var ok, ikki nak­ að heilt serstakt, men hon var ok. Einki vín ið veruliga festist við meg - men nú var tað eisini mat­ur­ in sum var í fokus hetta kvøld­ið, so tað ger kanska einki. Djús­skránna kann eg við­mæla øll­um at royna. Onkursvegna fær djús­skáin teg at hugsa meira um smakk­ir: ’tað næsta vit fáa verður ræst­fiska­ risotto - hvat fyri djús kann man servera afturvið tí?’ Ja, tað er stutt­ ligt at gita og ímynda sær (svarið var fennikel og okk­urt ann­að - tað riggaði væl). (Bíði)Tíðin Eg havi bert einaferð fyrr fingið serv­era mat frá Leif Sørensen. Hetta var tað tíðina hann var á KOKS - tað var ein fantatsiska góð upp­living; tveir av rættunum eru enn festir í mítt minnið. Eg minn­ ist einki um bíðitíð tá, men út­sýn­ið uppi á Hotel Føroyum er eisini so gott, at tað styttir um tíð. Eg havi ann­ars ofta hoyrt tað, at man skal INSANETORIUM Í summar er pop-up matstova í Sanatoriinum í Hoydølum. Tað er Leif Sørensen sum ger matin á matstovuni, ið hevur fingið navnið Insanetorium. Eg havi longu verið tvær ferðir. Her eru mínar hugleiðingar um upplivingina