Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 21 HALLUR AV RANA – Vit hava eina góða skrá, men vit hava kanska ikki duga nóg væl at greitt frá henni. Tað stóra navnið frá í fjør manglar kanska, men eg meti, at hetta er sterkasta G! skráin í nógv ár. Tað sigur Sigvør Laksá, stjóri í G!, sum aftursvar til teirra, ið meta at festivalurin manglar eitt kent høvðusnavn, nú festivalurin fer av bakkastokki. Tað hevur vakt ans, at G! Festivalurin ikki hevur nakað stórt navn í ár, ið kann selja fleiri atgongumerkir. Sigvør Laksá leggur tó dent á, at endamálið hjá festivalinum ikki er at selja so nógv atgongumerkir sum gjørligt. – Vit hava havt 8.000 gestir á festivalinum, og tað er ov nógv. Tað er heldur ikki ein og hvønn bólk, ið vit ynskja at bjóða til G!, bara tí tey eru eitt stórt navn og kunnu selja atgongumerkir, sigur Sigvør Laksá og leggur afturat. – Sjálv meti eg, at festivalurin er best við eini 5.000 gestum. Tá er tað ikki ov trongt sum á Voxbotn, men akkurát nokk til, at tað er deiligt og hugnaligt at ganga runt í bygdini og njóta tónleikin saman við nógvum øðrum fólkum. Sjálv er hon tó spent upp á at hoyra Hudson Taylor við Gabrielle Aplin. – Eg visti ikki av, at Gabrielle Aplin fór at framføra við Hudson Taylor. Eg kendi hennara tónleik áðrenn, og má bara siga, at sjálvt um tað er keðiligt, at Harry Hudson-Taylor ikki kann koma tí hann breyt beinið, so er skráin vorðin uppaftur betri, nú Gabriella Aplin er við.  Veðrið Tað munnu vera mangir festival­ gestir, ið hava kannað sær veðrið nú G! Festivalurin byrjar. Tey sum hava gjørt tað, hava møguliga lagt merki til, at tað ikki sær gott út fyri fríggjadagin. Norska veðurstovan YR lovar nevniliga nógv regn fríggjakvøldið og leygarnáttina. Men tað fær ikki fólkini handan G! at falla í fátt. – Eg havi valt slett ikki at hyggja eftir veðurvánunum, tí higartil hava tær ikki verið álítandi. Tað hevur millum annað verið boðað frá nógvum regni, tá vit skuldu seta upp, men tá var sól. So tað sær út til, at regnið ikki vinnur á okkum í ár, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G! Fyrireikararnir kunnu eisini taka tað eitt sindur meira róligt í ár enn undanfarnu ár, tí ein týðandi broyting er gjørd, ið ger at veðrið ikki hevur eins stóra ávirkan sum áður. Eysturkommuna hevur nevniliga stoypt eitt fundament í sandin har stórir pallurin stendur. – Tað er ótrúligt, tí vit sleppa undan at stúra um veðrið. Vit hava ongan ampa av vatn og flóð longur. Nú er tað bara, um tað er ov nógvur vindur, at pallurin má takast niður. Sum fyrireikari er tað stuttligt at síggja, at pallurin er vorðin so tryggur, sigur Sigvør Laksá. G! Festivalurin heldur fram til sunnu­ náttina kl. 04.00. Hot 8 Brass Band úr Now Orleans fer at seta dám á G! Festivalin í ár Lucy Rose spælir á Sandinum leygarkvøldið Songhoy Blues úr Mali eru á ársins G! skrá STERKASTA SKRÁ Í NÓGV ÁR – Tað stóra navnið frá í fjør manglar kanska, men eg meti, at hetta er sterkasta G! skráin í nógv ár, sigur Sigvør Laksá, stjóri fyri G! Festivalin. Hon og hini fyrireikararnir stúra ikki fyri regninum, sum veðurstovurnar lova fríggjakvøldið