Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 20 G!-FESTIVALUR H ósdagin byrjaði árligi G! Festivalurin, men longu mikukvøldið var innrásin av tjald­arum á festivalinum. Fleiri høvdu sitið í kø til inn­ gongd­ina allan dagin, og kl 17.00 vóru dyrnar lætnar upp. Síðani floymdi mannamúgvan inn á tjald­ ingarøkið fyri at finna gott pláss til tjøldini. G! Festivalurin hevur øll árini havt tjaldaramentan, og aftur í ár eru nógv fólk á tjaldingarøkinum, har tað verður sungið, drukkið, flent og kjakast í úti við fimm dagar. Veðurforsøgnin er ikki av teimum bestu, og norska veð­ ur­stovan YR lovar oysregn fríggja­kvøldið og leygarkvøldið. Tjaldarnir hava fyrireikað seg til hetta, og vónað verður, at regnið ikki verður so ógvisligt, sum onk­ rar forsøgnir hava lagt upp til. Fyrstu tónarnir á G! Festivalium ljómaðu hósdagin, og festivalurin heldur fram til fjølbroyttum framførslum í dag og leygardagin. G! Festivalurin byrjaði við innrásini á tjaldingarøkið, har tað verður lívligt um vikuskiftið MYNDIR: EDITH JOHANNESEN/G! FESTIVALURIN LÍVLIGT Á TJALDØKINUM