Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 19 EYÐUN KLAKSTEIN 10 ár eftir at hann vann X Factor kappingina og gjørdist lands­ kendur í Íslandi, hevur Jógvan Hansen saman við tveimum vin­ monnum latið upp nýtt undir­ haldsstað í Reykjavík. Grøna Herbergið hevði móttøku fyri innbodnum mikukvøldið, og um vikuskiftið hevur staðið, sum eisini fer at ganga undir navn­inum Green Room, opið fyri almenninginum. – Green Room hevur fingið sera góða móttøku frá teimum, sum vit kenna og samstarva við, og nú vóna vit, at eisini almenningurin fer at taka væl undir við staðnum, sigur Jógvan Hansen. Krevjandi og spennandi Jógvan Hansen, Fríðrik Ómar Hjørleifsson og Vignir Snær Vig­ fússon eiga í felag Grøna Her­ bergið, og teir fara allir at verða við í rakstrinum av staðnum. Teir hava kenst og samstarvað um tónleik ígjøgnum nógv ár, og nú hava teir tikið stigið inni í undir- haldsvinnuna sum eigarar av spælistaði og náttklubba. – Vit halda, at tað er spennandi og avbjóðandi at fara í holt við hetta staðið. Vit vita, at tað verður krevjandi at reka eitt slíkt stað, men vit eru eisini uppsettir upp á at fáa tað at koyra væl, sigur Jógv­ an Hansen. Jógvan og samstarvsfelagarnir fara sjálvir at hava framførslur í Grøne Herberginum, men teir fara eisini at brúka aðrar tónleikarar á spælistaðnum, sum hevur tey, ið eru eldri enn 25 ár, sum málbólk. Alt er nýtt Green Room heldur til á Lækjara­ gøtu í miðbýnum í Reykjavík. Adressan hevur áður hýst einum stripp­klubba við ivasomum um­ dømi, men tann tíðin er nú farin. – Vit hava fullkomiliga bygt staðið upp frá nýggjum. Hvørt horn í hølunum er gjørt av nýggjum. Vit hava stríðst og strevast saman við góðum fólki í langa tíð fyri at fáa staðið so flott og innbjóðandi sum gjørligt, sigur Jógvan Hansen. Grøna Herbergið er í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er barr og pallur við spildurnýggjum digi­talum ljóðanlegg, og har fara tónleikarar at framføra live. Í ovaru hæddini er cocktail-barr og flygul. Staðið fer at hava opið sum café um dagin og kvøldini. Um vikuskiftini verður opið út á náttina, og eftir midnátt fríggja­ kvøld og leygarkvøld verður niðara hæddin náttklubbi við góðum tón­leiki, meðan ovara hæddin skal verða meira friðarlig til tey, sum hava hug at hugna sær meira róliga. Er nú klubb­eigari í Reykjavík Jógvan Hansen og vinmenn hava rikið spøkilsini í gomlum strippklubba á dyr og hava fullkomiliga endurnýggjað hølini til innbjóðandi spælistað Jógvan Hansen: Jógvan Hansen, Vignir Snær og Fríðrik Ómar eiga og reka nýggja staðið Grøna Herbergið í Reykjavík Jógvan og konan Hrafnhildur Mikukvøldið var móttøka fyri innbodnum í Grøna Herberginum