Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 18 SUMMARTÓNAR 2016 DAGFINN OLSEN F yribrigdið hevur áður ver­ ið nevnt Føroya fjaldasti festivalur. Og helst er nakað um tað! Summartónar ganga annars fyri seg alt summarið, og eru konsert­ ir í Havn og á smáplássum, kanska serliga á útoyggj. Í Mykinesi eru eisini nakrar konsertir árliga, men ein dagur er, ið er øðrvísi. Um hálvan juli hvørt ár er ein størri skrá, har serliga kirkjan er karmur um framførslur, har fleiri tónleikarar standa á lepanum. Vanliga verður byrjað klokk­ an 15 í kirkjuni, og hildið verður á til klokkan 20 ella 21, ella har á leið. Konsertir eru eisini niðri við lendingina og aðrastaðni. Hesin stóri tónleikadagurin er øðrvísi, enn aðrir dagar av skránni hjá Summartónum, júst tí at skrá­ in er so umfatandi, og savnar so nógvar tónleikarar á sama stað um somu tíð. Ymiskt Í eini bygd, har húsini eru fá, og fólkatalið á vetri neyvan fer upp um 10, so er hetta sjálvsagt dagur í viku. Fyri ikki at sig í árinum. Sjálvandi eru merkisdagar á útoyggj, men tá snýr tað seg oft­ast um jørð, seyð ella fugl. Hendan eina dagin er tað tónleikurin, ið savn­ar. Summartónar hava aftur í ár skipað fyri konsertum kring landið summarmánaðirnar, eis­ini í Mykinesi, men hesin eini stóri tónleikafagnaðurin í Mykinesi fall í ár á tann 11. juli. Fyri framførslum stóðu Hans Andrias Jacobsen, Óli og Heðin Z. Davidsen, Ragnar Finsson, Guðrið Hansdóttir, Stanley Samuelsen, Kristian Blak, Sharon Weiss, Janus á Húsagarði, Anna Falt, Jarek Rein­ er og Holgar Jacobsen. Sera breitt úrval, men við dygd. Paradís At sita í gomlu kirkjuni í Myki­nesi, og hoyra frálíkar framførslur, er sálarbót. Yvirhøvur er sálarbót at koma út í vøkru oynna, ið er tiltikin veð­ ur­góð. Ein merkir friðin, og vælsign­ að er at vita sær, at líkamikið hvat hendir í heimi, so er ein á útoyggj, og tað er ikki sógv ein fær gjørt við alt tað, ið fólk á fastlandinum og stórbýnum er upptikin av. Tað er bara at slappa av, lata armarnar falla og lata oyruni upp, so friðurin hoyrist, og sleppur at lekja sálina. Mykines er vøkur. Eitt para­dís, sum onkur hevur tikið til. Og hetta er helst ein almenn­ur og væl kendur loynidómur, so sum árini eru gingin, og ferðavinn­an hevur ment seg. Staðkend fólk søgdu mær, at ferðafólkatalið er vaksandi, og árliga vitja nú 16.000 ferðafólk í Mykinesi. Og tað er av sonnum eitt stórt tal á smáplássi, har fá fólk búgva, og har sambandið við um­heimin – umframt tyrlu, verður røkt av einum ikki so stórum báti. Summartónar gera sítt til at seta dám á, og slíkur dagur á útoyggj, har tónleikur er í hásæti, ber illa til at lýsa við orðum. Tað er ymiskt her í lívium, ið má upplivast, vil ein av sonnum skilja. DAGUR Í VIKU Í MYKINESI Tað eru sjálvsagt serstakir dagar á útoyggj. Tað kann vera fjallgonga, ella tá farið verður at fleyga fugl. Men í Mykinesi er ein dagur, ið ikki er sum hinir. Hvørt ár um hálvan juli eru Summartónar við eini skrá, ið tekur tað mesta av degnum, og sum merkir lívið í friðaligu bygdini