Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 17 Øll eru ymisk Men, nær frætti so mamma Bo um søguligu ferðina hjá Ova í lítlum árabáti úr Føroyum til Danmarkar? – Tað dugi eg ikki at siga við vissu, men eg trúgvi, at tað gingu nøkur ár, kanska eini fýra ár, áðrenn hetta gjørdist henni greitt, og tá hevði pápi mín, sum doyði á heysti í 1987, longu verið deyður í nøkur ár, Á ferðini í Føroyum hevur Bo Janoschka hoyrt nógv um pápa sín, men við tað, at hann eigur tvær hálv­systrar, sum áður hava vitjað familjuna í Føroyum, Christina og Rose, sum hann eisini hevur samband við, visti hann nógv, longu áðrenn hann kom til Føroya. Fyri nøkrum árum síðan vitjaði eisini mamma hansara í Føroyum, og tá hitti hon familjuna hjá páp- anum, eins og hon ferðast kring landið. – Tí visti eg nógv um pápa mín og familju hansara, og eg hevði eisini gjørt mær eina mynd av Før­ oy­um sum samfelag. Bo Janoschka vísir á, at øll eru vit serstøk, og hann heldur, at pápi hansara var eitt fantastiskt menniskja – ja, onkur sigur hetja. – Sum menniskju hava vit øll meira enn eina síðu, og eg skilji væl tey, sum halda hetta ella hitt, eisini um pápa mín. Í Avstralia eigur Bo Janoschka ein hálvbeiggja, sum mamma hans­ ara og fosturpápin eiga saman, og hann eigur eina hálvsystir, sum fostur­pápi hansara átti í sínari fyrru giftu. – Haraftrat eigi eg so hálv­ systrarnar, Christinu og Rose, sum Ove er pápi at, og tær havi eg reglu­ ligt samband við. Hví í Avstralia? Onkur lesari spyr ivaleyst, hví nærmasta familjan hjá Bo Janoschka býr í Avstralia, tá bæði mamman og fosturpápin bæði eru týsk. – Mamma mín dámdi væl at ferðast, og bæði hon og fosturpápin gjørdist sum ung rættiliga bit­in av Tasmania, sum er stóra oygg­in sunnan fyri meginlandið. Ferða­ hugurin og forvitni fyri øðrum samfeløgum endaði við, at tey fyrst búsettu seg í Tasmaniu - og seinni í Brisbane, sum er ein av elstu býum í Queensland í Avstraliu. Sonur Ova Joensen býr saman við familju síni í Brisbane, og tað ger mamma hansara eisini, men hann vaks upp í Tasmaniu. – Olevina Joensen, omma mín í Nólsoy, er 95 ára gomul og biolog­ iska omma mín í Týsklandi er 83. Haraftrat er mamma fosturpápa mín í Týsklandi – og fosturomma mín – 94 ár. Bo Janoschka sigur, at 83 ára gamla omma hansara hevur ligið sjúk, og tá hann nú skuldi til Týsk­ lands at vitja hana, legði hann lei­ð­ ina heim til Føroya at vitja familj­ una hjá pápa sínum. – Mín dreymur er at vitja í Føroyum aftur um eini tvey ár, men eg trúgvi, at tað er meira realistiskt at siga um eini fýra ár. Eg vóni, at vit tá kunnu koma øll – kona mín, sonurin og eg. Tað hevði eisini verið ógvuliga stuttligt at sæð onkran í familjuni úr Føroyum í Avstralia, og tey skulu øll vera hjartaliga væl­ komin. Sjálvandi ætli eg mær heim aftur til Føroya at vitja, nú veru- lig vinarbond eru knýtt, og eg eri komin at kenna familjuna. Friður í hjartanum Bo Janoschka sigur, at tá hann fyrstu ferð hitti ommu sína, Olevinu Joensen, á hesi ferðini í Før­oyum, segði hon: »Tú ert sonur Ova úr Avstralia. Tit líkjast ógvuliga nógv, serliga tá tú smílist...« – Nú eg havi vitjað í Føroyum og havi hitt familjuna, havi eg fingið frið í hjartanum – friðin eg leingi havi bíðað eftir. Eg gleðist um, at ein hurð nú stendur opin fyri mær her, eins og hurðin hjá mær í Avstraliu eisini stendur opin fyri føroysku familjuni hjá mær. Føroyar eru eitt serstakliga vakurt land, og fólk eru ógvuliga blíð og fyrikomandi, sigur Bo Janoschka, sum nú er farin aftur til Týsklands at vitja familju sína har, áðrenn hann um nakrar dagar fer aftur til Avstraliu. Her eru tey samlað á flogvøllinum í Vágum. Bo Janoschka og 9 ára gamli sonurin eru á veg avstað aftur. Unn Sørinardóttir (ytst vinstru megin) er systirdóttir Ova Joensen – og høgru megin systir Ova Joensen, Helena Joensen MYND: VILMUND JACOBSEN