Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 16 VITJAN VILMUND JACOBSEN S onur kenda nólsoyingin, Ova Joensen, sála, sum á sumri í 1986 róði langa teinin úr Føroyum til Dan­ markar, hevur fyri fyrstu ferð verið í Føroyum og vitjað familju sína. Maðurin er Bo Janoschka, sum er 36 ára gamalur, búsitandi í Avstraliu, og hevur týska mammu, sum eisini býr í Avstralia. Ove Joensen gjørdist kend­ur í Føroyum og út um landodd­ar-nar, tá hann einsamallur í lítla fýra- mannafari sínum, Dianu Victoriu, róði úr Nólsoy við kós móti Dan­ mark og Keypmannahavn. Stívliga 40 samdøgur eftir frá­ ferðina úr Føroyum eydnaðist tað honum við Merkinum í húnar hátt at røkka málinum og hálsfevna og kyssa Lítlu Havfrúnna við Longu Linju í Keypmannahavn. Hópur av fólki var saman­ komið við Longu Linju, og yvir- borgarstjórin í Keypmannahavnar kommunu, Egon Weidekamp, sáli, helt røðu fyri Ova Joensen. Fyrstu ferð í Føroyum Nú Bo Janoschka hevur vitjað í Føroyum, hevði hann eisini 9 ára gamla sonin við sær. Bo er gift­ ur koreanskari kvinnu. Tey eru bæði sjúkrarøktarfrøðingar, og Bo luttekur eisini í granskingar­verk- ætlanum innan heilivág. Sosialurin hitti Bo Janoschka á flogvøllinum í Vágum í gjára­morg­ unin, áðrenn hann fór avstað aftur úr Føroyum. – Eg vildi havt konu mína við á ferðini í Føroyum, og tað hevði hon eisini gjarna viljað, men tað eydnaðist okkum ikki hesaferð at fáa frí samstundis. Bo Janoschka sigur, at hann leingi hevur droymt um hesa ferð­ ina at vitja familju sína, og hetta er nakað, hann hevur glett seg til í fleiri ár. – Eg var smádrongur, tá mamma mín fyrst ferð fortaldi mær um pápa mín. Mamma mín gift­ist týskum manni, sum doyði lutfalsliga ungur í 2004. Eg hevði tað ógvuliga gott hjá mammu og fosturpápa mínum, og tí saknaði eg einki. Men, so hvørt, sum eg gjør­ dist tilkomin, gjørdist eisini for- vitni um veruliga pápa mín størri, og eg fekk alt at vita, sum mamma mín visti at siga mær. Bo Janoschka sigur, at mamma hansara og Ove í sínari tíð vóru skips­felagar umborð á norskum skipi, og tað var har, hann varð git­ in í móðurlívi og føddur í Bremen í Týsklandi. – Ove visti, at hann var pápi mín. Tá mamma mín sá Ova seinastu ferð í einum rættarsali í Noregi, bar hon meg undir belti og hevði stóran búk. Talan var um eitt hvørt rættarmál í samband við skipið, sum Ove og mamma mín høvdu verið við. Sonur Ova Joensen eigur eisini eitt bræv, sum mamma hansara einaferð hevur givið honum. – Hetta er avrit av einum ógvu­liga persónligum brævi, sum mamma mín einaferð sendi Ova fyri at fortelja honum um meg, og í bræv­ inum framgongur eisini, at eingin ivi er um, hvør pápi mín er, sigur Bo Janoschka, sum ikki veit um onnur brøv millum mammuna og Ova. – Nú eg havi vitjað í Føroyum og havi hitt familjuna hjá mær í Nólsoy, havi eg fingið frið í hjartað – friðin, eg leingi havi bíðað eftir. Eg gleðist um, at ein hurð nú stendur opin fyri mær í Nólsoy, eins og hurðin hjá mær í Avstraliu eisini stendur opin fyri familjuni í Nólsoy, sigur Bo Janoschka, sum er 36 ára gamli sonur Ova Joensen, sála, sum nú fyrstu ferð hevur vitjað í Føroyum EG HAVI FINGIÐ FRIÐ Í HJARTAÐ Bo Janoschka, sonur Ova Joensen: Bo Janoschka (til høgru) saman við elsta beiggja og yngstu systir, Ova Joensen, Hans Sofusi (Ba) og Lenu Joensen MYND: EVY T. NIELSEN