Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 15 ÁRNI GREGERSEN Rættindi til 600 tons av botn­ fiski vóru seld á afturlatnari uppboðssølu. Tað vil siga, at afturlatin boð vóru latin Vørn og so fingu tey rættindi, sum høvdu hægsta boð. Prísurin fyri tey 600 tonsini, sum vóru boðin út endaði við at vera 3,40 krónur fyri hvørt kilo. Hetta eru 42 oyru hægri fyri rætt­indi til hvørt kilo enn tað, sum var selt á telefonuppboðssølu fyrr í vikuni. Og eftirspurningurin var eisini stórur. Rættindi til 1200 tons vóru boðin út, men samanlagt komu boð inn uppá 1235 tons av botn­fiski í russiska partinum av Barentshavinum. Afturlatin søla Uppboðssølan hesaferð var skip­ að so, at boðini skuldu latast Vørn í afturlatnum brævbjálva. Reglurnar siga so, at prísurin fyri rættindi til hvørt kilo er tann prísurin, sum tann av teimum, sum bjóð­aði lægst prís og kortini fekk lut í kvotuni. Í hesum føri átti Akraberg lægsta boði uppá 3,40 krónur fyri hvørt kilo. Tað vil siga, at hetta var so prís­ ur­in, sum hini sum fingu, eisini skulu gjalda fyri hvørt kilo. Ein onnur regla er eisini gald­ andi. Akraberg bjóðaði uppá rætt­ indi til 300 tons, men av tí at onn­ur bjóðaðu meira, so vóru bert 50 tons eftir Akraberg. Akraberg kundi so velja at krevja nýggja uppboðssølu – ella taka við teimum 50 tonsunum. Vørn ringdi til reiðarin fyri at vita, hvat Akraberg gjørdi. Akra­ berg tók við teimum 50 tonsum og so var uppboðssølan avgreidd við hesum úrsliti: Enniberg fekk 400.000 kg Gadus fekk 100.000 kg Sjúrðarberg fekk 50.000 kg Akraberg fekk 50.000 kg Tilsamans gav hetta 2.040.000 krón­ur fyri rættindi til 600 tons av botnfiski. PRÍSURIN HÆGRI OG EFTIRSPURNINGURIN VAR STÓRUR HESAFERÐ 600 tons av botnfiski vórðu seld fyri 3,40 fyri hvørt kilo Enniberg fekk rættindi at fiska 400 tons í russika partinum av Barentshavinum fyri 3,40 krónur fyri hvørt kilo ÁRNI GREGERSEN Royndaruppboðssølan skal svara nøkrum spurningum um, hvussu fiskivinnan skal skipast í fram­ tíðini. Og higartil eru eisini nøkur svar komin, men kortini má roynd­ar­ uppboðssølan eftirmetast, tá ið hon er liðug. Landsstýrismaðurin við fiski­ vinnu­málum, Høgni Hoy­dal, Tjóðveldi, heldur, at upp­boðs­ sølurnar higartil hava víst, hvat vinn­an sjálv heldur virðið er á rætt­ind­um at fiska. - Tað vóru eisini fleiri sum bjóð­ aðu nú hon var afturlatin, men enn er tað fyrst og fremst tey, sum frammaundan eru partar av fiski­ veið­uni eftir fiskasløgunum, sum verða seld á uppboði, sum bjóða, leggur hann afturat. Landsstýrismaðurin fegnast um, at onkur annar eisini bjóðar, men heldur at spurningurin um atkomiligheit til fiskirættindini enn er ein óloystur spurningur, sum má viðgerast, tá ið roydnar­ uppboðssølurnar eru avgreiddar, sigur hann. Á fyrstu afturlatnu upp­boðs­ søluni, har rættindini til 600 tons av botnfiski vóru seld, vóru tað skipini Enniberg, Gadus, Sjúðrar­ berg og Akraberg, sum keyptu kvotuna. -Tað hevði sjálvandi verið meira hugaligt um aðrir enn teir, sum framm­an­undan hava kvotu í Barents­havinum, høvdu bjóðað, men hetta mugu vit so meta um seinni, sigur Høgni Hoydal. Rættindini at veiða 600 tons av botnfiski í Barentshavinum vóru seld fyri í meðal 3,40 krónur fyri hvørt kilo. Landið fær góðar tvær milljón­ir krónur burturúr at selja rættindini. NØGDUR RÁÐHARRI VIÐ UPPBOÐSSØLUROYNDIR Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum er nøgdur við afturlatnu uppboðssøluna Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heldur, at royndaruppboðssølan gevur nøkur svar, men ikki øll