Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 14 Brandur Sandoy Borgarstjóri á Sandi Illgrunin ið eg hevði er nú staðfestur av rakstrarleiðaranum á SSL. Manningin hev­ ur fingið boð um at halda seg til 30 minuttir siglings- tíð. Ivist stórliga um hetta er sann- leikin, tí tað eru teir fægstu túrarnir ið halda hesa siglingstíð frá lagt verður frá landi, til klárt er at koyra í land. Rakstrarleiðarin gongur lætt um sannleikan. Koma seinkingar í, vegna nógv ferðafólk og bilar, so slepp­ur mann­ ingin ikki at koyra á motorarnar fyri at fáa seinkingarnar inn aftur. Harraboð av Tvøroyri. Hetta hoyrir ongastaðni heima, og hetta er at taka manningina av ræði, sum roynir sítt allarbesta at halda ferðaætlanina hjá Teistanum. At SSL brúkar altjóða avtalur um orkunýtslu sum argumentatión fyri at geva manningini harraboð um at spara olju umborð er at undir­meta manningina, og at halda okkum sum brúka farleiðina fyri turra rukku. Motorarnir á Teistanum skulu brúk­ast til at fáa eventuellar seink­ ingar vegna nógva ferðslu innaftur. Manglar í við tíð, skulu motorarnir koyra við fullari ferð, fyri at halda ferðaætlanina. So mugu undan­ førsl­urnar hjá SSL víkja. Teistin hevur klára at hild­ið ferðaætlanina árini framman­und­ an, og tað skal hann eisini nú, tað er eitt krav. Ført verður fram, at nú skal mann­ingin enntá standa við stopp­ uri og registrera sekundini, ið brúkt verða til siglingina, fyri at fáa fatur í hagtølum. Tað gevur onga meining fyrst at geva harraboð um at spara olju og sigla spakuliga, fyri síðani at brúka tølini til hagtøl. Bið heldur mann­ingina um at koyra so nógv á motor­arnar sum gjørligt, og gerð so hagtøl, tí so verður ríkiligt av tíð, og vit fáa fleiri túrar á farleiðini. SSL er úti á einum skráplani fyri tíðina, har man niðurlagar tænast­ una á Sandoyarleiðini. Nú er nokk. Ætlar man at taka túrar burtur av eini farleið har tað dagliga standa 10-40 bilar eftir á keini, so er ovboðið. Motorarnir eru til fyri at fáa ferð á, og teir skulu brúkast fult út til endamálið ið teir eru ætlaðir til. Vónandi tekur landsstýrismað­ urin Hendrik Old í herðatoppin á SSL, og fær hesi fólkini at skilja álvaran í støðuni. KJAK Bárður S. Nielsen Formaður Sambandsfloksins Tað hevur verið breið politisk semja um, at Føroyar eru neutralar í krígs­ høpi. Nú vil Lands­ stýrið broyta hetta. Løgtingið hevur samtykt, at Før­oyar skulu verða neutralar, tá krígsstøður íkoma. Hetta vil lands­ stýrismaðurin í uttan­ríkis­málum broyta, nú danski uttan­ríkis­ráð­ harrin kemur á vitjan. Landsstýrið vil vera við, at Fám­ jinsskjalið ikki er fylgt í sambandi við, at Danmark sendi stríðsflogfør og servandar hermenn til mið­eyst­ urs í kríggj. Fámjinsskjalið ásetur, at í mál­ u­m av týdningi fyri Føroy­ar skulu vit hoyrast, orðingin er: »I for­valt­ ningen af udenrigs- og sikker­heds­ politiske spørgs­mål af betyd­ning for Færøer­ne er det natur­ligt, at Fær­ø­erne med­ind­drages og har med­ind­flyd­else«. Hvussu fær Landsstýrið hetta til, at Føroyar skulu hoyrast, tá Dan­mark sendir stríðsflogfør og her­menn til miðeysturs, sam­stund­ is, sum vit vilja verða neutral, tá kríggj umræður. Føroyingar eru undantiknir herskyldu, vit rinda ikki fyri verju og Løgtingið hevur samtykt, at vit skulu verða neutral, tá krígsstøður íkoma. Um hetta skal broytast eiga vit at viðgera hetta væl og virðiliga í Løgtinginum, tí hetta kann fáa van­ lukkuligar fylgir fyri Føroyar. Er hetta bara enn ein roynd hjá 14. September samgonguni at skapa eitt stríð millum Føroyar og Danmark, sum ikki er til? Ætlar samgongan í kríggj? Danski uttanríkisráðharrin, Kristian Jensen. Løgtingið hevur samtykt, at Før­ oyar skulu verða neutralar, tá krígsstøður íkoma. Hetta vil lands­ stýrismaðurin í uttan­ríkis­málum broyta, nú danski uttan­ríkis­ráð­ harrin kemur á vitjan, skrivar Bárður S. Nielsen í viðmerkingini Motorar eru til fyri at brúka TÍÐINDI Tann 23. apríl í ár vóru 400 ár síðani, at høvundurin, sum av nógvum er sjálv ímyndin av leiklist, William Shakespeare, doyði. Og tað fara tey at hátíðarhalda við einum forkunnugum leiki á Ólavsøku, sum tey siga, verður helvt um helvt drekkispæl og framúrskarandi. Summi halda at Shakespeare er heldur háfloygdu, men á ólavsøku verður tað Shakespeare fyri fólkið, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi Tað er sjónleikarabólkurin, tey kanna Shakespearesystrarnar, sum fara at føra fram og tær siga, at tær hava, bæði lætt og skemt­ ingasamt, samantvinna teir ellivu leikirnar hjá Shakespeare, sum eru týddir til føroyskt. Shakespearesystrarnar eru Sóley Danielsen, Gunnvá Zacharia­ sen og Kristina Sørensen Ougaard, og tað er Hans Torgarð, sum leikstjórnar leikinum. Og tey siga, at leikurin tekur støði í føroyska áskoðarinum, og er lagaður til tann rætta Ólavsøkuandan. Leikurin varar í trý korter og verður spælur í Perluni í Tórsgøtu í miðbýnum í Havn fleiri ferðir alla ólavsøkuna.­ Hátíðarhalda Shakespeare á ólavsøku Tær tríggja Shakespeare­ systrarnar eru, frá vinstru, Kristina Sørensen Ougaard, Gunnvá Zachariasen og Sóley Danielsen