Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 ÁKI BERTHOLDSEN G ongst sum ætlað, verður Gamli Kommunuskúla­ garðurin í Havn skjótt ikki til at kenna aftur. Tórshavnar Býráð arbeiðir nevniliga við eini ætlan, sum fullkomiliga fer at broyta hetta plássið mitt í Havnini, við tí enda­ máli at lokka fleiri fólk oman í mið­ b­ýin. Býráðið ásannar, at í dag eru tað parkering og bilar, sum hava fyrstarætt í Gamla Komm­ unuskúlagarði. Men soleiðis verður ikki í fram­ tíðini, tí nú skal garðurin verða meiri hátíðarligur. Í framtíðini skal Býráðsplássið, sum tey kalla tað, vera eitt torg, sum skal verða eitt felags býarrúm, sum gongur frá bygningi til bygn­ ing, sigur býráðið. – Býráðsplássið skal vera eitt hátíðarligt býarrúm, sum hóskar til tað týdningarmikla virksemi, og teir sermerktu bygningarnar, sum eru rundan um torgið, sigur býráðið. Opið og smidligt Býráðsplássið er savningarstað í miðbýðnum og har verða verða røður hildnar, ítróttarlið verða heiðrað, og mótmælisfundir verða hildnir á plássinum. Men nú er endamálið at skipa plássið, so at tað verður bæði opið og smidligt, soleiðis at tað skal bera til at innrætta tað til ymisk enda­ mál. Til dagligt er ætlanin, at nýggja torgið skal verða eitt hátíðarligt pláss í miðbýnum, har nýggir beinkir og trø skapa smá, friðarlig tilhaldsøki. Samstundis skal ein básur við einum kunningarskugga upplýsir um tiltøk í kommununi. Og so skal tað eisini vera ókeypis internet á torginum. Benkur úr gróti skulu vera á torginum, men teir skulu kunna fellast niður í lendið. – Tá ið parkering er á plássinum, eru beinkirnir feldir niður í lendið, og síggast sostatt ikki. Men seinnapartarnar verða teir reistir aftur. Teir kunnu eisini verða reistir, tá ið serlig tiltøk eru um dagin og um vikuskiftini. Men sum heild kunnu einstakir benkur reisast og fellast niður í fleiri ferðir um dagin fyri at skapa eitt livandi býar­torg, sigur býráðið. Tá sleppa bilar ikki inn á plássið, tí tá skal tað bera til hjá fólki til gongu at steðga á ella at seta seg. Býráðið ætlar eisini at gera eina nýggja trappu við býráðshúsið og samstundis skal ein nýggj siti­ trappu gerast við Snarskivuna. Býráðið sigur, at træið, sum stendur við Vaglið verður varðveitt, og harafturat skulu tvey nýggj trø plantast afturat. Havnará latast upp Endamálið er harumframt at hava einvegis ferðslu eftir Áar­ vegnum, tí tað fer at bera til at lata Havnará uppaftur og at skipa uppi­ haldspláss framvið henni. Tey halda eisini, at Amtmans­ garðurin skal somuleiðis latast upp, soleiðis at tann grøni garð­ urin verður ein natúrligur partur av økinum og fyri at bøta um trivn­ aðin, skulu tey, sum eru til gongu, ella á súkklu, hava framíhjárætt framum bilarnar. Yvirhøvur er eitt endamál at fólk til gongu, og á súkklu, skulu hava framíhjárætt fram um bilar í miðbýnum, sigur býráðið. Miðbýurin í Havn skal vera meiri hátíðarligur Bilar skulu ikki longur hava fyrstarætt til Gamla Kommunuskúlagarðin í Havn. Tvørturímóti ætlar býráðið at har skal vera ókeypis internet og benkur, sum kunnu standa uppi, tá ið brúk er fyri tí, men sum kunnu fellast niður í lendi um dagin »Býráðs­ plássið skal vera eitt hátíðar­ ligt býar­ rúm« Gongst sum ætlað, verður Gamli Kommunuskúlagarðurin ikki til at kenna aftur, tí nú skal hann gerast til eitt opið og smidligt torg SOSIALURIN 81 FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016