hósdagur 14. juli 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016
SOSIALURIN 81
12
H
esi næstu árini skulu
fleiri parkeringshús
byggjast í miðbýnum
í Havn.
Tað er ein partur av eini mið
býarætlan, Tórshavnar Býráð
hevur lagt, og sum skal setast í
verk so við og við hesi næstu árini.
Parkeringsviðurskiftini hava
verið tann heilt stóri trupulleikin
í miðbýnum í Havn í nógv ár og í
nýggju miðbýarætlanini verður
dentur lagdur á at loysa tann
trupulleikan.
Í hesum sambandi verður arbeitt
við tí tey kalla eini miðfirraðari
parkeringsætlan fyri miðbýin. Tað
merkir, at miðbýurin ikki fær eitt
einstakt parkeringshús, men fleiri.
– Fyrimunurin við tí er, at bil
førarar kunnu altíð velja sær tað
bilhús, sum liggur nærmast við
hagar teir ætlar sær, siga tey.
Samstundis verður úrslitið av
eini miðfirraðari parkeringsætlan
við fleiri bilhúsum, at ferðslan fer
at spjaðast, so at tað slepst undan
bíðirøðum.
Tróndur Sigurðsson, formaður
í Byggi- og býarskipanarnevndini
hjá býráðnum, sigur, at nettupp tey
vánaligu parkeringsviðurskiftini
eru eitt av málunum, sum liggja
eina fremst í skránni hjá býráðnum
at fáa loyst.
Men hann sigur, at talan kann
eisini vera um loysnir, har býráðið,
og privat virki, ganga saman í eitt
samstarv um at gera parkerings
hús.
Tey fyrstu í miðbýnum
Í Miðbýarætlanini hjá býráðnum
verður víst á fleiri støð, har
parkeringshús kunnu byggjast.
Her verður hugsað um Skálatrøð,
Kongabrúnna, Bøkjarabrekku,
Tórsgøtu og á Hálsi.
– Tað slepst til øll plássini
beinleiðis frá innara Ringvegi ella
stórum innkoyringarvegi. Sostatt
fer tað at bera til at koma av
ringvegin oman í eitt parkerings
hús í miðbýnum, og soleiðis kann
gjøgnumgangandi ferðsla verða
beind úr miðbýnum.
Eftir Miðbýarætlanini skal tað
fyrsta parkeringshúsið byggjast
á Skálatrøð, inn ímóti berginum,
aftanfyri eitt møguligt tjóðleikhús.
Og sum ætlanin er, verður tað bygt
vestarliga á Skálatrøð, vestur ímóti
Østrøm og Valdemar Lützen, har
tað er mest víðført.
– Haðani verður innkoyring av
Landavegnum og Gríms Kambans
gøtu, og samstundis verður
ferðslan leidd burtur frá havnar
lagnum.
Annað parkeringshúsið skal
byggjast á Kongabrúnni. Eitt bil
hús har fer at slóða fyri, at tað ber
til at gera ferðsluna eftir Áarvegin
einvegis við tí í hyggju at lata
Havnará upp aftur seinni.
Í hesum sambandi verður par
keringshúsið bygt inn ímóti høga
hamrinum, undir Skansavegnum
og samstundis verður gøtan um
skipað við tað, at íbúðir skulu
byggjast framvið.
Fáa talgilda ávísing
Í Miðbýarærætlanini stendur, at
fyri at gera tað lættari at brúka
tey miðfirraðu parkeringsplássini,
verður eisini arbeitt við at seta eina
talgilda parkeringsávísing í verk.
Ein slík skipan ber í sær, at
longu táið bilførarar koma inn í
býin, verða teir kunnaðir um, hvar
parkeringspláss eru tøk.
Soleiðis verður ferðslan beind
hagar pláss eru og og tey, ið fara
at koyra runt at leita eftir plássi,
fara at fækka í stórum.
Ein talgild parkeringsávísing fer
at minka munandi um ferðsluna,
eitt nú í Vágsbotni, har ein stórur
partur av ferðsluni, sum nú er, er er
óneyðug, tí tað eru bilførarar, sum
leitar eftir parkeringsplássi, sigur
býráðið.
Lógin forðar fyri, at Tórshavnar
Býráð tekur pening fyri at lata bilar
parkera, og tað hevur gingið strilti
at fáa Løgtingið at samtykkja eina
skipan, har kommunur kunnu seta
eina skipan við gjaldsparkering í
gildi.
Men tað er einki sum forðar
einum privatum virki at gera eitt
parkeringshús og at lata bilar
parkera har afturímóti gjaldi, og
tað er hesin møguleikin, sum nú
eisini verður kannaður.
»Ferðslan
fer at
spjaðast,
so at tað
slepst
undan
bíði
røðum«
PARKERING
Í fyrstu syftu er tvey av teimum staðsett og tey eru bæði í miðbýnum
ÆTLA AT BYGGJA FLEIRI
PARKERINGSHÚS Í HAVN
Eftir framtíðarætlanini hjá býráðnum verður fyrsta parkeringshúsið bygt her á Skálatrøð. Men tað verður bara tað fyrsta av fleiri, og
samstundis skal talgild parkeringsávísing setast í verk, so at bilførarar sleppa undan at koyra runt at leita eftir parkeringsplássi