Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 28 JÓANNES HANSEN Kappróðrarárið er av álvara farið at halla. Í morgin verður sætti FM kappróðurin í summar. Tá ið hann verður av, bíðar bara stóra finalan, sum verður ólavsøkuaftan. Tað plagar at vera soleiðis, at fleiri FM heiti eru vunnin undan ólavsøku, og soleiðis verður tað eisini í ár. Tá ið róðurin í Vestmanna verður av, er tað rættiliga víst, at fleiri manningar fara til hús við vissuni um, at tær á ólavsøku fara at fáa handað FM steyp og gullkrónur. Fram til ólavsøkuaftan verður motivatiónin hjá øllum, at tað ræður um at seta punktum fyri hesum róðrarárinum við maner, og tað vil siga við bæði at vinna FM og ólavsøkuróðurin. Síðani síðsta leygardag hevur nógv verið tosað og skrivað um, at tað vóru líkindini, sum vóru orsøk til fleiri óvæntaðar sigrar á vestanstevnu. Fríska lotið ímóti bar við sær, at bátarnir nærri syðra landinum høvdu betri fyritreytir enn teir nærri bíggjarlandinum. At tað verður tosað soleiðis, og at ivi harvið verður sáddur, um tað nú vóru teir røttu vinnararnir, eigur at birta upp undir motivatión og vilja og villskapin, sum skal til, um tað skal eydnast at vinna. FM Favorittarnir Eysturoyingur er formliga ikki FM vinnari, men tað restar so lítið í, sum tað kann. Einasta treytin fyri, at FM heitið skal verða veruleiki hjá 10-mannafarinum hjá teimum á Glyvrum, er, at teir koma á mál í morgin og á ólavsøku, og hví skulu teir ikki tað. Svongdin eftir at vinna er ógvuliga stór á Skálafjørðinum, nú Drekin Reyði streyk avstað við sigrinum á Sørvági, og nú teir á Argjum í blaðnum mánadagin søgdu, at teir halda seg hava funnið aftur til hugburð, áræði og áralag, sum í 2014 bar FM heitið við sær, og sum í fjør bar við sær, at teir vóru við í FM stríðnum fram til síðsta takið í ólavsøkuróðrinum. Firvaldur við gentu­ manning og Rádni við kvinnu­manning hava vunnið fult stiga­tal higar­ til í ár. Tí liggur tað í luftini, at hesir báðir bátarnir í morgin fara at rógva seg til FM heitið, og tað sama er galdandi fyri 8-manna­ farið Nevið Reyða, sum vann á Sørvági, tá ið argasti kapping­ar­neytin hjá klaks­ vík­ing­um, Gull­brandur úr Fugla­firði, endaði á fjórða plássi. Smyril úr Vági er sera væl fyri í kappingini millum 6-manna­førini við monnum. Í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum og 5-mannafør við kvinnum er tað heilt tætt. Felags fyri báðar kappingarnar er, at tað eru tveir bátar, sum kappast um FM heitið. Hjá dreingjunum eru tað Fípan Fagra og Tjaldrið, og hjá kvinnunum eru tað Erla Kongsdóttir og Lómur. Barnaróðurin verður klokk­an 13.30, og tað verður farið undir FM kapp­róðrar­ nar klokkan 15.00 í morgin. ÍTRÓTTUR Barnaróður, dreingir Flaggið upp kl 1330 4 Falkur 5 Sílið 6 Royndin Fríða 7 Firvaldur 8 Títtlingur 9 (Ver) Jallurin 10 Tekla 11 Havfrúgvin 12 Ternan 13 Drekin 14 Ørnin   Barnaróður, gentur Flaggið upp kl 1350 3 Ørnin 4 Reyðkollur 5 Erla Kongsdóttir 6 Falkur 7 Frúgvin 8 Pílur 9 (Ver)Fípan Fagra 10 Sílið 11 Strípan 12 Royndin Fríða 13 Havfrúgvin 14 Spógvin 15 Kollur   6-mannafør, Master kvinnur Flaggið upp kl 1450 8 Gongurólvur           9 Riddarin                 10 Fortuna                   5-mannafør, gentur Flaggið upp kl 1510 4 Sílið  G                           5 Royndin Fríða  6 Beinta 7 Báran  G 8 Falkur 9 (Ver) Firvaldur     10 Drekin                11 Hulda                 12 Havfrúgvin         13 Kollur                   14 Pílur   G                Svalan (ikki við)          6-mannafør,  kvinnur Flaggið upp kl 1530 6 Skúgvur GG         7 Janrbardur            8 Sølmundur            9 (Ver) Rádni          10 Páll Fangi           11 Fortuna   G           5-mannafør, dreingir Flaggið upp kl 1550 4 Ritan                          5 Beinta                        6 Teistin                       7 Frúgvin                   8 Fípan Fagra G          9 (Ver) Tjaldrið          10 Junkarin                  11 Kollur  G                 12 Sílið                         13 Jallurin  G                 6-mannafør, menn Flaggið upp kl 1610 6 Lómur                       7 Riddarin                    8 Smyril                      9 (Ver) Hvessingur     10 Fortuna                   11 Gongurólvur          Páll Fangi (ikki við)          Strálan (ikki við)             5-mannafør, kvinnur Flaggið upp kl 1630 6 Frúgvin G                 7 Tekla                        8 Erla Kongsdóttir        9 (Ver)Teistin                10 Fípan Fagra              11 Drekin                      Blikur (ikki við)                8-mannafør Flaggið upp kl 1650 7 Gullbrandur                8 Argjabáturin  G          9 (Ver) Nevið Reyða     10 Knørrur G                 Miðvingur  (ikki við)      Tofta Regin (ikki við)                  10-mannafør Flaggið upp kl 1710 7 Ormurin Langi           8 Eysturoyingur            9 (Ver) Drekin Reyði     10 Havnarbáturin G Startrøðin á Fjarðastevnu 5-mannafør gentur 1 Firvaldur 35 2 Falkur 28 3 Drekin 22 4 Báran 21 5 Havfrúgvin 14 5-mannafør dreingir 1 Fípan Fagra 31 2 Tjaldrið 30 3 Junkarin 25 4 Frúgvin 24 5 Kollur 15 5-mannafør kvinnur 1 Erla Kongsdóttir 33 2 Teistin 32 3 Fípan Fagra 25 4 Tekla 18 5 Frúgvin 13 6-mannafør kvinnur 1 Rádni 35 2 Sølmundur 30 3 Páll Fangi 23 4 Fortuna 20 5 Jarnbardur 14 6-mannafør menn 1 Smyril 34 2 Hvessingur 31 3 Fortuna 22 4 Gongurólvur 18 5 Páll Fangi 10 8-mannafør 1 Nevið Reyða 33 2 Gullbrandur 29 3 Knørrur 26 4 Argjabáturin 22 10-mannafør 1 Eysturoyingur 34 2 Drekin Reyði 27 3 Havnarbáturin 26 4 Ormurin Langi 24 5 Suðuroyingur 3 6-mannafør kvinnur masters 1 Riddarin 7 Gongurólvur 6 3 Fortuna 3 STØÐAN Í FM FYRSTU FM VERÐA SETT UPP Á PLÁSS Næstsíðsti FM kappróðurin verður í morgin í Vestmanna, har tað um vikuskiftið verður fjarðastevna