Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 29 Meðan Hallur Hansson hevur vunnið sær fast pláss í Horsens, so verða næstu vikurnar avgerandi fyri, um Gilli Rólantsson Sørensen fer at halda fram í AaB, ella um hann møguliga flytur í annað felag GILLI OG HALLUR JÓANNES HANSEN Nýggja kappingarárið í donskum fótbólti fer av bakka­stokki hetta viku­ skiftið. Tveir dystir vera í kvøld, ein verður leygar­ dagin og sunnudagin eru tríggir dystir á skrá. Millum teirra er tann millum AaB og AC Horsens. Tað vil siga, at talan verður um uppgerð millum tveir føroyskar lands­liðs­spælarar. Hallur Hansson er nýggj­ ur á uppflytaraliðnum hjá AC Horsens. Hann flutti fyrr í summar úr Hjørring og Vendsyssel FF og suður til AC Horsens. Hóast hann er spildurnýggjur í felagnum, so hevur Hallur Hansson í venjingar­dystun­um upp undir kappingar­byrjan vunnið sær pláss millum teir fyrstu ellivu á besta liðnum, og tað er heilt nógv, sum bendir á, at hann verður á fram­rættað­ um mið­vallar­plássi í Aalborg seinna­partin sunnu­dagin. Tað er nógv, sum talar fyri, at tað verður ein føroyskur landsliðsspælari á hvørjum liðnum, tí Gilli Rólants­son Sørensen hevur í báðum venjingar­dyst­un­um hjá AaB verið millum teir fyrstu ellivu. Gilli Rólantsson Sørensen veit ikki rættiliga, hvør støðan hjá honum er í AaB, men hann veit hvat hann vil, og hvat hann ikki vil: – Eg eri nú 24 ára gamal, og higartil hevur tað fyri tað mesta verið sum skiftis­ spælari, at eg havi verið brúktur. Nú snýr tað seg um at fáa álit og spælitíð. Um tað ikki verður í AaB, so vóni eg, at tað fer at bera til at flyta í okkurt annað felag, áðrenn flytingargluggin letur aftur síðst í august. Um­boðs­maðurin hjá mær, Anfinn Gaard, tosar støðugt við leiðsluna í AaB, og tað eru feløg í bestu deildun­um í Danmark, Svøríki og Noregi, sum hava víst áhuga fyri at knýta meg at sær. Vil tað siga, at tú roknar við at flyta úr Aalborg? – Í løtuni er tað upp til mín at gera tað, sum skal til f y r i a t vinna fast pláss á liðnum, og eg vóni, at tað fer at eydnast, og at tað harvið verður friður um hetta. Eg havi verið nógv skadd­ ur, men síðani eg kom fyri meg eftir skaðan, ið eg fekk í lands­dyst­in­um ímóti Kosovo triðja juni, so hevur tað gingið væl. Vit hava spælt venjingar­dystir ímóti FC Nordsjælland og Silkeborg, og í báðum førum havi eg verið millum teir fyrstu ellivu, so nú vóni eg, at tað eisini sunnu­dagin verður pláss fyri mær, og at eg fái møguleika í fleiri dystum á rað at prógva, hvør dugur er í mær, sigur Gilli Rólantsson Sørensen. Tað er á vinstra bakki, at AaB hevur givið Gilla møgu­ leikan. – Hetta er ikki akkurát tað plássið, sum mær líkar best, tí tað at verja hevur ikki verið millum størstu dygdir­ nar. Eg síggi meg sjálvan sum um­stillings­spæl­arar, og royndirnar frá at spæla kantur, eru gagnligar í nýggja leik­lutin­um. Tað eru tvey og eitt hálvt ár síðani, at Gilli fór at spæla við AaB, og tað hevur verið nógv upp og niður: – Tíverri havi eg verið raktur av skaðum, sum hava havt við sær, at eg ikki havi verið so væl fyrireikaður, sum liðfelagarnir hava verið tað. Eg noyddist skaddur av vøllinum longu í trettanda minutti í 2-1 heimasigrinum ímóti Grikkalandi 13. juni í fjør. Tað bar við sær, at eg ikki var førur fyri at fyrireika meg saman við lið­feløgun­ um til kappingar­árið, sum tað varð farið undir fyri einum ári síðani. Tað tekur langa tíð at vinna sovorðið inn aftur, men nú hevur verið betri, og eg rokni við møgu­leikanum. Í summar var frítíðin í tíggju dagar. Síðani 15. juni hevur dags­skráin verið venjing tvær ferðir um dagin – á vøllinum og styrkis­venjing – og sunnu­ dagin verður tað álvari. At Hallur Hansson er millum mótstøðumenninar er merkisvert. Teir báðir – Gilli og Hallur – hava verið nógv saman á fótbóltsleiðini. Fyri fleiri árum síðani spældu teir saman í HB, og so vóru teir í Aberdeen og roynda seg. So vóru teir í AaB saman, og tá búðu teir saman í tað mesta av einum hálvum ári. Hallur Hansson fór til Føroya og spældi við Víkingi, áðrenn hann flutti til Vendsyssel. Gilli Rólants­ son helt fram í AaB, og nú er góður møguleiki fyri, at teir sunnudagin fara at standa yvir av hvørjum øðrum í fyrsta umfari í superliguni. Torført tíðarskeið Í fjør skrivaðu AaB og Gilli undir nýggjan trý ára sátt­mála. Tá var tað Kent Nielsen, sum var venjari. Eftir at tað fyrsta tíðar­ skeiðið var trilvandi í Aalborg, so funnu Gilli og Kent Nielsen væl út av tí, men so varð venjara­skifti. Kent Nielsen fór til OB og Odense, har tað nú spæla fýra av gomlu liðfeløgunum hjá føroyska spæl­aran­um, og Lars Søndergaard flutti úr SønderjyskE og aftur til AaB, har hann áður hevði verið ungdómsvenjari og hjálpar­venjari. – Tað er eingin loyna, at Kent Nielsen hevur verið áhugaður í at fáa meg at flyta úr AaB og til OB. Í fyrstu atløgu tók tað sína tíð at sannføra nýggja venjaran um, at tað var skilagott at geva mær møguleikan, men nú er møguleikin har, og so er tað upp til mín at taka av, sigur Gilli Rólantsson Sørensen, og hann heldur fram: – Í hesum geyminum er tað tor­ført at rokna fram­ tíðina út. Tað ræður um hjá feløgunum at vinna fót­ bólts­dystir. Men tað ræður eisini um at tjena pengar. Tí er tað at keypa og selja spælarar ein partur av tí. So tú veist ikki, um tú so at siga ert keypt­ur ella seldur. Fyri meg hevur tað ikki so stóran týdning, hvar eg fari at spæla. Tað týdn­ingar­ miklasta er, at eg, nú eg eri 24 ára gamal og havi verið við í hesum í fleiri ár, fái høvi at vísa, hvør dugur er í mær. Vónandi fer tað at gangast væl í AaB, og um tað ikki verður her, so vóni eg, at tað verður onkra aðra staðni. Kemur tað óvart á leiðslu­na í felagnum, at tú meldar so greitt út? – Yvir­høvur ikki. Eg havi tosað nógv ið ítróttar­stjóran Allan Gaarde og við venj­ar­ an um hetta. Teir hava givið til kennar, at teir fegnir vilja hava, at eg haldi fram í felagnum, og at teir harvið hava brúk fyri mær. Tað eri eg fegin um, men nú ræður tað um hjá mær at fáa høvi at spæla regluliga og harvið eisini at styrkja um mína støðu á landsliðnum, har eg ikki enn havi vunnið mær fast pláss. Útgangsstøðið er lakari Síðsta kappingarár endaði AaB á fimta plássi. Harvið eru Gilli Rólantsson Sørensen og liðfelagar hansara ikki við í europeisku kappingunum í hesum umfarinum. Í fjør bar liðið orð fyri at spæla ógvuliga væl, tá ið tað gekk væl, men so vóru tað dystir og tíðarskeið, tá ið tað gekk minni væl. Hvussu eru tit fyri nú sam­mett við síðsta kapp­ ingar­ár? – Í útgangsstøðuni eru vit ikki so væl fyri, sum vit vóru. Tað kemst av, at fleiri góðir spælarar eru seldir, og at nýggju spælararnir skulu vísa, hvør dugur er í teimum. Eitt nú eru seks ungir spælarar fluttir upp í besta hópin. Tað kennist aftur á venjingunum, men vit arbeiða miðvíst, og vit vóna, at framgongdin verður skjót og góð. Kanska eru vit tað felagið, sum hevur verið minst virkið í at keypa spælarar í summar, sigur Gilli Rólantsson Sørensen. Dysturin millum AaB og AC Horsens verður klokkan 15.00 sunnudagin, og hann verður at síggja á Eurosport DK rásini. bresta saman