Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 30 ÍTRÓTTUR ANDRE OLSEN Mikukvøldið á midnátt lat flyt­ ingar­vindeygað í føroyskum fót­ bólti aftur á hesum sinni. Tað var tá seinasta freist hjá feløgum í Effo- deildini at styrkja sær um hópin til seinnu hálvu. Samanumtikið fóru nøkur skiftir fram meðan hetta flytingar­ vindeygað varð opið. Tað eru serliga niðaru liðini sum hava styrkt seg meira enn tey ovaru liðini, men eisini okkurt av oddaliðunum hevur fingið fleiri nýggj andlit inn hetta flytingarvindeygað. Vit gera her eina gjøgnumgongd um flytingarvindeygað, har vit taka felag fyri felag, og viðgera teirra útlit til seinnu hálvu Oddaliðið, KÍ, er einasta felag í landinum, sum ikki hevur gjørt nakra broyting í hópinum í summar­ steðginum. Inn: Eingin Út: Eingin Tað hevur verið friðarligt í Klaksvík í summar tá tað kemur til leikaraflytingar. Eingin leikari kom til felagið í hesum flytingarvindeyganum, meðan heldur eingin leikari fór avstað. Í samrøðu við in.fo mikukvøldið, segði Jóhann Lutzen, ítróttarstjóri í KÍ, at teir sjálvandi høvdu viðgjørt møguleikan um at styrkja um hópin meðan flytingarvindeygað var opið, men at teir heldur valdu at stóla uppá verandi hóp, sum hesar seinastu mánaðirnar hevur verið suverent tann besti í Føroyum. Vit vænta um KÍ í seinnu hálvu: Tað eru nýggjar tíðir í Klaksvík í ár. Felagið sum seinastu nógvu árini hevur havt høgar væntanir um seg sjálvt, og sum næstan hvørjaferð hevur skuffað stórliga, sær í ár út til at fáa besta úrslitið í nýggjari tíð. Málsetningurin undan kappingarárinum var at felagið skuldi luttaka í evropeiskari kapping komandi ár, og tann málsetningurin er longu nú so gott sum tryggjaður. Flestu fótbóltsfólk í Føroyum meta longu nú KÍ sum stórfavoritt til FM vinnara í 2016. Tað skal tí ganga heilt óvanliga illa í hond hjá KÍ í seinnu hálvu, um teir ikki skulu standa eftir við onkrum gullmerkið, tá kappingarárið er av, tí KÍ er eisini partur av steypafinaluni. Vit tippa KÍ at vinna FM. Inn: Símin Hansen, Jobin Drangastein, Rógvi Poulsen, Dion Splidt, Andras Brixen og Beinir Ellefsen Út: Eingin AB hevur aftur í ár styrkt sær nógv um liðið til seinnu hálvu. Men talan er í næstan øllum førunum um leikarar sum áður hava spælt við AB. Tað er einans Símin Hansen, sum er heilt nýggjur í AB samanhangi, av teimum sum eru komnir til í summarsteðginum. Hjá AB hevur eingin frágongd verið heldur, og er talan tí mestsum um eitt nýtt AB lið til seinnu hálvu í mun til fyrru hálvu. Ein av stóru trupulleikunum hjá AB í fyrru hálvu var at hópurin var ov tunnur. Tað er hann ikki longur. Vit vænta av AB í seinnu hálvu: Tað er ein sannroynd at AB altíð fær fleiri stig í seinnu hálvu enn í fyrru hálvu. Tað eru stór útlit fyri at tað aftur í ár kemur at henda. Men AB hevur longu nú fimm stig upp til yvirliving, og spurningurin er, um tað ikki kemur at vera ov nógv. Vit hava trupult við at síggja fyri okkum at Skála og TB koma at seta til allar dystirnar í seinnu hálvu. Tey koma bæði eisini at fáa stig, og tí bendir nógv á at AB kemur at vera ov stutt til at bjarga sær í deildini hetta kappingarárið. Vit vænta tí at AB flytir niður Inn: Eingin Út: Heri Mohr, Símin Hansen og Poul Ingason HB hevur hetta flytingarvindeygað bara mist út úr hópinum. Eingin nýggjur leikari er knýttur at felagnum, meðan felagið hevur sagt farvæl við Poul Ingason, Símin Hansen og Hera Mohr. Fyri uttan Poul Ingason, er talan tó um leikarar sum hava havt lítlan týdning á liðnum hjá HB í fyrru hálvu, og skuldi tað tí ikki merkt liðið stórvegis í seinnu hálvu. Vit vænta av HB í seinnu hálvu: HB fekk undan summarsteðginum tveir týðandi sigrar móti botnliðunum AB og B68. Og HB hevur eina góða skrá komandi mánaðin, har teir hava fýra heimadystir á rað. Megnar HB at fáa fulla úrtøku burturúr øllum teimum dystunum, meldar HB seg av álvara í Evropa stríðið aftur, og er tað tá væl møguligt at enda millum fýra tey ovastu. Men vit hava allíkavæl torført við at síggja HB taka evropaplássið frá nøkrum av teimum feløgunum sum í løtuni liggja omanfyri HB í tí langa løbinum. Vit vænta tí at HB endar har sum KÍ endaði í fjør, beint uttanfyri evropaplássini. Inn: Rasmus Andersson og Rógvi Egilstoft Nielsen Út: Eingin Uppflytararnir av Skála hava styrkt sær um hópin hetta flytingarvindeygað. Eingin leikari er farin úr hópinum, meðan felagið hevur tilgongd fra svenska Rasmus Andersson, sum millum annað hevur royndir frá Allsvenskan, umframt eisini EB/Streyma liðskiparanum, Rógva Egilstoft Nielsen, sum kemur at spæla við Skála tað sum eftir er av kappingarárinum. Vit vænta av Skála í seinnu hálvu: Skála hevur longu nú eitt stórt glopp niður til niðurflytingarstrikuna. Tað skal tí ganga heilt illa hjá Skála í seinnu hálvu, um felagið skal blíva yvirhálað í niðurflytingarstríðnum. Og tá hugsað verður um, at Skála bara hevur styrkt um hópin í mun til í fyrru hálvu, duga vit illa at síggja fyri okkum at Skála kemur at flyta niður. Skála kemur tí at yvirliva, sum eisini var málsetningurin hjá felagunm undan kappingárinum. SOLEIÐIS FARA LIÐINI TIL SEINNU HÁLVU Flytingargluggin afturlatin Fá her eitt yvirlit yvir flytingarvindeygað á hesum sinni, har vit eisini gera okkara metingar um, hvussu tey ymisku liðini í Effo- deildini standa seg til seinnu hálvu