Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JULI 2016 SOSIALURIN 81 31 Høgni Madsen skifti í hesum flytingarvindeyganum frá verandi føroyameistarunum B36 til NSÍ Inn: Finnur Justinussen Út: Bárður Hansen, Jobin Drangastein og Elias Rasmussen Víkingur er liðið, sum hevur best møguleika fyri at fáa KÍ aftur í FM-stríðnum. Felagið liggur í løtuni á einum øðrum plássi við sjey stigum færri enn KÍ. Í flytingarvindeyganum hesa ferð, fóru nakrar flytingar fram í Víkingi. Felagið fekk tilgongd av fyrrverandi málrevinum í felagnum, Finni Justinussen, sum kemur til frá danska felagnum Fremad Amager. Hann er maðurin sum hevur mangla í Sarpugerði nógvar dystir í ár, tí at felagið hevur verið fyri uttan ein beinleiðis áleypara. Allíkavæl hevur liðið skotið heili 32 mál, sum er triðflest í Effo-deildini. Til FM stríðið er tað tó ein dyggur smeitur at suvereni høgri bakkurin tey seinastu árini, Bárður J. Hansen, nú ikki longur er partur av felagnum. Hann flutti hetta flytingarvindeygað úr felagnum til danska felagið Fremad Amager, sum nýliga er flutt upp í næstbestu donsku deildina. Eisini eru Jobin Drangastein og Elias Rasmussen farnir úr felagnum hetta flytingarvindeygað. Vit vænta av Víkingi í seinnu hálvu: Gongdin í Víkingi í ár, líkist nógv gongdini hjá Víkingi seinastu nógvu árini. Liðið hevur longu spælt seg í steypafinaluna, men liðið hevur framvegis lutfalsliga langt upp til fyrsta plássið, hóast teir í løtuni liggja nummar tvey. Vit vænta ikki at Víkingur kemur at fanga KÍ aftur, men teir koma heilt sikkurt at enda millum trý tey ovastu tá árið er av. Inn: Jákup Pauli Breckmann, Heri Mohr, Heine Mortensen, Aron Sørensen, Hanus Mortensen, Poul Ingason og Casper Radza Út: Hervé Din Din og Joslain Mayebi TB er tað liðið í Effo-deildini sum hevur heintað flest leikarar inn hetta flytingar­ vindeygað. Ikki færri enn sjey nýggir leikarar eru knýttir at TB hópinum til seinnu hálvu, í mun til í fyrru. Av teimum sjey eru tað serliga tríggir profilar, ið koma at styrkja TB liðið nógv. Teir eru málverjin Casper Radza, verjukendi Heine Mortensen og áleyparin, Poul Ingason. TB hevur eisini í summarsteðginum sagt farvæl við tveir útlendingar, sum eru málverjin Joslain Mayebi, og áleyparin Hervé Din Din. Vit vænta av TB í seinnu hálvu: TB hevur í løtuni góð kort á hondini til seinnu hálvu. Felagið er longu nú fimm stig frammanfyri AB í niðurflytingarstríðnum, umframt at felagið hevur ein royndan og dugnaligan venjara. Hóast AB væntandi kemur at fáa væl fleiri stig í seinnu hálvu, er tað stórliga ivasamt um AB megnar at fáa TB aftur. Vit vænta tí at TB kemur at yvirliva í Effo-deildini, har lykilin til yvirlivingina kemur at vera samstarvið í álopspartinum millum Albert Adu og Poul Ingason, sum saktans kunnu gerast eitt vandamikið álopspar í deildini. Inn: Odmar Færø og Eli F. Nielsen Út: Høgni Madsen Tvífaldu føroyameistararnir úr B36 hava broytt nakað um hópin, meðan hetta flytingarvindeygað hevur verið opið. Miðvallarin Høgni Madsen er ikki longur partur av felagnum, og er hann loystur av, av miðvallarprofilinum frá liðnum í fjør, Eli F. Nielsen, sum kemur til úr Danmark. Eisini er ein annar profilur frá í fjør, knýttur at liðnum aftur. Tað er landsliðsleikarin, Odmar Færø, sum í fjør var besti verjuleikari í føroysku kappingini. Vit vænta av B36 í seinnu hálvu: Tað hevur ikki hilnast eins væl hjá B36 í ár, sum seinastu tvey kappingarárini. Men felagið hevur verið óvanliga nógv darvað av skaðum í ár, har mestsum allir lyklaleikararnir hava roynt at sitið uttanfyri við skaða. Vit vænta tí at um B36 hópurin kemur at vera nøkunlunda intaktur alla seinnu hálvu, skuldi felagið klára at spælt seg til evropeiska luttøku komandi ár. Men verður støðan tann sama sum í fyrru hálvu, er tað ein reellur vandi, at HB kann stjala seinastu evropeiska plássið frá B36. Inn: Elias Rasmussen, Ingi Sørensen og Heri Nesá Út: Oliver Korch og Bogi Reinert Petersen Í ÍF hevur nakað av flytingum verið hetta flytingarvindeygað. Felagið mátti tíðliga siga farvæl við Oliver Korch og Boga Reinert Petersen, sum báðir eru farnir til Danmarkar. Sum avloysara fyri teir, hevur ÍF fingið nøkur nýggj andlit í hópin. Teir eru U-21 landsliðsmálverjin Elias Rasmussen, sum felagið hevur leiga í Víkingi, fyrrverandi Víkinga leikarin, Ingi Sørensen, og eisini fyrrverandi ÍF leikarin, Heri Nesá, sum allir koma at vera partur av felagnum í seinnu hálvu. Vit vænta av ÍF í seinnu hálvu: ÍF liggur aftur har í ár sum teir hava ligið seinastu trý kappingarárini á rað. Felagið er longu nú so gott sum tryggjað undan niðurflyting, meðan felagið framvegis hevur eitt glopp upp til ovaru liðini. Vit vænta ikki at ÍF kemur at fáa nakað av ovaru liðunum aftur, og vit vænta heldur ikki at nakað av niðaru liðunum fær ÍF aftur. Felagið kemur tí at enda har sum teir í løtuni liggja. Inn: Høgni Madsen, Betuel Hansen og Tobias Wittus Olesen Út: Jóhan Jacobsen NSÍ er tað av oddaliðunum sum hevur styrkt seg nógv mest hetta flytingarvindeygað. Heili tríggir nýggir leikarar eru knýttir at Effo-hópinum í Runavík til seinnu hálvu. Felagið heintaði tíðliga Høgna Madsen inn, eftir at Høgni Madsen og B36 valdu at steðga sáttmálanum. Eisini kom lokali Betuel Hansen heim aftur til felagið hetta flytingarvindeygað, eftir at hann seinastu árini hevur spælt við danska felagnum Silkeborg. Á seinasta degnum í flytingarvindeyganum, heintaði NSÍ ein seinasta leikara. Felagið var tá fyri uttan høgra bakk, av tí at vanligi høgri bakkurin, Jóhan Jacobsen, nú flytir niður til Danmarkar at ganga í skúla. Tað verður tí danski Tobias Wittus Olesen, sum kemur at loysa Jóhan Jacobsen av á høgra bakki til seinnu hálvu. Hann kemur, eins og Betuel Hansen, frá danska felagnum Silkeborg. Í NSÍ hópinum til seinnu hálvu, verður Einar Tróndargjógv eisini tøkur aftur. Hann hevur verið niðri í Danmark mesta partin av fyrru hálvu, og má tað tí mestsum metast sum ein nýggjur leikari í hópinum, tá hann ikki hevur verið við seinastu mánaðirnar. Vit vænta av NSÍ í seinnu hálvu: Eftir lemjandi tapini hjá NSÍ í Klaksvík, vóru fleiri spurnartekin sett, um NSÍ yvirhøvur fór at enda millum fýra tey ovastu liðini tá hetta kappingarárið fór at vera av. Men seinastu dystirnar undan summarsteðginum vístu runavíkingar øllum atfinningum aftur. Felagið vann tá týðandi heimadystir móti Víkingi og B36, sum vóru nógv meira enn bara vanligir sigrar. NSÍ hevur nevniliga havt stórar trupulleikar seinastu árini av júst Víkingi og B36, og kennist tað tí mestsum sum ein forloysing fyri teir at vinna júst teir dystirnar. Við støðið í gongdini undan summarsteðginum, vænta vit tí eisini at NSÍ kemur at enda millum fýra tey ovastu tá kappingarárið er av Inn: Oddur Højgaard og Damir Ibric Yuksel Út: André Olsen, Ivan Joensen, Fríði Sigurðsson og Hákun Edmundsson Hjá tí niðasta liðnum, B68, hevur nakað av broytingum farið fram hetta flytingar­ vindeygað. Fýra leikarar eru farnir út úr felagnum, meðan fyrrverandi B68 verjuleikarin, Oddur Højgaard, og bosniski áleyparin, Damir Ibric Yuksel, eru nýggj andlit í felagnum. Eisini á venjarasíðuni er skift út. Eftir vánaligu úrslitini í fyrru hálvu, har felagið ikki so frætt sum vann ein einasta dyst, fekk íslendski Páll Guðlaugsson sekkin í felagnum, og er hann avloystur av hjálparvenjaranum Oddur Olsen. Vit vænta av B68 í seinnu hálvu: Tað tykist mestsum ein vónleys uppgáva hjá nýggja B68 venjaranum, Oddur Olsen, at fáa B68 at hanga í deildini. Tað skal eitt størri undur til, um tað skal henda. Felagið hevur eisini eina trupla byrjan í Effo-deildini aftaná steðgin, har felagið teir fyrstu fýra dystirnar skal møta øllum teimum fýra ovastu liðunum. Tapur felagið allar teir fýra dystirnar – sum stór útlit eru fyri – er liðugt hjá B68. Vit vænta tí at B68 kemur at flyta niður úr Effo-deildini