mánadagur 18. juli 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FØROYINGAR SKULU
LATA 120 MILLIÓNIR
Í MENNINGARHJÁLP
Vit røkja ikki okkara skyldu sum eitt kristið fólk, tí hóast vit eru eitt av heimsins ríkastu londum,
hugsa vit ov nógv um okkum sjálvum, heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin
Áki Bertholdsen
– Tað hvílur ein stór ábyrgd
á okkum, sum kalla okkum
kristin, at hjálpa øðrum, sum
eru verri fyri enn vit.
Tað heldur Bill Justinus
sen, tingmaður fyri Mið
flokkin.
Tí verður tað eisini eitt
politiskt mál hjá flokkinum
at finna politiska semju í Løg
tinginum um at føroyingar
skulu lata nógvar ferðir
meiri í menningarhjálp, enn
vit gera nú.
Og hann væntar eisini, at
Miðflokkurin fer at leggja
uppskot um hetta fyri Løg
tingið í heyst.
Hann heldur, at hóast før
oyingar eru eitt av heimsins
ríkastu londum, hugsa vit
alt ov nógv um okkara egnu
vælferð og alt ov lítið um tey,
sum eru í neyð úti í heimi.
Hann er greiður yvir, at
hvør sær eru føroyingar
rættiliga gávumildir, men
hann saknar, at vit sum land
og tjóð vísa størri næstakær
leika fyri teimum, sum líða
neyð.
Eitt vanligt sjónarmið er,
at vit hava nokk at brúka
pengar til her heima hjá
okkum, tí eisini her, eru tað
mong, sum líða neyð, og at
vit eiga at hjálpa teimum
fyrst, áðrenn vit lata øðrum
pengar í menningarhjálp.
Bill Justinussen heldur,
at við tí hugburðinum verð
ur aldrin eitt oyra latið í
menningarhjálp, tí tað ber
altíð til at finna onkran, sum
ikki hevur tað so gott, sum
ynskiligt var.
Ung fyri Miðflokkin hava
sett
kikaran
á
føroyska
menningarhjálp, og í tí sam
bandi staðfesti Bill Justinus
sen, at í ár játta føroyingar
bara eina millión í neyðhjálp
til fólk, sum eru rakt av
náttúruvanlukku og kríggi
og í ár er øll játtanin farin til
neyðstødd í Sýria í sambandi
við kríggið har.
Harafturat hava føroy
ingar latið 3,5 milliónir í
menningarhjálp, ella menn
ingarsamstarvi,
sum
tað
verður kallað nú á døgum.
Tilsamans brúka tey ríku
londini í heiminum 700 milli
ardir krónur um árið upp á
menningarsamstarv við fá
tæk lond.
Heilt langt eftir á mál
Bill Justinussen vísir á, at ST
sett sær sum mál, at hvørt
land skal lata 0,7 prosent
av bruttotjóðarúrtøkuni í
menningarhjálp.
Tað eru fá lond, ið lúka
tær treytirnar, men tað leyp
ir í eyguni, at á hesum øki
eru føroyingar eftirbátar so
tað munar, tí vit lata bara
3,5 milliónir krónur, ella góð
0,02 prosent av bruttotjóðar
úrtøkuni í menningarhjálp.
Men skuldu vit gingið
stevnumiðunum hjá ST á
møti, skuldu vit, runt roknað,
latið 35 ferðir so nógv, sum
vit lata í dag, ella góðar 120
milliónir í menningarhjálp.
Bill Justinussen heldur,
at sjálvsagt eiga føroyingar
at ganga undir stevnumiðini
hjá ST og at hækka játtanina
til menningarsamstarv upp
í góðar 100 milliónir krónur
um árið.
Hinvegin ásannar hann
eisini, at tað verður ringt at
fáa politiska undirtøku fyri
eini so stórari hækking.
– Hvørja ferð, vit bóru tað
upp á mál í farnu samgongu
at hækka játtanina til menn
ingarhjálp, fingu vit bara at
vita, at so máttu vit taka tað
av játtanini til heilsuverkið,
sum vit umsótu í lands
stýrinum.
– Tað er eitt sindur primi
tivur hugsunarháttur, men
tað sigur eitt sindur um støð
una hjá føroyskum politik
arum, heldur tingmaðurin
fyri Miðflokkin.
Hann sigur, at skal polit
isk undirtøka fáast fyri at
lata meiri í menningarhjálp,
má tað sostatt gerast so líð
andi, so at tað ikki merkist
so nógv.
– Tað fæst aldrin undir
tøka fyri at hækka játtanina
til menningarhjálp í einum
høggi, tí so skal tað takast frá
onkrum øðrum, sum síðani
fær skerda játtan.
– Eg haldi, at eitt gott mál,
politiska skipanin í Føroyum
kundu sett sær, var, at um
eini 15 ár skulu vit ganga
stevnumiðini hjá ST á møti
fyri, hvussu nógv vit eiga at
lata í menningarhjálp, sigur
tingmaðurin fyri Miðflokkin.
Í hesum sambandi kundi
tað verið eitt mál hjá okk
um at hækka játtanina á
fíggjarlógini til menning
arhjálp einar fimm milliónir
krónur um árið hesi næstu 15
árini, heldur Bill Justinussen.
Kann verða ein
fyrimunur
Bill Justinussen vísir á, at
játtanir til menningarsam
starv er ikki ein útreiðsla
burturav.
– Nú á døgum eitur at
menningarsamstarv,
nett
upp tí at talan er um eitt
samstarv ímillum móttak
araland og gevara land um
ávísar verkætlanir.
Føroysk menningarhjálp
merkir sostatt eisini føroysk
arbeiðspláss, tí tað verða í
ein ávísan mun, føroyingar,
sum fara út í heim at vera
við í verkætlanum, menn
ingarhjálpin verður latin til.
Ein máti at gera tað
uppá, kundi verið at býtt
føroysku
játtanina
til
menningarsamstarv sundur
ímillum nøkur av aðalráðun
um í landsstýriunum.
– Ein gongd leið kundi
verið, at Mentamálaráðið
fekk ein ávísan part av játt
anini, og í tí sambandi kundi
so Fróðskaparsetrið kanska
skipa fyri, hvussu tann játt
anin varð brúkt.
– Tað kundi kanska verið
spennandi hjá føroyskum
lærarum at farið í eitt menn
ingarland at bygt upp ein
læraraskúla fyri pengarnar,
heldur Bill Justinussen.
Og Bill Justinussen held
ur,
at
somuleiðis
kundi
samferðsluráðið fingið eina
játtan til menningarsam
starv, har fólk frá Landsverki
síðani vórðu sendir í eitt
menningarland at verið við
til at ment undirstøðukervið
har.
Sami leistur kundi eisini
verðið brúktur í Heilsumála
ráðnum, har heilsustarvsfólk
úr Føroyum, fóru út í heim
við síni vitan, men serliga
hugsar hann sær, at Fiski
málaráðið fekk eina játtan,
so at føroyskir fiskimenn
kundu farið í okkurt menn
ingarland og lagt teimum
lag á at fiska, tí har eru før
oyingar serfrøðingar.
–
Menningarsamstarv
ímillum Føroyar, og menn
ingarlond, kann eisini vera
ein stórur vinningur fyri
Føroyar, tí tað kann knýta
sambond og skapa okkum
vinnuligar møguleikar. Ein
hjávinningur er, at vit knýta
sambond ímillum londini, og
sum frá líður kann tað fáa
stóran týdning, heldur Bill
Justinussen.
LÍTIÐ KRISTILIGT
NÆSTAKÆRLEIKI
Bill Justinussen saknar, at vit, sum land og tjóð, vísa
størri næstakærleika fyri teimum, sum líða neyð og
tí heldur hann, at vit eiga at føroyska játtanin til
menningarhjálp eigur at verða faldað við 30
Stevnumiðini hjá ST eru, at tey ríku londini skulu lata 0,7 prosent av
bruttotjóðarúrtøkuni í Menningarhjálp. Men hendan talvan, sum Bill Justinussen
leggur fram, vísir, at tað eru ógvuliga fá lond, sum lúka tær treytirnar.
Men talvan vísir eisini, at føroyingar lata so nógv minst av øllum