Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82 Áki Bertholdsen – Óttin hjá føroyingum fyri, at Føroyar verða mus­limsk- ar, bara tí at taka ímóti nøkr­ um flóttafólkum, má manast í jørðina. Tað heldur Bill Justinus- sen, tingmaður fyri Mið- flokk­in. Ung fyri Miðflokkin hava sett kikaran á spurningin um neyðhjálp, menningarhjálp og flóttafólk og í hesum sam­ bandi sigur Bill Justinussen, at hann heldur, at eisini Før­ oyar eiga at taka ímóti flótta- fólkum. Men hann heldur eisini, at ræðumyndin, nógvir før­ oy­ingar sita við, um, at mus­ limar fara at yvirtaka før­ oyska samfelagið fyri tað, má beinast í jørðina. – Tað fer avgjørt ikki at koll­renna føroyska sam­ fe­lagið, at vit taka ímóti nøkrum flóttafólkum, heldur hann. Tvørturímóti heldur hann, at høvdu vit tikið ímóti flótta­fólkum, hevði tað latið eygu okkara upp fyri, hvussu ringt summi fólk hava tað. – Spurningurin um flótta­ fólk verður gjørdur ov ein­ faldur. Tað eru tvey sløg av flóttafólkum, í fyrra lagi eru tað fólk, sum søkja um frið­ skjól, og so eru tað tey flótta- fólkini, ST viðurkennur sum flóttafólk, tí umstøðurnar í heimlandinum eru soleiðis, at tey kunnu ikki vera har. ­– Hetta eru ikki bara flótta­fólk úr muslimskum lond­um, tí tey koma nógva staðni frá, og tað eru eisini nógv kristin flóttafólk. – Skulu vit taka flóttafólk, kunnu vit velja, hvørji flótta­ fólk, vit skulu taka ímóti. Vit kunnu taka ta støðu at taka ímóti kristnum flóttafólkum fyri at taka eitt dømi. Men vit kunnu eisini taka ímóti flóttafólkum úr Afrika, hað­ ani eisini milliónir av flótta­ fólkum eru. – Skulu vit taka ímóti flótta­fólkum, høvdu vit allar­ helst tikið ímóti flótta­fólk­ um, sum ST hevur viðurkent sum flóttafólk, tí vit høvdu neyvan tikið ímóti teimum flóttafólkum, sum fara heim­ anífrá við tí endamálið at søkja um friðskjól í Evropa. Bill Justinussen heldur, at í sambandi við flóttafólk, kundu føroyingar havt Ís­ land sum fyrimynd, ið tekur ímóti tíggjutals flóttafólkum um árið. Bara í ár tekur Ís­ land í upp ímóti 100 flótta­ fólk­um. Bill Justinussen heldur, at í Føroyum kundu vit sakt­ans tikið ímóti einum 10 flótta­ fólkum um árið, tí tað høvdu vit klárað sum einki, heldur Bill Justinussen. ­– So vóru vit við og tóku ein part á okkum, leggur hann afturat. Ikki muslimar Men bill Justinussen heldur ikki, at vit skulu taka ímóti muslimskum flóttafólkum, í hvussu so er ikki hesi fyrstu árini. – Vit eiga at taka flótta­ fólk, sum hava áleið sama virðisgrundarlag, sum vit, sigur hann. Hann heldur, at fara vit at taka ímóti muslimskum flótta­fólkum, sum hava eitt virðisgrundarlag, sum er heilt øðrvísi enn okk­ara, fara vit at fáa ein mentanar­sam­ anbrest í Føroyum, sum vit kanska ikki klára. Hann ásannar, at tað er lítið kristiligt at býta neyð­ stødd sundur eftir trúgv. – Men vit mugu ásanna veruleikan, og hann er, at vit fáa ikki stjórnað Før­oy­ um eftir tí kristiliga virðis­ grundarlag, vit vilja. Eg haldi ikki, at tað eru tær kristnu samkomurnar, sum so nógv ímóti muslimum, men tað er ein sannroynd, at sum heild er øgiliga stór mótstøða í Føroyum ímóti muslimum. Men tað eigur ikki at forða okk­um í at hjálpa øðrum. – Fara vit tí at taka mus­ limsk flóttafólk, er integra­ tiónin dømd at miseydnast, heldur hann. Hinvegin heldur hann, at taka vit onnur flóttafólk, kann tað tæða lendið, so at vanligi føroyingurin sær, at tey eru ikki so farlig og tað kann slóða fyri, at føroy­ing­ ar eisini fara at góðtaka mus­ limsk flóttafólk sum frálíður. Lunkað Spurningurin um at Før­ oyar skulu taka ímóti flótta­ fólkum hevur verið uppi fleiri ferðir og politiska væl­ vildin hevur verið stór. Men partarnir hava alla tíðina verið samdir um, at tað er neyðugt at vera væl fyrireikað áðrenn, so at vit hava nakað at bjóða hesum flóttafólkum. Men Bill Justinussen sig­ ur, at enn røkist einki fyri, at tað gongur nakran ser­ligan veg við hesum fyri­reik­ing­ unum. – Hóast tað hevur verið ein ávís politisk vælvild, hev­ur verið politiski viljin í roynd og veru verið nak­að lunkaður, heldur ting­mað­ urin fyri Miðflokkin. Føroyar skuldu tikið 10 flóttafólk um árið Ræðumyndin um, at Føroyar verða muslimskar, bara tí at vit taka ímóti nøkrum flóttafólkum, má manast í jørðina Ikki enn Vit eiga at yvirtaka málsøkið, útlendingamál, frá donsku stjórnini, áðrenn vit taka ímóti flóttafólkum. Tað staðfesti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum beint eftir jól, tá ið Kristina Heðinsdóttir Clementsen, sum eitt skifti var varafólk á tingi fyri Tjóðveldi, spurdi hann um hetta. Poul Michelsen segði, at hann heldur, at føroyingar eiga at gera sína skyldu á hesum øki, og at taka ímóti flóttafólkum. - Men tað skal vera undir skipaðum og væl fyrireikaðum viðurskiftum, og tað skal vera, tá vit sum land formliga hava tikið hesa ábyrgd á okkum. Í løtuni er talan um danskt málsøki, og hann helt ikki, at vit skulu fara undir hetta, tá ið tað skal vera við vælsignilsi frá donskum myndugleikum og sambært donskum lógarásetingum, sum skulu setast í gildi fyri Føroyar. Hann sigur, at nøkur viðurskifti, vit eiga at fáa greiðu á fyrst, er, hvussu vit hýsa flóttafólkunum, umframt hvørjar heilsutænastur, sosialar tænastur og fíggjarligan stuðul annars, flóttafólk hava rætt til. Samstundis mugu reglur gerast um frálæru til flóttafólk, og um tilknýti hjá flóttafólkum til arbeiðsmarknaðin. Men ikki minst, er neyðugt at gera púra greitt, hvør hevur ábyrgdina, hvør rindar. Poul Michelsen hevur eisini fráboðað, at stig eru tikin til at yvirtaka útlendingamálini, og hann vónar, at tað kann verða veruleiki næsta ár. RÆÐUMYND Ræðumyndin um, at Føroyar verða muslimskar, bara tí at vit taka ímóti nøkrum flóttafólkum, má manast í jørðina