Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 171 - 9. september 2004 Nr. 171 - 9. september 2004 11 ES hevur í áravís brúkt eitt oyðileggjandi hand- ilspolitiskt amboð, ið eitur importkvotur. Hetta amboð er í stríð við alt tað, ið til dømis WTO arbeiðir fyri og er eisini í stríð við ein marknað, har tann dugnaligasti fær mest burturúr. Ístaðin fyri at dyrka ein potentiella ósemju mill- um føroyingar og danir, so eiga vit at steðga á, og diskutera sjálvt málið, t.v.s. ES importkvotur. Føroyska fiskivinnan hevur í nógv ár liðið undir ES protektionismu í formi av ES importkvotum og øðrum handilspolitiskum forðingum, og tann kvotan, ið nú er skotin upp fyri laks hevði neyvan fingið føroyska undirtøku, um ikki útlitini í ali- vinnuni vóru so slunkin, sum tey eru í løtuni. Spurningurin er so, um vit eiga at undirminera eina generella mótstøðu móti ES importkvotum fyri ein løtuvinning í alivinnuni, ið kann koma okkum aftur um brekku um fá ár. Føroyskar ali- fyritøkur hava til dømis einki garanti móti dump- ingákærum seinni, sjálvt um ein ES importkvota verður ásett nú. Hvar fer trúvirðið hjá føroyingum, um vit eru hart ímóti importkvotum fyri ávísar fiskaúrdráttir, samstundis sum vit fylgja ráðunum frá Tjóð- veldisflokkinum og gera aktivt lobbyarbeiði fyri ES importkvotum fyri laks? Føroyingar eiga heldur at rósa øllum initiativum, ið arbeiða ímóti ES protektionismu og eiga sum skjótast, vísandi til málið um ES importkvotu á laks, at heita á donsku stjórnina um at royna at arbeiða fyri avtøku av øllum hinum ES import- kvotunum og øðrum handilspolitiskum forðing- um í ES, ið føroyska fiskivinnan og ikki minst rækjuvinnan líður undir. Vit mugu endiliga ikki taka stuttskygdu øsingina um hetta mál fyri fult og skjóta okkum sjálvi í fótin við at aktivt at gera lobbyarbeiði til frama fyri eitt handilspolitiskt amboð, ið einans hevur ES protektionismu til endamáls. Føroysk vinnu- áhugamál eru best tænt við fríari marknaðarat- gongd til ES marknaðin og ein og hvør import- kvota, ið ES fastsetur, tekur okkum enn eitt stig longur burtur frá hesum er so okkara meting. Men hetta er eitt áhugavert mál, sum avgjørt eigur at fáa pláss í heimliga orðaskiftinum, har tað, sum longu ávíst, eru ymiskar áskoðanir millum politiskar flokkar og vinnulívsfólk. Sosialurin vil sum blað fegin leggja pláss til hetta orðaskiftið eins og aðra almenna debatt. DAGSINS MEINING Sosialurin Føroyingar fyri ES importkvotum? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Virgar T. Dalsgaard Fyri stuttum fingu vit tey stimbrandi tíðindi, at danska TV2 hevði givið Óla Jacobsen eina treyta- leysa umbering fyri, at teir høvdu borið skeiv tíðindi um føroyskar fiskimenn! Soleiðis bera rættir tíðinda- menn seg at. Teir duga at biðja um fyrigeving, og tað er ofta alneyðugt hjá jour- nalistum! Danskir sjón- varpsjournalistar hava her sýnt fyrimyndarligan etisk- an atburð, sum føroyskir miðlamenn kundu lært av- bera nógv av. Vit eru sjálvandi øll fegin um, at føroyskir fiskimenn fingu hesa umbering, og vit ynskja Fiskimannafelag- num og Óla Jacobsen hjartaligu tillukku við sigrinum! Og nú átti broddurin at verið vendur móti teimum feiku føroysku keldum, sum hava forsýnað TV2 við følskum upplýsingum um landsmenn teirra! Eingin av okkum trýr upp á harra Hermann Oskarsson ella Hoydals-feðgarnar og hvaðna minni upp á ørinda- drong Tjóðveldisfloksins, harra Sjúrð Skaale. Vit kunnu tíverri heldur ikki vænta, at sjónvarpið, har tíðindasmiðurin, Øssur Winthereig ræður, fer at avdúka nakað sum helst um beistagerðir hjá tjóðveldis- monnum - tvørturímóti, - vit vita, at sjónvarpið er eitt koncentrerað tjóðveldis- reiður, sum antin kávar útyvir intrigurnar hjá Tjóð- veldisflokkinum ella loypir tær heilt um! Enn er ikki møguligt at avgera, um tað er ein av hesum omanfyri nevndu, sum hevur »plantað« skemdartíðindi um før- oyskar fiskimenn í TV2, men tað er, ið hvussu so er, eitt faktum, at allir hesir fyrrnevndu ikki jùst álít- andi søgusmiðir fleiri ferðir hava verið »gubbar« at margháttligum »upplýsing- um» í tolnum og hartroynd- um donskum fjølmiðlum. - Teir hava nevniliga persón- ligar danskar kontaktir, sum virka sum eitt slag av lýdnum sykofantum innan fyri danska fjølmiðlaheim- in. Hesir hentu donsku sykofantar verða javnliga fóðraðir við »tjóðveldis- tankum« og øðrum gro- teskum mistíðindum um føroysk viðurskifti. Miðlastormurin í TV2 var altso stutt sagt »bestilt arbeiði« úr Føroyum! Hetta segði Óli Jacobsen eisini ógvuliga týðuliga, sjálvt um føroyskir ordamenn ignoreradu tað! Nú stendur til føroyskar journalistar og serliga til tíðindasmiðjuna í sjónvarpinum at avdúka smettararnar og finna fram á keldurnar í Føroyum! Hvørjir eru teir luskutu kollaboratørarnir? Hvør føroyskur skølingur er so ynkiligur, at hann beinleiðis hevur bestilt hesa hetz móti sínum lands- monnum? Um ikki infan- tila ráðstevnan varð hildin á Christiansborg, og um ikki Oskarsson var sloppin í danska útvarpið at gorra um sítt gall móti blokkin- um, ja, hvussu í allari víðu verð skuldu so danskir TV2-journalistar nakrantíd fingið áhuga fyri føroysk- um fiskimonnum? Tað er nevniliga heilt ovarlaga í TV2, at føroyskir bakbít- arar hava ein av sínum trúgvastu allieraðu ! Sosialurin hevði í sam- bandi við umberingina frá TV2 eina sjáldsama løgna oddagrein. Teir fegnast, sum vera man um, at Oli hevur fingið uppreisn, men so klikkja teir niður á danska TV2, sum júst við umrøddu umberingini hev- ur borið seg bæði riddarliga og sømuliga at. . Men Sosialurin loypir heilt um, at Óli týðuliga segði, at danskir TV2-menn ikki eru beinvegis sekir í skeivum tíðindafluttningi - tann beinleiðis seki skal finnast í Føroyum. TV2 hevur einki annað gjørt enn runnið tey bakbítara-ørindi, teir vóru bestiltir til úr Før- oyum! Men munur er á miðla- monnum - hvussu ofta hevði ikki verið ynskiligt, at okkara ómansligu varp- arar eins og TV2 høvdu dugað at biðið um fyrigev- ing fyri teirra næstan reglu- ligu mistíðindi.Tað eru ikki meiri enn slakir tríggir mánaðir síðani, at bran- eggjaði tíðindasmiðurin, harra Ingálvur. Olsen í eina heila viku skírdi Jóannes Eidesgaard, løgmann fyri lygnara, uttan aðra doku- mentatión, enn at Ingálvur ikki maktaði simpla pro- centrokning. Hr. Olsen skyldar avgjørt løgmanni eina eyðmjúka bøn um fyri- geving. Men tað er slíkur mikrofondrongur valla førur fyri! Somuleiðis skyldar miðlafrúgvin, Katr- in Petersen framvegis fíggjar ministaranum, Bárða Nielsen eina treyta- leysa umbering fyri sína aggressivu manipulering av honum í samrøðu fyri opn- um skermi á sinni. Sjónvarp okkara hevur leingi kappast við íslendska og albanska sjónvarpið um at vera ynkiligasta og mest fordummandi medium í øllum Europa - hesa kapp- ing hava teir vunnið, og tað eru eingi útlit til, at teir ikki koma at varðveita sína einastandandi oddastødu í ómetaliga nógv ár! Munur er á sjónvarpsmonnum Álvur Danielsen Tórshavn Undirritaði vil her við loyva sær at nema við nøkur mál sum viðvíkja ferðslulógini frá 1. juni 2000, umframt eftiransandi koyriroyndini hjá Bileftir- liti Føroya. Og tá tygum eru í landsstýrismaður í ferðslumálum, og avvarð- andi landsstýrismaður hjá Bileftirliti Føroya stíli eg hetta brævið til tygum! Um miðjan juni í fjør undir taxakoyring við ong- um ferðafólki! Hetta var klokkan 5.30 um morgunin, eingin ferðsla var á veg- num. Tá var eg so óansin at koyra 82 km/t í bygdum øki. Hetta var eftir mínum tykki ikki óforsvarligt, av tí at eg var totalt einsamallur á vegnum, men ov skjótt, sjálvsagt. Og eitt ferðslu- lógarbrot! Hetta hendi við Ringvegin tætt við Skóg- røkt Landsins. Hetta hevur so borið við sær, at undir- ritaði hevur verið tvungin at fara upp til eftiransandi koyriroynd vegna tann treytaða dómin eg tók við í hesum málinum. Týsdagin 31. august 2004 kl. 13.00 møti eg so saman við øðrum til eftir- ansandi koyriroynd hjá Bilefterliti Føroya, sum tygum sum landsstýris- maður varða av. Og makan til sjuskuta koyriroynd skal man leita leingi eftir: 1. Talan er um eina óreela viðgerð, og eina gjøg- numskundaða koyir- roynd, har ein verður feldur gjøgnum fellur og tulkingar, og hartil ófullfíggjaðar og ógreiðar tekningar við manglandi teksti. 2. Harnæst fær man bara 60 minuttir til at svara heili 60 spurningum har tú skalt lesa rættuliga nógvan tekst og hartil tekningar, umframt skelti. Og byrjar tímin so eitt sindur seint, og hevur lærarin klokku, sum ikki er røtt kann talan kanska gerast um bara 55 minuttir í besta føri. Henda dagin hevði eftiransandi sensorur- in/lærarin hjá Bileftirliti Føroya hug at stytta royndina 5 minuttir. Men síðukvinnan gjørdi hann varugan við hvat røtt klokka var, og so vann onkur 5 minuttir. Men tá hevði eg longu lagt saman. Tí eg hevði fylgt boðunum hjá sen- sorinum. 3. Amboðini vit høvdu við hondina var ein stand- ardbók: "Koyriroynd D til vanligan bil". Aftrat hesum var eitt A4-ark har vit skuldu krossa antin A, B ella C ímill- um 3 valmøguleikar. Standardbókin til koyri- royndina, sum eg fekk útflýggjaða hevði strik- ur og átekningar frá øðrum fólkum, sum hava stríðst við eftir- ansandi koyriroyndini. Hesar strikur og átekn- ingar tóku nógva tíð frá mær, tí tað var sera ørkymlandi at fáa eina so nógv endurnýtta bók. Minstakrav var, at man fekk eina reina bók uttan viðmerkingar frá øðrum fólki, sum ikki hoyra upprunaliga til bókina! 4. Rættast hevði verið, at ein sjálvur hevði havt loyvi at taka orðabók við til koyriroyndina? Komið var væl inn í tíman tá eitt A-4-ark kom inn á borðið við uml. 7-8 orðum umsett til vanligt talumál. Tá hevði eg longu í panikki lopið onkran spurningin um tí eg skilti ikki ("móðir")málið! Hetta eru so hjartasuffini um manglandi karmarnir hjá Bileftirliti Føroya. Nú koma hjartasuffini um teir ófullfíggjaðu spurningar- nir, sum man verður útsett- ur fyri undir eftiransandi koyriroyndini: A) Tað trongskygt máls- liga. Spurt verður um eitt blátt boðskelti við pílinum peikandi niður eftir, t.v.s. eitt skelti, sum eg beri á dagliga runt býin, og sum eg dugi at fyrihalda meg til. Har bleiv spurt um hetta er: A) Farleið? (B) Farbreyt? (C) Akbreyt? Sambært orðabókini hjá Christiani Matras og M.A. Jacobsen og eyka- bindinum hjá J.H.W. Poulsen eru orðini: "Farbreyt" og "Ak- breyt" ikki til í føroyska málinum. Meðan "Far- leið" merkir "(rejse) rute" á donskum. Her vóru góð ráð dýr. Tey stóðu ikki á orðalist- anum hjá Bileftirliti Føroya. Avgerandi er, at eg dumpaði uppá hendan spurningin. Ella rættari sagt: eg dumpaði í (rót)føroyskum! B) Ein spurningur var: "Tú koyrir við 80 km/t - hvat varnast tú best í sjónarringinum ("syns- kreds")? A) Stórir lutir? B) Lutir við sterkum litum? C) Tað sum rørir seg? Hvat vit sum ein- staklingar síggja best, man verða totalt indi- viduelt. Hjá onkrum kann tað verða ein maður við gulum jakka og endurskini við veg- jaðaran, hjá øðrum kann tað verða Konga- minnið ella SMS. Og hjá einum triðja kann tað verða okkurt heilt annað. Hvat hevur hetta við mín førleika at koyra bil at gera? C) Ein spurningur ljóðaði: "Tú koyrir við bili, og hol er á útstoytinum undir bilinum. A) Hetta er vandamikið fyri teg og tey, sum eru í bilin- um? B) Órógvar bilin beint aftanfyri teg mest? C) Òrógvar bilin frammanfyri? Sum ein fakmaður segði við meg: "Hetta kemur ann uppá hvar holið er: aft- an fyri ella frammanfyri katalysatorin!". Og hvat nú um eg hevði koyrt aftanfyri ein bil, sum osaði mítt útluftnings- annlegg á veg niðan til Bileftirlit Føroya?? Lukkutíð hevði eg hendan rættan! Men einhvør kundi yvir- bevíst meg um, at hitt var tað rættara! D) Ein annar spurningur var við tekning har tú sást ein høvuðsveg við einum síðuvegi. Spurt var hvussu tú ber teg at, tá tú skalt venda bilin- um? A) Tú koyrir yvir á vinstru síðu og bakkar inn á síðuvegin, og koyrir fram aftur? B) Tú koyrir inn á síðuvegin og finnur eitt vendi- pláss? C) Tú koyrir inn á síðuvegin, og bakkar út á høvuðsvegin, og koyrir fram? C er tað sjálvandi ikki. Trupul- leikin var at velja mill- um A og B, men man fær bara ein kross! Eg valdi A, men bleiv kon- fronteraður við, at eitt sving var longri frammi, og tí kundi eg blivið árendur av einum bili, sum koyrdi 80 km/t. Men svingið var ikki nevnt í tekstinum! Og tekningin - tað velst um eyga, sum sær - svingið var ií hvussu er ikki nóg sjónligt fryi mær á tekningini. E) Ein spurningur var um víkiskyldi í eini rund- koyring. Her var ikki spurt um treytaleysa víkiskyldu. Tekningin er ring at endurgeva. Men spurningurin var: A) Halda aftur fyri Bili C? B) Halda aftur fyri bili B? C) Halda aftur fyri bæði bili C og B? Eg hevði í hvussu er treytaleysa víkuskyldi fyri bil B, og breyt eg hana so gjørdi eg meg eisini inn á bil C. Tí valdi eg at svara: "Halda aftur fyri bæði bili C og B?". Men her var eingin góða mamma! Her var ikki nóg týðiligt tilskila hvat næmingurin skal vita fakliga! Men dómurin var skjótur og eirindi- leysur! F) Ein trupuleiki var eitt kunningarskelti. Her kom eg av óvart at blanda veganummarið og ásetta kilometurtalið til ferjuna. Eitt skelti, sum eg dagliga dugi at fyrihalda meg til. Men har var eingin náði! Og so vóru tað 5 aðrir spurningar um: Ein skeiv afturumlegging. Steðga við hvítt ljós við jarnbreytar- umløguna (sera viðkom- andi í Føroyum!). Koyrdi ov varliga við einum við- festisvagni!! Plassering av trýhyrning- inum við neyðsteðg/støðu 50 m. ov langt frá bilinum. Manglandi 1. hjálp. Men sum sagt hevur ein koyrt í 22 ár í havnargøtum sum postmaður, og tíðum eisini sum taxabilførari uttan at hava volt nøkrum menniskja skaða. Men hetta verður alt at rokna fyri einki! Tú situr har við 50 røtt- um og 10 skeivum. Sensor tekur bara og leggur eitt bretti á A-4-arkið við spurningunum og ramsar skjótt reyðar krossar og sigur eirindaleysa dómin: "Tú ert dumpaður". Á arkinum var givið rúm fyri: trimum karakterum: "Staðið, dumpað/ur ella vurdering!" Eg fekk sum sagt karakterin: "Dump- að/ur". Og av tí, at eg hevði lisið uppá sjálvur heima við hús, hetta av tí einføldu orsøk, at eg hevði ikki møguleika at melda meg til nakað vikuskiftisskeið hjá einum koyrilærara - har var einki skeið - spurdi eg sensor: "Nær brúkar tú: "Vurdering"?". Hesi míni rættindi fekk eg ikki nakað at vita um, bert at eg var "dumpaður"! Eg var sum danir siga: "I saksen". Tí spyrji eg landsstýris- mannin í vinnumálum, sum varðar av Bileftirliti Før- oya. Er Bileftirlit Føroya bert eitt lítið kongaríki har starvsfólk tess kunnu fara við og ómyndiggera land- sins borgarar, sum teimum lystir best? Umframt ómyndiggering upplivir ein at blíva eyðmýktur og nið- urgjørdur! P.S. Ironiskt nokk er staðið har eg bleiv steðgaður av løgregluni bert fáar 100 metrar frá tí staðnum har eg bleiv álopin í taxabili av ferðafólki undir taxakoyr- ing. Hetta hendi eitt knapt ár áðrenn eg ólukkutíð koyrdi 82 km/t, eisini undir taxakoyring. Tilburðurin varð meldaður til løgregl- una. Teir vóru bidnir at koma á staðið beinavegin. Eg var sligin og sparkaður av hesum ferðafólkunum, sum eru kend fyri harðskap og onnur lógarbrot. Politiið hevur ikki rætt hond frá síðu í hesum málinum. Eingin dómur er avsagdur í hesum málinum. Einki er hent hóast eg ofta havi rykt eftir hesum málinum. Hesi bæði málini standa í sterk- ari andsøgn við hvørja aðra. Bagatellin verður prioriterað fram um brots- gerðina. Og var tað onkur, sum segði, at Politiið bleiv verri, um tað bleiv før- oyskt?? Vónandi klárar Bjarni Djurholm at svara hesum? Egon Øregaard skúlastjóri á Tekniska Skúlanum Tórshavn Á vári 2003 setti táver- andi landsstýrismaðurin í mentamálum eina bygginevnd at fyrireika bygging av Skúladepli við Marknagil. Aftan á eitt sera »effektivt« og dygdargott arbeiði var eitt álitið lagt fyri Mentamálaráðið 28. nov. 2003. Valið, sum kom í ótíð, steðgaði fyribils, hesari framúr víðskygdu og framtíðarrættaðu ætlan. Eg vil bert gera við- merking um tað, sum av onkrum hevur verið bor- ið upp á mál, at ætlanin er ein ov stór fíggjarlig avbjóðing. Eg eri als ikki samdur við teimum sum halda tað. Tað niðanfyristand- andi er ikki ein vísinda- lig útgreining av ávirk- anini, sum ein stór íløga í alment byggivirksemi hevur á føroyska bú- skapin. Hetta er eitt ein- falt sjónarmið, sæð í mun til sjónarmiðið, at tað er ov kostnaðarmik- ið, og ikki ráðiligt at fara undir eina so stóra íløguætlan, sum Skúla- depilin við Marknagil. Síðani seinast í 1990´unum hevur grundgevingin fyri ikki at fara undir bygging av skúlum verið, at nú vóru so góðar tíðir. Virksemið í landininum, (serliga innan byggivinnuna í miðstaðarøkinum) var so stórt, at tað var óða- mannaverk at fara undir bygging av almennum »skúlum«, tí hettar vildi føra »ovurhiting av bú- skapinum« við sær. Nær er so rætta tíðin at fara undir almennar byggiíløgur? Mín niður- støða er, út frá hesum sjónarmiði, at tað má verða í »niðurgangs- tíðum«. Havast skal í huga, at landskassin við slíkum íløgum kemur at virka, sum »stabilisator« í føroysku vinnuni. Tá nýggi Smyril var settur á fíggjarlógina, samtykti politiski mynd- ugleikin samstundis, at uml. 300 mió kr. vóru sendar av landinum vit- andi, at av hesum 300 mió kr. kom ikki ein króna aftur í lands- kassan. (Sjálvandi fáa vit Smyril, og skal hann verða vælkomin.) Tá byggingin av Skúladeplinum í Marknagili verður sett í verk, verða millióna- upphæddir settar í »um- far« í føroysku byggi- vinnuni, tey næstu uml. 5 árini sum metta byggi- tíðin varar. Av játtaðu upphæddini kemur ein stórur partur aftur í landskassan - føroyska arbeiðsmegin skal hava mjólk, breyð og marga- rin á borðið hvønn dag - bensin skal á bilin, og útvarpsgjald skal rind- ast. Stórur partur av peng- um til íløguna endar so- statt aftur í føroyska landskassanum, sum skattur - MVG og onnur »avgjøld«. Umframt hetta hevur eitt stabilt byggivirk- semi tað »positivu« av- leiðingina, at byggifyri- tøkurnar megna at end- urnýggja seg og seta annað virksemi í verk. Væl veit eg, at mong onnur fyrilit skulu tak- ast, men um hetta ein- falda sjónarmiðið er heilt burturvið, var gott um ein viðmerking kom frá serkønum á búskap- arøkinum. Hin »fíggjartungi« Skúladepilin við Marknagil Opið bræv til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum C M Y K 11 10