mánadagur 18. juli 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
UPPBOÐSSØLA
YNDIRNAR
A MÓTTØKU
– Vit síggja við hesum,
hvat sjálv vinnan heldur, at
hesi rættindi eru verd, sigur
landsstýrismaðurin.
Hann ásannar tó, at onki
svar fekst uppá, hvussu tað
gerst lættari hjá øðrum, sum
ikki
frammanundan
eru
partar av vinnuni, at sleppa
uppí part og fáa lut í rættind
unum.
Vinnan er ikki samd viðå
landsstýrismanninum um, at
royndaruppboðssølan setir
tal á, hvat vinnan heldur
rættindini eru verd.
Fleiri reiðarar, sum hava
keypt, siga, at teir fyri alt
í verðini vilja hava tdy 10
prosent av kvotuni aftur,
sum teir hava mist í mun til
viðurskiftini, sum hava verið
galdandi.
Teir siga, at prísurin fyri
ein so lítlan part av kvotuni
ikki er avgerandi, men at tað
hevur størri týdning, at teir
sleppa framat fiskinum og
kunnu yvirhalda tær avtalur
um levering, sum teir hava
gjørt.
Arbeiðspláss
og levering
Hanus
Hansen,
reiðari,
JFK Trol, keypti ein part av
kvotunum í Barentshavinum
– bæði tann partin, sum var
sledur á telduuppboðssølu
og av tí partinum, sum var
seldur á afturlatnari sølu.
Hann sigur, at hann og
felag hansara er ímóti upp
boðssølu, men tá ið felag
ið nú misti 10 prosent av
kvotuni í mun til í fjør, so
vóru tey noydd at keypa
hesi prosenti aftur á roynd
aruppboðssøluni.
– Fyri tað fyrsta hevði
tað havt við sær um vit ikki
gjørdu tað, at skipini høvdu
noyðst at ligið still í einar
seks vikur, men hetta hevði
eisini gjørt, at vit ikki høvdu
kunnað hildið tær avtalur
um levering, sum vit hava
gjørt, sigur Hanus Hansen.
Hann
leggur
afturat,
at tað ikki er so avgerandi
um nakar vinningur er úr
hesum tonsunum. Tað er
meira umráðandi, at felagið
heldur
tær
avtalur
um
levring, sum eru gjørdar.
Hann leggur eisini afturat,
at tað hevur stóran týdning
at skipini sleppa út og at
manningarnar hava nakað
at gera – eisini tá ið tey 10
prosentini av kvotuni skulu
fiskast.
Hinir reiðararnir, sum
frammanundan hava skip,
sum fiska í Barentshavinum,
hava í stóran mun sagt tað
sama, sum Hanus Hansen
reiðari.
Reiðaríini gera hvat tey
kunnum, fyri at fáa rætt
indini aftur til tey tonsini,
sum tey annars hava mist til
royndaruppboðssøluna.
Summir
búskaparfrøð
ingar halda, at uppboðssøla
ger, at meira dynamikkur
kemur í vinnuna.
Men fyri at hetta skal
henda, so skal uppboðssølan
vera meira opin og uttan
treytir.
Somu búskaparfrøðingar
siga, at skal eitt veruligt virði
faast á fiskivinnurættindini,
so er tað ikki nóg mikið at
bara føroysk vinna sleppur
at bjóða uppá rættindini.
So er neyðugt, at útlend
ingar eisini sleppa framat.
Politiskt nei
Hesir pástandir frá bú
skaparfrøðingunum verða
tó neyvan royndir, tí tað
tykist hóast alt vera semja
í allari tí politisku skipanini,
at útlendingar ikki eiga at
sleppa at yvirtaka føroysku
rættindini til fisk á land
grunninum
og
føroysku
kvoturnar aðrastaðni.
Politiskt er tað soleiðis, at
allir flokkar eru samdir um,
at tað ikki er rætt, at rætt
indi, sum føroyingar hava
vunnið, bert verða latin út
lendingum.
Sosialt vigar tað eisini
ómetaliga nógv, at rættindini
koma føroyingum til góðar
– reiðaríum, manningum og
samfelagnum.
Ein greið fatan er mill
um politkikarar, at tað er
avgerandi, at tann fiskur,
sum føroyingar hava rætt
indi at fiska, verður land
aður í Føroyum og virkaður
í Føroyum.
Merðan
búskaparfrøð
ingar ofta ikki kalt og kyn
iskt eftir, hvussu mest pen
ingur fæst burturúr einum
ávísum tilfeingi, so hava
politikararnir
eina
aðra
skyldu.
Eina skyldu at tryggja,
at tilfeingið vit veiða verð
ur virkað og hagreitt í Før
oyum og harvið skapar
arbeiðspláss her á landi.
At vinnan ger, at fólk
sum heild, tíma at búgva í
Føroyum, tí her er arbeiði
at fáa.
Politikararnir hugsa eis
ini ofta um avleiddu vinn
urnar, sum taka seg upp,
har sum fiskurin skapar
virksemi.
Galdandi lóg um vinnu
ligan fiskiskap fer úr gildi
31. desember 2017. Áðrenn tá
skal støða takast til, hvussu
vit í høvuðsheitum skipa
føroysku fiskivinnuna eftir
hendan dag.
Ein fiskivinnubólkur ar
beiðir og skal handa lands
stýrismanninum við fiski
vinnumálum eitt uppskot 1.
august.
Gadus er ein av trolarunum, sum
roynir eftir botnfiski eystanfyri
Hans Andrias Kelduberg, reiðari, heldur
ikki, at ætlan er um nakra veruliga kapping í
royndaruppboðssøluni, sum júst hevur verið
oðssølu
Meira á næstu síðu