mánadagur 18. juli 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Trýst á nevndini sum
skipar nýggjan politikk
Tíðin er um at ganga undan hjá bólkinum, sum skal koma við uppskoti um nýggja fiskivinnuskipan
Árni Gregersen
Longu 1.august skal níggju-
manna bólkurin, sum arbeið
ir vð uppskoti um nýggja
fiskivinnuskipan, leggja upp
skotið fram.
Sum skilst er bólkurin við
at koma í tíðarneyð og tað
gongst ikki srliga væl at fáa
semju um, hvussu politikk
urin skal orðast.
Ein stór ósemja í bólkin
um er um uppboðssøla skal
vera ein partur av skipanini.
Í arbeiðssetninginum hjá
nevndini verður sagt, at far
ast skal frá politiskar burt
urluting til eina marknaðar
grundaða skipan.
Í seinastu viku var roynd
aruppboðssøla og tað verður
hildið fram við tí, restina av
mánaðinum.
Hjá nevndini ljóðar júst
hesin parturin av arbeiðs
setninginum soleiðis:
Arbeiðsbólkurin skal viðgera
og gera uppskot til skipan, ið
er marknaðargrundað, har
tað almenna bjóðar fiski
rættindi fram sum brúks
loyvi fyri ávísa tíð.
Uppskotini kunnu vera:
•
Uppboðssøla av fiskirætt
indum frá tí almenna til
privatar.
•
Aðrar møguligar útbjóð
ingarskipanir frá tí al
menna til privat.
Grundreglan við útbjóðing
og
marknaðargrundaðari
skipan er, at rættindini eru
at meta sum tíðaravmarkað
brúksrættindi, ið ikki geva
tí privata ognarrætt til til
feingið ella rættindini á
nakran hátt.
Hartil skal marknaðar
skipanin tryggja, at mark
naðurin er ein marknaður
millum tað almenna øðru
megin og privatar hinu
megin, soleiðis at tað ikki
verður ein privatur undir
marknaður,
har
rættindi
verða seld frá privatum til
privatan.
Skipanin skal tryggja, at
tilfeingisrentan – eykavirðið
og gjaldið fyri framíhjárættin
og atgongdina at troyta eitt
avmarkað tilfeingi – fellur til
eigaran – Føroya fólk.
Nevndin skal viðgera og
gera tilmæli um, hvussu út
bjóðing og marknaður kann
skipast best, hvørjar treytir
eiga at setast til tey, ið bjóða
seg fram o.s.fr.
Við øðrum orðum er nevndin
bundin í arbeiðssetninginum
at skipa fyri, at fiskirætt
indini verða boðin út á ein
annan hátt, enn gjørt hevur
verið higartil.
Ósemja
Í arbeiðsbólkinum er stór
ósemja – eisini um hesi
viðurskifti.
Arbeiðsbólkurin er sam
ansettur av búskaparfrøð
ingum, fiskifrøðingum og
løgfrøðingur.
Limirnir
umboða
ikki
beinleiðis
nakran,
men
summi eru meira knýtt at
vinnuni enn onnur.
Tað vísti seg skjótt, at
arbeiðsbólkurin býtti seg
í tvíningar á fleiri økjum –
eisini tá ið tað snýr seg um
uppboðssølu.
Tann parturin av bólkin
um, sum er meira knýttur av
vinnuni, gongur ikki inn fyri,
at rættindini skulu selajst á
uppboðssølu, men roynir
heldur at finna ein annan
leist.
Sum nvnt aðrastaðni, so
er ein lutur í høvuðsarbeiðs
setninginum, at til ber at
skapa mest møguligan virð
isvøkstur og avkast í Før
oyum
av
fiskatilfeingin
um til reiðarí, manningar,
virkir, fyritøkur, starvsfólk,
tænastuveitarar
og
sam
felagið alt, og at vit støðugt
menna nýskapan og føroysk
ar førleikar í øllum pørtum
av virðisskapanini.
Tað er helst ikki ósemja
um endamálið, men meira
um hvussu hetta verður
gjørt.
Í
arbeiðssetninginum
stendur eisini at vinnumøgu
leikarnir ikki mugu savnast á
fáum hondum.
Hetta fyri at tryggja, at
menning kann hena í fiski
vinnuni kring alt landið.
Umleið 80 veiðuloyvir
eru í landinum, sum er,
men arbeiðsbólkurin skal
eisini koma við uppskoti til,
hvussu tað skal bera til hjá
øðrum at sleppa framat hes
um rættindum.
Eisini her er ósemja í
bólkinum.
Arbeiðsbólkurin
hevur
ein ógvuliga stóran og breið
an arbeiðssetning. Í politisku
skipanini eru fleiri sum
meta, at setningurin er so
breiður, at bólkurin ongan
sum helst møguleika hevur
at koma ígjøgnum arbeiðið
áðrenn evstamark.
Útlendingar ikki inn
Tilmælið skal byggja á ta
fyritreyt, at útlendskur ogn
arskapur og avgerðarrættur í
feløgum, sum reka føroyska
fiskiveiði, verður burtur.
Uppskot skal somuleiðis
gerast um, hvussu verandi
útlendskur ognarskapur og
ræðisrættur kann taka seg
úr vinnuni í eini skiftistíð.
Við hesum verður stað
fest, at útlendskur ognar
skapur er í føroysku fiski
vinnuni. Nevndin skal gera
uppskot til eina skiftistíð, so
útlendskur ræðisrættur og
ognarrættur kann fáast úr
vinnuni.
Tað verður eisini sagt, at
nevndin skal lýsa og gera
meting av, hvussu tryggjast
kann, at »fíggjarbygnaðurin«
í eini fyritøku ikki leggur av
gerðarrættin og fíggjarliga
avkastið
til
útlendskar
fyri-tøkur við lánsavtalum,
øðrum avtalum, »transfer
pricing«, »tunnari kapitaliser
ing« og øðrum.
Politiskt eru tað nógv
sum halda, at útlendskur
kapi-talur als ikki eigur at
vera í føroysku fiskivinnuni.
Hinvegin vita tey eisini, at
vanligari útlendskari fígging
slepst ikki undan. Tí vilja
hesi tryggja, at ræðisrættur
ikki er knýttur at lanveiting.
Hetta er bert ein lítil part
ur av tí, sum nevndin skal
gera. Hon skal eisini gera
tilmæli um virðisøking, ser
ligar reglur fyri útróðrar
flotan og tryggja, at skipanin
verður so gjøgnumskygd og
einføld, sum til ber.
Sambært arbeiðssetning
inum skal landsstýrismað
urin hava tilmæli 1. August,
men sum nevnt bendir nógv
á, at hendan dagfesting verð
ur útsett.
UPPBOÐSSØLA
Bólkurin, sum arbeiðir við uppskoti
um nýggja fiskivinnuskipan
Johnny í Grótinum, stjóri – Búskaparfrøðingur, formaður
Hans Ellefsen, adjunktur - PhD Búskaparfrøðingur, næstformaður
Árni M. Dam, sjálvstøðugur - Skipari og handilsútbúgving,
nevndarlimur
Eydna í Homrum, fiskifrøðingur - PhD Lívfrøðingur, nevndarlimur
Herálvur Joensen, stjóri – Løgfrøðingur, nevndarlimur
Kristina Samuelsen, advokatur – Løgfrøðingur, nevndarlimur
Egil Olsen, fiskivinnuráðgevi – Fiskivinnufrøðingur, nevndarlimur
Unn Laksá, granskingarleiðari - PhD Stjórnmálafrøðingur,
nevndarlimur
Malan Johansen, deildarleiðari – Búskaparfrøðingur, nevndarlimur
Johnny í Grótinum er formaður í bólkinum, sum
ger uppskot um nýskipan av fiskivinnuni
Frá 1.januar 2018 skal arbeiðast og fiskast eftir nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap