mánadagur 18. juli 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
Beint eftir klokkan 11 leygar
morgunin fekk løgreglan
boð um, at ein maður var
farin útav einum hamara
oman fyri Norðragøtu.
Løgreglan sigur, at mað-
urin
er
Nýsælendingur,
men annars er hann hálvur
føroyingur av uppruna. Og
í morgun var hann so farin,
sjálvur annar, ein túr í hagan
omanfyri Norðragøtu.
Har var maðurin, sum
var fyrst í tríatiárunum,
áhaldsin og fór út av einum
hamara, einar 300 metrar
oman fyri bygdina.
Tyrlan varð boðsend eftir
manninum og hon flutti
hann á Landssjúkrahúsið,
men løgreglan sigur, at
snuddirnir, hann fekk í fall
inum, vóru so mikið álvars-
ligir, at hann doyði.
Løgreglan
veit
ikki,
hvussu høgt fallið var, men
tey eru nú í ferð við at kann
að málið fyri at fáa greiði á,
akkurát hvat tað var, sum
hendi og hvar hann fór útav.
Aftur
sunnumorgunin
kom ein maður heilt illa fyri
í fjøllunum omanfyri Gøtu.
Løgreglan sigur, at talan
var um tveir danir, sum vóru
farnir á fjøllini, men við
Eggjarvøtn oman fyri Gøtu
gjógv var tann eini áhaldsin
og fór á glið.
Hann fór einar 150 metrar
oman ígjøgnum brattan,
áðrenn hann steðgaði aftur.
Tá ið hin skuldi ringja
eftir hjálp, varð onki battarí
á telefonini, so hann skund
aði sær oman í bygdina eftir
hjálp.
Løgreglan sigur, at boð
ini komu klokkan 10.50 og
tey sendu tyrlu og bjarg
ingarfólk eftir manninum,
og tey fingu hann á Lands
sjúkrahúsið, hagar hann
kom undir læknahond ein
tíma eftir fráboðanina.
Hóast fallið var stórt, var
maðurin við vit, men hann
hevði ilt undir síðuni.
Løgreglan sigur, at boðini
av
Landssjúkrahúsinum
eru, at maðurin er ikki í lívs
vanda.
Hetta
er
fjórðu
ferð
hetta síðsta samdøgurið, at
tilbúgvingin verður boðsend
at hjálpa fólki, sum eru
komin illa fyri í fjøllunum
og á báti.
Máttu biðja um hjálp
undir Kalsoynni
Bátur kom í óføri í Kalsvík
og mátti hjálpast útaftur
Seinnapartin leygardagin fór ein skjóttgangandi
gummibátur við sjey fólkum útferð undir Kalsoynna,
har tey løgdu inn á Kalsvík, norðast á oynni.
Men har komu tey í óføri, tí tað var so ókyrt í sjónum,
at tey hættaðu sær ikki útaftur. Løgreglan sigur, at
klokkan 19.48 ringdu tey av bátinum og boðaðu frá, at
tað var so stór alda, at tey torgaðu sær ikki av víkini
aftur. Samstundis bóðu tey um hjálp.
Tilbúgvingin fór til verka alt fyri eitt og bæði tyrla,
Brimil og bjargingarbátar vórðu sendir á staðið.
Løgreglan sigur, at tað var ringt sýni, tí tað var
mjørki, men tað eydnaðist tyrluni at fáa samband við
bátin, og sostatt fekk hon vegleitt bátin út aftur av
víkini og eysturum Kalsoynna, har tað var læ.
Løgreglan sigur, at síðani sigldi báturin suður
ígjøgnum Kalsoyarfjørð í læ av oynni, og so var tann
vandin av.
Tveir mans duttu oman í fjøllunum
Seinastu
útflutningstølini
hjá Hagstovu Føroya vísa, at
tað hevur gingið serstakliga
væl við útflutninginum av
alilaksi fyrsta partin av 2016.
Nýggj uppgerð vísir, at
fyrstu fimm mánaðirnar í ár
útfluttu Føroyar 28.014 tons
av alilaksi. Hetta var ein
vøkstur á 35 prosent.
Alifyritøkurnar
fáa
eisini meira fyri útflutta
laksin,
tí
samstundis
sum nøgdirnar vuksu við
einum stórum triðing, vaks
virðið á útflutningin við 45
prosentum.
Fyrstu fimm mánaðirnar
í ár hevði útflutingurin av
alilaksi virði á 1,4 milliardir
krónur
afturímóti
974
milliónir krónur í fjør.
Virðið á útflutninginum av
alilaksið er nógv vaksið í ár
284
milliónir
meira í
lønum
Føroyingar hava í fyrsta
hálvári fingið útgoldið
4 milliardir og 137
milliónir krónur í lønum.
Hetta er væl meiri enn
somu tíð í fjør.
Vøksturin í
lønargjaldingum er 284
milliónir krónur, og tað
svarar til 7,4 prosent.
Hetta vísir uppgerð hjá
Hagstovu Føroya.
Serliga í fiski-, ali- og
ráevnisvinnuni hevur
stóra vøkstur verið í
lønargjaldingunum.
Lønargjaldingarnar eru
vaksnar við meiri enn
100 milliónum krónum,
og tað svarar til vøkstur
á 13,6 prosent.
Eisini í byggivinnuni
og í tænastuvinnunum
er vøkstur, og tað
almenna hevur higartil í
ár útgoldið 4,4 prosent
meira í lønum enn somu
tíð í fjør.
Alilaksur kastar meiri av sær
Leygarmorgun lat ein ungur maður lív, tá ið hann datt oman í fjøllunum omanfyri Norðragøtu
Bæði leygarmorgunin og sunnumorgunin komu menn illa fyri í
fjøllunum omanfyri Gøtu – eina óhappið kravdi mannalív