Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 G!-FESTIVALUR G! Festivalurin fær helst eitt lítið hall, men einki hóttandi, og fyrireikararnir eru klarir til nýggjan festival um eitt ár VÆL NØGD VIÐ G! – MEN HØVDU YNSKT SÆR MEIRA FÓLK Dagfinn Olsen Eftir eitt vikuskiftið við summar­ veðri og oysregni er G! Festivalurin farin aftur um bak. Hósdagurin var besti dagurin til veður, og tá var kvøldið ein føgur løta, sum vísti G! Festivalin frá bestu síðuni. Fríggjadagurin gjørdist vátur. Tað oysregnaði stóran part av kvøld­inum, og hartil var eisini nak­ að av vindi. Hetta órógvaði sum vera man skránna og upplivingina, hóast fólk noktaðu at geva skarvin yvir til ótespiliga veðrið. Leygardagurin var góður dag­ ur við nakað av sirmi um kvøld­ið. Nógv fólk hugn­aðu sær gjøgnum dagin og út á nátt­ina, og tá ið sang­løtan var á Sand­inum, mundi tað savnað eina ta størstu mann­ fjøldina á festivalinum. Lítið hall Á G! skrivstovuni rigga tey nú av og royna at fáa tey síðstu vitjandi og spælandi gestirnar heim.  Sigvør Laksá, stjóri á G!, sigur, at alt hevur gingið væl, hóast tey kundu hugsað sær fríggjadagin betri, og sipar hon til veðrið.  - Vit eru væl nøgd, men vit kundu hugsað okkum eitt sindur fleiri fólk. Vit koma kanska undan við einum lítlum undirskoti, men als onki hóttandi, sigur G! stjórin.  Sum heild er hon sera væl nøgd. - Alt gekk væl sum heild, og ung­ fólk hava tikið sera væl undir við ársins festivalskrá. Og vit eru aftur næsta ár, tað er heilt víst, sigur Sigvør Laksá. Eingir skaðar Samarittarnir eru fastir fusir á nógvum av teimum stóru til­tøk­ unum, har teir veita fólki, sum koma illa fyri, fyrstuhjálp, bæði likam­liga, og sálarliga. Nakað minni av fólki var á G! hesaferð enn undanfarin ár, men lagið var gott Mynd: Alissio Mesiano / G! Festival