mánadagur 18. juli 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
11
G!-FESTIVALUR
G! bjóðar fjølbroyttar konsertir undir opnum himni og undir taki
Mynd: Lydia Hansen / G! Festival
Lívligt var á tjaldplássinum
Mynd: Lydia Hansen / G! Festival
Pottarnir vóru sera væl umtóktir millum fólk
Mynd: Lydia Hansen / G! Festival
Teir plaga eisini at vera til stað
ar á teimum G-festivalum, sum
hava verið, og onkuntíð hava teir
havt úr at gera. Men tað høvdu teir
ikki í ár, tí Steinbjørn V. Olsen, sigur,
at teir høvdu ógvuliga lítið at gera
í ár, aftur ímóti, hvat teir hava havt
at gera onnur ár.
Hann sigur, at tey vóru 10-12
fólk á vakt ísenn, men teir høvdu
bara smásnuddir at taka sær av.
- Nógv tað mesta av tí, vit høvdu
at gera, var at hjálpa fólki, sum
høvdu koykt fótin, ella sum høvdu
skorið seg av brotnum fløskum
og gløsum. Men so vóru tað eisini
nøkur, helst ungfólk, sum leitaðu
sær inn í okkara tjald, bara at verma
seg ein løtu, ella at fáa eitt prát.
- Summi hava brúk fyri at práta
um okkurt, og tað er eisini eitt
slag av fyrstuhjálp, vit veita, og í
summum førum eru vit sum for
eldur at teimum ungu, sigur sam
aritturin.
Hann sigur eisini, at tey høvdu
at kalla onki arbeiði yvirhøvur av
fólki, sum høvdu brúk fyri hjálp, tí
tey vóru deyðadrukkin, ella ávirkað
av øðrum rúsevnum.
Hamradun spældi á Spæliplássinum
Mynd: Knút Johnson Gray / G! Festival
Hans Andrias
Mynd: Lydia Hansen / G! Festival
Fólk í góðum lagi í regni
Mynd: Knút Johnson Gray / G! Festival