mánadagur 18. juli 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
12
G!-FESTIVALUR
TRÍGGJAR ÓKENDA
Leivur Thomsen
Eg kom á G! festivalin hóskvøld
ið, beint til konsertina hjá donsku
Phlake. Veðrið var stak gott, stilli
og lýtt, og úti á vágni lógu hesir eitt
sindur ov dýru stuttleikabátarnir
dovnir fyri akker, meðan friðleysir
vatnscootarar furaðu aftur og fram,
púra órørdir av tónleikinum, sum
ljómaði fáar metrar frá teimum inni
á strondini. Fólk vóru í lurtistøðu,
væl at merkja tey, sum stóðu uppi á
torginum, meðan niðri á sandinum
var nakað meiri lív í, har yngru
áhoyrararnir førkaðu smidligu
kropparnar til tónleikin hjá Phlake,
sum eyðsýnliga appeleraði til yngra
ættarliðið. Styrkin hjá G! festivalinum
er, at tað er fleiri nøvn, sum eru ókend
fyri mong, og soleiðis var eisini fyri
mítt viðkomandi á ársins festivali.
Uttan at taka nakað frá frálíku før
oysku bólkunum, vil eg tí við hesum
umrøða tríggjar konsertir við út
lendskum bólkum, eg ikki hevði hoyrt
áður, respektivu tríggjar dagarnar á
G! festivalinum 2016.
Phlake
Phlake løgdu fyri við lagnum “Some
thing Better”. Ljóðið var framúr gott,
í øllum førum betri enn í fjør. Lágu
frekvensirnir vóru skilmarkaðir og
ljóðið bulmikið tó uttan at vera ov
hart. Ljóðið floymdi mjúkliga yvir
sandin, og seinni, tá eg kom niður á
sjálvan sandin, legði eg til merkis, at
bólkurin hevði sín egna ljóðmann.
Hetta var helst neyðugt, tí hann kendi
tónleikin og visti, hvussu hann skuldi
taka seg út sum framleiðsla.
Síðumaðurin og eg vóru báðir
á einum máli um, at hetta helst
mundi vera eitt tað frægasta ljóðið,
sum hevði verið á G! sandinum. Hann
nevndi, at ein orsøk mundi vera, at
pallurin var lyftur eitt sindur uppfrá,
eftir at Eystur Kommuna hevði verið
so beinasom at stoypa ein platt undir
pallinum - hetta fyri, at um aldurnar
skuldu komið ov langt niðan á sandin,
hevði tað ikki verið neyðugt at stongt
pallin. Men tað hevði so ótilvitað havt
positivt árin á lágu frekvensirnar,
sum nú stóðu greiðir í ljóðmyndini.
“Hold kæft hvor er det godt at stå
her”, læt í forsangaranum Mads Bo,
sum hevði gott tak á áhoyrarunum,
og teir hildu fram við løgunum
“Moldavia” og “Costa Rica”.
Eg helt fyri við síðumannin, at í
hesi konsertini skuldu vit nokk ikki
vænta okkum nakra villa gittarsolo,
eftirsum framførslan í síni heild var
dekan ov poppkonseptuell, og tón
leikurin eyðsýnliga skuldi fáast frá
hondini terpin og í tráð við søluligu
forskriftirnar hjá plátufelagnum
Sony Music.
Vit komu fram til, at hetta tón
leikaslagið var “amerikanskt elektro-
R&B”, og framburðurin var heldur
stereotypur og minti ikki sørt um
Lukas Graham - bara í nakað lægri
potensi.
Vit fingu so hasa gittarsolo’ina
- bert ta einu - men hon var gírigt
konstruerað og fekk tí ikki nakran
nevniverdan eftirklang í hjørtunum
í váta elementinum á G! sandinum.
Nú flutti bólkurin seg knappliga
yvir í ein margháttligan reggae stíl.
Bassleikarin var álitið og vísti, at
hann er førur fyri at spæla undir við
frekum, vælplaseraðum basslinjum,
sum sparkaðu lív í stirvnu popp
framleiðsluna.
Í dag er ikki nóg mikið at hava eitt
vanligt trummusett. Trummusláar
in, Jonathan Elkjær, hevði eina so
nevnda elektroniska “SPD pad”, sum
gav bólkinum tað rætta beatið og
poppljóðið.
Phlake endaðu konsertina við
lagnum “Angel Zoo”, sum í Føroyum
er vorðið kent frá umferð í Kring
varpinum.
At klappa uppaftur er serfør
oyskt - uttan mun til, hvussu gott ella
vánaligt nakað er. Og soleiðis var tað
eisini í hesum førinum. Bólkurin kom
aftur á pallin og spældi eitt nakað
tamt eykalag, sum fekk konsertina
at falla til jarðar. Síðani vistu teir
sær ikki onnur ráð enn at endurtaka
lagið “Pregnant”, hvat bar boð um,
at bólkurin er nýggjur og tí hevur
avmarkað við løgum í skjáttuni.
Phlake umboðaðu mainstream-
popp partin av G! skránni. Bólkurin
spældi væl og professionelt, og ljóðið
var gott - men konsertin lyfti seg
ongatíð úr tí radiokonsepti, tónleik
urin upprunaliga var sniðgivin til.
Songhoy Blues
Fríggjadagurin fekk onga náði frá
veðurgudunum. Regnið pissaði niður.
Festivaløkið var næstan manntómt,
tá Hamradun vóru um at enda sína
konsert.
Næstir á pall vóru Songhoy Blues
úr Mali. Tað var meiningin, at teir
skuldu spæla á sandinum kl. 21.50,
men tá regnið stóð beint inn á pall
in, kundi tað gera tað sama við platt
inum, sum Eystur Kommuna hevði
stoypt, hóast pallurin nú kanska
ikki vikaðist av tungu aldunum, sum
skolaðu inn á sandin.
Songhoy Blues løgdu fyri við
einum skjóttgangandi afrolagi, sum
vitnaði um eina mentan, har øll - billi
eg mær inn - læra at sláa á trummu
frá barnsbeini. Rútmikkurin hjá
øllum fýra limunum var rimmar
fastur. Gittaristurin spældi endur
takandi ostinatar við sínum ljóst
klingandi Fender gittara móti fasta,
luftiga bassinum, meðan sangarin
spílaði seg út kropsliga við rútm
iskum afrodansi, sum neyvan nakar
føroyingur á Spæliplássinum evnaði
at gera eftir. Man skilti onki av tí,
hann sang um, men tað gjørdi ikki
pettið, tí so kundi man nevniliga frítt
fokusera á tað tónleikaliga heldur
enn at skula fyrihalda seg til orð og
meiningar.
Brádliga førkaðist tónleikurin yvir
í siðbundið blues. Man hevði kanska
hug til at geispa, tí onki er meiri
keðiligt enn vanligar bluesfrasur,
sum øll spæla. Men gittaristurin
megnaði at halda fast í áhuganum,
tí hann hevði sína egnu fatan av
blues, sum var at endurtaka figur
ar við “etniskum” fraseringum, og
hann hevði eitt rútmiskt yvirskot,
sum flestu blús gittaristar her á landi
mugu hyggja langt eftir.
Sangarin fekk sær nú eisini ein
gittara, og bólkurin fór at spæla meiri
rokkutan blús. Meditativir ostinat
ar vórðu endurtiknir og flættaðir
saman, meðan trummur og bassur
løgdu ein fastan, óvikaligan botn.
Tónleikurin var smidligur, hóast
hann var fastur.
Eftir eitt rokklag kom eitt afrolag,
og soleiðis koyrdi konsertin - skifti
vís blues/rokk og afro. Interaktión
in millum limirnar í bólkinum var
framúr góð. Teir samskiftu við at
geva tekin, nakað, sum eisini finst
í siðbundnum afrikanskum slag
verksspæli.
Tónleikurin hjá Songhoy Blues
var ikki grundaður á harmoni og
fekk ongantíð meiri enn tríggjar
akkordir. Sum oftast var tað bert
tann eina akkordin. Teir nevna
sjálvir tónleikaslagið “desert punk /
blues”. Men skal man vera ordiliga
tekniskt-teoretiskt turrisligur,
kann man í høvuðsheitum siga, at
talan í strukturi er um 6/8 og 12/8
ostinatbaseraðan polyrútmiskan
afrotónleik í pentatonmodaliteti við
“etno-blús”-elementum.
Songhoy Blues - Garba Touré,
Aliou Touré, Oumar Touré og Nath
anael Dembélé høvdu eina góða
framførslu hetta fríggjakvøldið á G!.
Søgan hjá bólkinum er, at teir
máttu flýggja undan sharialóg fyri
at sleppa at spæla sín tónleik. Á
tann hátt gjørdist teirra framførsla
ein ímynd uppá frælsi í eini verð, har
religiøs kúgan og altjóða yvirgangur
seta dagsskránna. “Life is music, have
a beer. It’s important to have a good
time” var boðskapurin millum løgini.
Og tað kom so hesa løtuna at vera
etiska grundarlagið, sum tónleikur
in var bygdur á.
Hesin bólkurin riggaði væl til G!
skránna, tí afromusikkur sum heild
er nakað ókendur fyri føroyingar.
Føroyskir tónleikarar kunnu læra
nógv av hesi mentanini, har musik
alsku rútmurnar koma frá kropsligari
koordinasjón, umframt at hesir tón
leikarar ikki brúka nótar men læra
musikkin uttanat og samskifta sín
ámillum við at geva tekin.
Agent Fresco
Komin niðan á Spæliplássið leyg
arkvøldið vóru íslendsku Agent
Fresco í holt við fyrsta lagið. Talan
var um ógvisligar rútmur við skalla
smekkandi “breaks”, spælt av einum
væl samanspældum bólki við tón
leikarum á høgum støði.
Íslendski oddamaðurin, Arnór
Dan Arnarson, segði, at hóast hann
hevði stríðst við lungnabruna í sein
astuni, hevði hann ikki latið tað forð
að sær í at spæla á G!.
Bólkurin helt fram við skjótari
Styrkin hjá G! festivalinum er, at tað eru fleiri nøvn, sum eru ókend fyri mong.
Leivur Thomsen ummælir her nakrar av konsertunum á G! Festivalinum
Tónleikurin hjá Songhoy Blues var ikki grundaður á harmoni og fekk ongantíð meiri enn tríggjar akkordir
Mynd: Alessio Mesiano / G! Festival