mánadagur 18. juli 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
13
R KONSERTIR Á G!
G!-FESTIVALUR
half-time rokkrútmu í einum sam
ansettum stíli, sum kundi verðið
kallaður “progressivur metal poppur”.
Hóast hetta var harður rokkur, sang
sangarin við bleytari rødd, næstan
fagursangi, melodiøsar linjur yvir
ein kompleksan botn við skeivum
rútmum. Bólkurin var indie, men
ikki so nógv, at hann ikki mintist til
at hava tað popputa við.
Eftir at hava kunngjørt fyri áhoyr
arunum, at hann fegnaðist um, hann
ikki hevði fingið diarré, presenteraði
sangarin næsta lagið, “A Long Time
Ago”, sum hann hevði ognað pápa
sínum, ið doyði av krabbameini.
Sostatt megnaði hann fyrstu tíggju
minuttirnar at nevna tríggjar ym
iskar sjúkur. Men var nakað sjúkt,
var tað tónleikurin, sum var “sjúkliga”
feitur, orkumikil og væl spældur við
stórum yvirsskoti á pallinum.
Men ljóðið á Spæliplássinum
var ikki so gott sum á sandinum.
Tað ljóðaði ikki beinleiðis illa, men
har manglaði botnur í, umframt
at trummurnar ljóðaðu merkiliga
innpakkaðar. Um tað mundi vera
vegna equalisering, komprimering
ella mikrofonuppsetan, skal eg ikki
kunna siga - kanska ein kombinasjón
av øllum. Harumframt var gittar
ljóðið nakað tunt til stílin. Sum eg
sá, hevði gittarleikarin, Þórarinn
Guðnason, bert ein fýra 10 tumma
combo forsterkara, hvat ikki var nóg
mikið til at veita orku til rútmisku
gittarstoytirnar í tónleikinum. Har
vildi tað verið væl betri hóskandi við
t.d. tveimum “Marshall stacks”. Men
tað er altíð ein logistisk avbjóðing
við útgerð, tá tónleikabólkar ferðast
- so man brúkar ofta tað, sum er á
staðnum. Men mær kunnugt, skuldi
ikki staðið á at kunna skaffað ein
ella tveir metalforsterkarar í Før
oyum. Men tó hattin av fyri frálíka
gittarleikaranum, sum eisini spældi
frálíkt, næstan virtuost, á key
boards, serliga í einum klassiskum
millumstykki í einum av løgunum.
Hinir limirnir í bólkinum, Vignir Rafn
Hilmarsson á bass og Hrafnkell Örn
Guðjónsson á trummur, stóðu onki
aftanfyri.
Brádliga kastaði sangarin seg út
millum fremstu áskoðararnar, og
teir loftaðu honum og hildu honum
uppi, meðan hann sang, nú uppaftur
harðari og meiri rokkut. Hann mundi
helst vera greiður yvir, at hann ikki
slapp upp á pallin aftur í bræði, men
tað tóktiskt ikki at nerva hann. Hann
stóð nú millum áhoyrararnar og sang.
Bólkurin endaði heldur stuttu
konsertina við sanginum “Dark
Water”, sum hevur verið nógv spæld
ur í útvarpinum í seinastuni.
Agent Fresco vórðu “HUH!”-klapp
aðir uppaftur, men ein av fyrireikar
unum kom fram til mikrofonina og
segði, at vit tíverri ikki skuldu fáa
meiri fyri hatta 25 oyrað, tí ætlanin
mátti haldast, og á pallinum á sand
inum stóðu amerikonsku “Hot 8
Brass Band” ótolnir og bíðaðu.
Fjølbroyttur festivalur
Nógv hevur verið tosað um, at onki
veruligt høvuðsnavn var í ár. Eg
hevði ikki sjálvur brúk fyri nøkrum
stórum navni, tí mær dámar best
at fara til konsertir við bólkum, eg
ikki kenni frammanundan. Tað ber
illa til at fáa allar konsertirnar við,
serliga tá man skal koyra ímillum
Havn og Gøtu. So tað man helst
hava verið hjá undirritaða sum við
so mongum øðrum festivalgestum -
man velur sær nakrar konsertir út. G!
festivalurin var sera fjølbroyttur. Har
var metal, poppur, afro, brass band,
fólkatónleikur og mangt annað. Eg
varð ikki vónbrotin. Og øll kundu
finna okkurt, teimum dámdi.
"LJÓÐIÐ Á SPÆLIPLÁSSINUM VAR IKKI SO GOTT SUM
Á SANDINUM. TAÐ LJÓÐAÐI IKKI BEINLEIÐIS ILLA, MEN
HAR MANGLAÐI BOTNUR Í, UMFRAMT AT TRUMMURNAR
LJÓÐAÐU MERKILIGA INNPAKKAÐAR"
Phlake umboðaðu mainstream-popp partin av G! skránni. Bólkurin spældi væl og professionelt, og ljóðið var gott
- men konsertin lyfti seg ongatíð úr tí radiokonsepti, tónleikurin upprunaliga var sniðgivin til
Mynd: Alessio Mesiano / G! Festival