Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 RYNKEBY Allir 48 súkklarar og 10 ser­vice­fólk á ársins Team Rynke­by Føroyar-túri komu trygt til París um viku­skiftið. Tað var tó við einari løgnari kenslu, at súkkl­ar­ar­ nar súkklaðu uppvísingar­túr gjøgnum miðbýin í París ley­ ga­rdagin, meðan allar flagg­ stengur flaggaðu í hálv­ari stong, eftir hervuligu hend­ ingina í Nice á franska tjóð­ ardegnum hósdagin. Myndir av einum last­bili, sum trumlar gjøgnum eina mannamúgvu, runnu fram fyri fleiri, tí tað var ikki heilt óveruligt at ímynda sær, at yvir­gangs­maðurin hevði valgt rúgvuna av norð­ur­ lendsk­um súkklarum í París – 1600 í tali – sum mál. Sjálvur túrurin í ár gekk upp á stás. Onkrir tekn­ isk­ir skaðar vóru á før­ oyska liðnum, og soleiðis er hvørt ár, eins og nakrir súkl­arar duttu, men eingin kom álvarsliga til skaða. So klokk­an gott eitt leygardag­in kundi liðið súkkla inn ímóti einum av heimsins vakr­astu býum, eftir at hava verið á ferð í tíggju dagar. Áðrenn farið var um­borð á Norønnu fríggjamorgun­in tíðliga, hevði liðið súkklað hund­rað kilometrar í Før­oy­ um úr Klaksvík til Havn­ar við avstikkarum. Úr Dan­ mark til París var ársins túr­ ur 1325 kilometrar, so sam­ an­lagt bleiv súkklað 1425 kilo­metrar upp á átta dagar. Longstu dagarnar lógu um 220 kilometrar. Ársins innsavning er nú av. Hvussu nógvir pengar, ið komu inn í ár, er ikki talt upp enn. Í fjør lá talið um eina milli­ón krónur. Tað ber enn til at søkja um at sleppa við at súkkla til París í 2017. RYNKEBY-LIÐIÐ KOM TRYGT TIL PARÍS Fløggini í París veittraðu í hálvaru stong, tá ið føroyska súkkluliðið súkklaði uppvísingartúr ígjøgnum miðbýin í París leygardagin Føroyska Rynkeby-liðið í París Myndir: Jónvør & Einar