mánadagur 18. juli 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD TÍÐINDI
NÓGVAR FLYTINGAR
Í FÓTBÓLTINUM
Stórfeløg sum Chelsea og FC Barcelona hava gjørt um seg á marknaðinum seinastu
dagarnar. Stuttsøgdu ítróttartíðindini hesaferð hyggja nærri at leikaraflytingum í
fótbólti, men eisini er nýtt at frætta úr frælsum ítrótti, hondbólti og súkkling
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Viljormur Davidsen spældi
allan dystin, tá ið Vejle
um
vikuskiftið
spældi
seinasta
venjingardystin
áðrenn landskappingin fer
av
bakkastokki
komandi
vikuskifti. Dysturin, sum
var ímóti eykaliðnum hjá
FCK, endaði við 2-2-javnleiki.
Vejle spælir fyrsta lands
kappingardystin næsta viku
skifti ímóti Fremad Amager,
sum hevur Heina Vatnsdal
og Bárð J. Hansen í hópinum.
Fremad Amager er eisini í
holt við at leggja seinastu
hond
á
fyrireikingarnar
til komandi kappingaár í
næstbestu donsku deild
ini. Heini Vatnsdal byrjaði
inni í verjuni, tá ið tað
fyrradagin var venjingar
dystur
á
skránni
ímóti
Hvidovre. Dysturin varð
vunnin 2-0. Sum nevnt, so
spælir
Fremad
Amager
fyrsta
landskappingar
dystin
ímóti
Vejle.
Chelsea hevur keypt ein
av
størstu
profilunum
hjá
Leicester,
franska
landsliðsleikaran,
N'Golo
Kanté.
25
ára
gamli
miðvallarin hevur í longri
tíð verið settur í samband
við Chelsea, og nú váttar
Leicester,
at
teir
hava
selt
hann
til
Chelsea.
Keypsprísurin er ikki upp
lýstur, men hildið verður,
at
hann
hevur
kostað
London-felagnum
umleið
285
milliónir
krónur
Tað
gekk
annars
einki
serligt hjá Chelsea, sum
um vikuskiftið tapti 2-0 í
venjingardysti ímóti Rapid
Wien. Hetta var fyrstu ferð,
at Antonio Conte stóð á
odda fyri Chelsea. Chelsea
hevði
annars
fleiri
av
stjørnunum við, og serliga
2-0-málið
átti
Branislav
Ivanovic sín stóra lut í.
Eisini
Europa
League-
vinnararnir úr Sevilla hava
styrkt um miðvøllin. Spanska
felagið
hevur
nevniliga
skrivað undir sáttmála við
brasilska
spælbýtaran,
Ganso, sum kemur til úr
heimlandsfelagnum
Sao
Paulo. 26 ára gamli Ganso
hevur áður verið útnevndur
sum eitt risatalent, men
hann hevur einans fingið
átta landsdystir fyri Brasilia
síðani hann fekk sín fyrsta
fyri
seks
árum
síðani.
Christian Benteke hevur
ikki fingið sítt gjøgnumbrot í
Liverpool, og nú bendir nógv
á, at hann kann vera ávegis
úr
felagnum.
Sambært
Sky, so er møguleiki fyri, at
hann fer til Crystal Palace.
Fyrrverandi
áleyparin
í
felagnum, Leon McKenzie,
sigur við sjónvarpsstøðina,
at Benteka hevði passað
ómetaliga
væl
inn
í
spæliskipanina.
Crystal
Palace
hevur
higartil
í
summar fingið fatur á James
Tomkins, Steve Mandanda
og
Andros
Townsend.
Pep Guardiola ætlar sær
at skilja sær av við nógvar
spælarar í Manchester City.
Sambært The Telegraph,
so hava Eliaquim Mangala,
Samir Nasri, Wilfried Bony,
Willy
Caballero,
Pablo
Zabaleta
og
Alexandar
Kolarov spælt sínar seinastu
dystir fyri felagið, meðan tað
eisini er ivasamt, um hann
ynskir at hava Yaya Touré
og Jesus Navas í hópinum
FC Barcelona hevur skrivað
undir fimm ára sáttmála við
Lucas Digne, sum kemur til
frá fronsku meistarunum
úr PSG. 22 ára gamli vinstri
bakkurin kostar spanska
felagnum
umleið
140
milliónir krónur og er annað
keypið eftir at Samuel Umtiti
júst er keyptur úr Lyon.
Tað kom heldur óvart á,
at málslúkarin hjá Malmø
FF, Viðar Kjartansson, ikki
varð úttikin til íslendska
EM-hópin. Í Allsvenskan
hevur tað gingið sera væl hjá
framherjanum, sum hevur
skotið níggju mál seinastu
átta dystirnar. Aftonbladet
avdúkar, at hann nú er
ávegis til The Championship,
har Brighton er tilreiðar
at
keypa
hann
leysan
frá svenska oddaliðnum.
Carlos Tevez er framvegis ein
eftirspurdur harri. Juventus,
West Ham og Corinthians
hava verið upp á lúr eftir
at ognað sær argentinska
framherjan, sum í løtuni
spælir í heimlandsfelagnum
Boca Juniors. Varaforsetin í
felagnum sigur tó við Radio
Guemes, at tað ikki kemur
upp á tal at selja tann nú
32 ára gamla Carlos Tevez.
Arsenal hevur leingi ligið
framvið
eftir
Gonzalo
Higuain, men nú veit Football
Italia at siga, at enska felagið
er í samráðingum við Inter-
framherjan, Mauro Icardi.
23 ára gamli Icardi hevur
skotið 52 mál í 105 dystum
fyri Inter. Eisini Tottenham
og
Atlético
Madrid
sigast
at
vera
áhugaði
í at fáa fatur á honum.
Luke Shaw er longu klárur
at spæla aftur, eftir at hann
í septembur í fjør fekk eitt
opið beinbrot í Champions
League-dystinum
ímóti
PSV
Eindhoven.
Hann
spældi
45
minuttir
í
venjingardystinum
ímóti
Wigan
leygardagin,
sum
varð
vunnin
2-0.
José
Mourinho,
venjari,
segði
eftir dystin, at hann er
ovfarin av, at hann longu er
klárur at spæla aftur. - Hann
hevur offrað sína feriu upp
á at blíva klárur, segði hann.
Louis van Gaal fer neyvan
at vera arbeiðsleysur leingi
afturat.
Okkurt
bendir
á, at hann verður nýggjur
landsliðsvenjari hjá Belgia,
sum má finna sær ein
nýggjan
eftir
at
Marc
Wilmots hevur lagt frá sær.
Francois De Keersemacker,
forseti hjá belgiska fót
bóltssambandinum, váttar,
at teir hava áhuga í at seta
fyrrverandi
hollendska
landsliðsvenjaran í starv.
HONDBÓLTUR
Tað verður neyvan nakað
føroyskt íkast á danska
manslandsliðnum í hond
bólti, sum fer at spæla OL-
endaspæl í Rio de Janeiro
í summar. Jóhan á Plógv
Hansen hevur ikki verið inni
í myndini seinastu tíðina,
og heldur óvæntað hevur
Guðmundur Guðmundsson,
landsliðsvenjari, eisini valt
at seta Hans Lindberg uttan
fyri. Hann er einans við sum
eykaleikari og kann einans
innlimast í hópinum, um
skaðar ella annað stingur
seg upp.
FR. ÍTRÓTTUR
Nærmari kanningar skulu
nú staðfesta, um russiskir
íðkarar hava nýtt skipaða
doping eitt nú undir vetrar
leikunum í Sotji í 2014.
Verður illgrunin staðfestur,
so eru fleiri stór lond, har
ímillum
USA,
Týskland,
Spania, Japan og Kanada,
tilreiðar at skriva undir eitt
skjal til altjóða sambandið
fyri frælsan ítrótt við ynski
um, at eingin russi skal
sleppa at luttaka í OL í Rio
de Janeiro í summar. Tað
skrivar Reuters
SÚKKLING
Tað gongur framvegis væl
hjá
Torkili Veyhe,
sum
leygardagin súkklaði seg til
eitt fjórða pláss á einkult
startinum
í
kappingini
U6 Cycle Tour. Hann var
besti maður á liði sínum,
Team WeBike-CK Aarhus,
sum
somuleiðis
gjørdist
nummar tvey í liðkappingini.
Kappingin var tann fyrsta í
seinnu helvt av kappingar
árinum, og á heimasíðu síni
hevur
Team WeBike-CK
Aarhus gjørt upp hvørji
nevniverd úrslit liðið hevur
fingið higartil. Har fram
gongur greitt, at Torkil
Veyhe hevur verið stóri
heiðursmerkjaslúkurin.
Tríggjar
ferðir
hevur
hann
staðið
ovastur
á
sigursskamlinum, og aðrar
tríggjar
ferðir
er
hann
vorðin
nummar
tvey.
15. teinur av Tour de France
varð súkklaður í gjár. Á
160km-teininum úr Bourg-
en-Bresse til Culoz vóru tað
Jarlinson Pantano (IAM) og
Rafal Majka (Tinkoff), sum
sluppu avstað í útbrot og
fylgdust á mál. Í spurtinum
var
kolumbianski
Pantano
stinnastur
og
tryggjaði
sær
sigurin.
Samlaða støðan í Tour de
France
broyttist
einki
eftir teinin í gjár. Allir teir,
sum liggja frammaliga í
samlaðu kappingini, komu
savnaðir á mál við tí stóra
feltinum.
Chris
Froome
(Sky) er framvegis greitt á
odda við 01:47 frammanfyri
Bauke
Mollema
(Trek-
Segafredo)
og
02:45
frammanfyri Adam Yates
(Orica-Bikeexchange). Seks
teinar eru eftir at súkkla.
Serfrøðingar eru vónbrotnir
um,
at
fleiri súkklarar
ikki royna at bjóða Chris
Froome av, og eftir teinin í
gjár hevði maðurin í gulu
troyggjuni eisini eina heilsu
til kappingarneytarnar. - Eg
hevði væntað fleiri álop,
fyri at vera heilt erligur. Eg
væntaði meira frá Movistar,
segði Froome vísandi til
argasta
kappingarneytan,
Nairo Quintana, sum í løtuni
tó einans er nummar fýra
í samlaðu kappingini, 02:59
aftanfyri
Chris
Froome.
Bjarne Riis er ávegis aftur í
súkkluheimin sum liðeigari.
Eftir at hann í fjør skilti
seg av við Tinkoff-Saxo,
sum hann sjálvur stovaði
fyri mongum árum síðani,
er hann nú tilreiðar at seta
eitt nýtt lið á stovn, sum
aftur skal savna donsk
súkklutalent kryddað við
profilum á liðum. Bjarne
Riis sigur við TV2 Sport, at
hann væntar liðið at vera
klárt at súkkla um tvey ár.
ALBINUS@SOSIALURIN.FO