Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hallur Hansson sigur, at hann hevði ætlanir um at vinna móti Gilla Sørensen og AaB, men at tað má bíða til eina aðru ferð. Les samrøðu við teir báðar, har Hallur Hansson greiðir frá, at hann er fallin væl til í AC Horsens. Serliga venjaran dámar honum væl 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØROYINGAR Í DONSKU SUPERLIGUNI FÓTBÓLTUR André Olsen Um vikuskiftið byrjaði besta danska fót­bólts­deild­ ini, Super­ligan, aftur, eftir at kappingin seinastu gott og væl tveir mánaðirnar hevur ligið still. Fýra føroyingar spæla til dagligt í bestu donsku deildini. Teir fýra eru Gilli Rólantsson Sørensen, sum spælir fyri AaB í Aalborg, Hallur Hansson sum spælir fyri AC Horsens, Jóan Símun Edmundsson sum spælir fyri OB í Odense, og so eisini Brandur Hendriksson Olsen, sum sunnudagin skifti frá FC Keypmannahavn til Randers FC, har hann hevur gjørt ein trý ára sáttmála. Jóan Símun aftur á vøllinum eftir skaðasteðg Tríggir av teimum fýra komu um vikuskiftið á vøll­ in í Super­liguni. Fríggja­ kvøld­ið spældi Jóan Símun Ed­munds­son seinasta hálva tím­an, tá OB á heima­vølli tók ímóti upp­flytar­un­um úr Silke­borg. Dysturin hjá Jóan Símuni og OB endaði við málleysum 0-0 javnleiki, hóast at OB gjøgnum allan dystin var greitt betra liðið, og stórar partar av dystin­um mestsum trýsti mót­støðu­ liðið í botn. Hetta er fyrsta ferðin í fleiri mánaðir at Jóan Símun Edmundsson aftur er á vøllinum í Superliguni. Jóan Símun var so mikið óheppin tíðliga í vár, at hann meiðslaði sær knæðið, soleiðis at hann misti allar teir seinastu dystirnar í farna kappingar­ár­in­um. Men tíbetur er tað eydnast Jóan Símun Edmundssyni at koma fyri seg, meðan kappingin hevur ligið still. Ta løtuna sum Jóan Símun fekk á vøllinum fyri OB, spældi hann sum miðvallari til høgru. Gilli og Hallur í innanhýsis dysti Sæð við føroyskum brillum, var størsta upp­gerð­in í nýggja kappingar­ár­in­ um sunnu­dagin, tá AaB á heima­vølli tók ímóti AC Horsens. Bæði liðini hava føroyskar leikarar á liðnum, og merkis­vert var, at bæði Gilli Sørensen sum spælir fyri AaB, og Hallur Hansson sum spælir fyri AC Horsens, byrjaðu inni millum teir fyrstu 11 sunnudagin. Sjálvur dysturin endaði við 1-1 javnleiki, eftir at AC Horsens heldur óvæntað hevði verið á odda 1-0 heilt fram til 89 minuttir vóru leiktir av dystinum. Annar var meira nøgdur Tað vóru tí eisini tveir vin­ menn við blandaðum mein­ ing­um, ið Sosial­urin fekk orðið á eftir dystin sunnu­ dagin. Gilli Rólantsson Sørensen var sum heild skuffað­ur av, at tað ikki eydnaðist teim­ um at fáa meira burturúr á heima­vølli móti upp­flytar­ unum úr AC Horsens. Vit eru sjálvandi ikki nøgd­ir at fáa eitt stig á heima­vølli móti AC Horsens. Sum heild haldi eg at vit eru greitt omaná næstan allan dystin, men sum dysturin leið, mugu vit bara gleðast um at tað eydnað­ist okkum at fáa tað eina stigið. 1-1 er tí fair nokk, men eg haldi at um tað skuldi verið ein vinnari til dystin, so skuldi tað verið vit. Vit vera eisini noyddir at hyggja eitt sindur inn­ eftir, tí vit mugu hava eina betri plan b til at opna lið upp, sum leggja seg so langt aftur sum AC Horsens gjørdi sunnu­dagin. Hallur Hansson var meira nøgdur við eina stigið, hóast hann iðraði seg um, at tað eydnaðist AaB at javna so seint. Vit eru sum heild nøgdir við fyrsta dystin, og at fáa stig í Aalborg. Lagið í skiftingar­rúm­in­um var sjálvandi ikki so gott aftaná dystin, tí vit missa leiðsluna í 89’inda minutti, har vit halda at dómarin ta seinastu løtuna fer at døma ov nógv til teir. Men sum heild er eitt stig í Aalborg góðtikið. Eg havi sjálvur spælt í Aalborg við AaB, og veit tí, at tað ikki eru nógv lið, ið fáa stig við sær úr Aalborg. Mær hevði tó dámt betur at fingið øll trý stigini, tí so hevði eg kunna arga vin­mannin hjá mær úr Trongisvági eitt sindur, men tað má bara vera eina aðru ferð heldur, sigur Hallur Hansson skemt­andi. Nøgdir við egið avrik Leikliga vóru báðir før­oy­ing­ arnir tó nøgdir við sítt egna avrik í dystinum. Eg haldi at tað gekk heilt okay hjá mær. Eg føldi meg lætt­an, og vann mínar nær­ dyst­ir. Tað einasta eg iðri meg um, er at hann hevur Hallur fríspark í støðuni, har teir skora til 1-1, segði Gilli Søren­ sen eftir dystin við Sosial­in. Persónliga haldi eg at tað gekk fínt. Vit møta einum AaB liðið, ið er sera dugnaligt á bóltin­um.Vit praktisera tí okkara spælistíl við at leggja okkum longur aftur, har vit spæla meira við longum sendingum. Tað gera eisini arbeiðs­um­støður­nar hjá einum álops­sinnaðum mið­ vallara eitt sindur truplar, men eg eri nøgdur, tí vit skapa fleiri góðar støður til at av­gera dystin, segði Hallur Hansson. Venjarin fær ein at føla seg sum Messi Hallur Hansson sigur eisini, at hann er fallin serstakliga væl til í nýggja felagnum, AC Horsens, har hann hevur sera rósandi orð at bera venjaranum, Bo Henriksen. Okkara venjari hevur ófatuliga nógv positivt energi at geva frá sær, og so dugir hann framúr væl eisini at seta menn upp til dystir. Hann fær ein at føla seg sum Lionel Messi áðrenn man fer út á vøllin, og ein og hvør sum hevur spælt fótbólt, veit at tað kennist upplyftandi. Í dystinum sunnudagin spældi Hallur Hansson sum framrættaður miðvallari. Hetta er helst ein leiklutur sum hann skal venja seg við, tí í samrøðu við danska blaðið, Horsens Folkeblad, hevur AC Horsens venjarin, Bo Henriksen, sagt, at hann ikki hevur ætlanir um at brúka Hall Hansson á sentrala miðvøllinum. Hallur er ein fleksibul leikari, sum kann røkja øll tey seks fremstu plássini á liðnum. Eg vænti ikki at hann kemur at spæla serliga nógv á sentrala miðvøllinum hjá okkum. Fyribils ætlanirnar eru tí at brúka hann fyri tað mesta ÆTLAÐI AT VI Gilli Sørensen spældi vinstri bakkur sunnudagin Brandur Hendriksson umboðar nú Randers FC