mánadagur 18. juli 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
antin á vonginum, ella sum
framrættaðan
miðvallara,
segði Bo Henriksen altso við
Horsens Folkeblad.
Gilli á vinstra bakki
Gilli Sørensen byrjaði sunnu
dagin inni á vinstra bakki,
og spældi har heilt fram til
74 minuttir vóru farnir av
dystinum, tá AaB venjarin,
Lars Søndergaard, valdi at
satsa heldur meira fyri at
fáa útjavnandi málið, tá
hann tók ein verjuleikara
av vøllinum. Bakk plássið
er eisini lutfalsliga nýtt
fyri Gilla Sørensen. Áðrenn
at Gilli Sørensen fór til
Danmarkar at spæla tíðliga
í 2014, hevði hann so gott
sum ongar royndir sum
verjuleikari.
Hann spældi tá fyri tað
mesta antin sum vongspælari
ella sum álopsspælari, har
hann var sera ágangandi í
kontraspælinum við sínum
skjótleika. Tað er eisini júst
skjótleikin sum er orsøkin
til at Gilli Sørensen í dag er
umskúlaður til bakk. Gilli
Sørensen er ringur at sleppa
framvið, og er ein støðug
hóttan í álopsspælinum, tá
hann við sínari nógvu ferð
altíð er klárur til at koma við
í yvirlapp.
Brandur til Randers FC
Tað hevur í eina tíð verið
ógreitt hvar føroyski lands
liðsleikarin, Brandur Hen
driksson Olsen, eftir sum
marfrítíðina fór at spæla.
Fyri fáum vikum síðani
boðaði FCK frá, at Brandur
Hendriksson Olsen, var í
Noregi og hugdi eftir um
støðunum í Lillestrøm. Eitt
skiftið sum tó ikki varð til
nakað allíkavæl.
Men sunnudagin gjørdist
framtíðin hjá Brandi Hen
driksson
Olsen
almenn.
Hann hevur nevniliga skriva
ein trý ára sáttmála við
danska Superliga felagið,
Randers FC, sum hevur
íslendskan venjara.
Í samrøðu við heima
síðuna hjá Randers FC, sigur
føroyski
landsliðsleikarin,
at hann er glaður fyri at fáa
framtíðina uppá pláss.
Vit
hava
samskift
gjøgnum longri tíð, og felagið
hevur víst stóran áhuga fyri
at fáa fatur á mær. Hesar
seinastu
dagarnar
hevur
tað tó gingið skjótt, og eg eri
ótrúliga glaður og spentur til
at byrja í nýggja felagnum.
Eg havi leita eftir stabiliteti
og møguleika fyri at menna
meg enn meira, so eg haldi at
hetta er tað heilt rætta valið
fyri meg.
Undan
Branduri
Hen
driksson Olsen, er tað bert
ein annar føroyingur, sum
hevur spælt á besta liðnum
hjá Randers FC. Tað er Alti
Gregersen, sum fyri nógv
um árum síðani spældi í
felagnum.
Eisini hevur Karl Løkin
spælt við danska felagnum,
men hann fekk tó ongantíð
debut á besta liðnum hjá
Randers FC.
Gott fyri føroyskan
fótbólt
Samanumtikið er tað gleði
ligt fyri føroyskan fótbólt
og
fyri
føroyska
lands
liðið, at so nógvir leikarar
til dagligt koma at hava sín
gerandisdag í bestu donsku
deildini. Harafturat er tað
eisini gleðiligt at fleiri av
teimum
spæla
týðandi
leiklutir á liðnum sum teir
umboða. Tí í mun til onkun
tíð
fyrr,
har
føroyingar
fyri tað mesta hava sitið
á bonkinum, sær út til nú,
at allir fýra føroyingarnir
koma at fáa ein stóran
leiklut á sínum liðið. Bæði
Jóan Símun Edmundsson og
Hallur Hansson eru keyptir
leysir av sínum sáttmála til
Superliguna, meðan góð útlit
eru fyri at Gilli Rólantsson
Sørensen
og
Brandur
Hendriksson Olsen koma
at fáa nógva spælitíð fyri
ávikavist AaB og Randers FC.
NNA Á GILLA
Gilli Rólantsson og
Hallur Hansson eftir
dystin sunnudagin