Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Kappingin millum 10-manna­før­ini hev­ ur sein­astu vik­ur­ nar broytt seg frá at vera suveren­ur Eystur­oy­ingur og so kapping millum teir tríggjar bátarnar úr høvuðs­stað­num um næst­ fremsta plássið og til at vera púra opna kapp­ing millum fýra bátar. Á fjarðastevnu í Vest­manna leygardagin tryggj­aði Eystur­oying­ ur sær FM heitið. Tað var stóra málið hjá royndu rógvarunum av Skála­fjørð­ in­um, tá ið teir um árs­ skiftið av­gjørdu at seta seg við árarnar aftur. Hetta er áttanda ferðin, at Eystur­oy­ing­ ur vinnur FM. Harvið er hann næst­mest vinnandi 10-manna­ farið. Tað er bara Havnar­báturin, sum hevur vunnið FM oftari – trettan ferðir. Gamli vann á tí nýggja Leygardagin vann Ormurin Langi fyri fyrstu ferð í ár. Tá ið roknað varð út frá úrslitunum fimm tær fyrstu ferðirnar í ár, so var tað óvæntað. Ormurin Langi var næstfremstur á jóansøku, meðan hann hinar ferðirnar hevur verið aftastur. Leygardagin var enda­spurturin fram­ úr spennandi. Allir bátarnir snodd­aðu til odda­sessin, áðrenn tað varð farið undir síðstu av­bjóðing­ina. Tá vóru tað Eystur­ oy­ingur og Ormurin Langi, sum fóru skúmandi fram ímóti málinum, og á málinum var blái báturin stavnin undan gula bátinum. Fagnaðurin var framúr umborð á Orminum Langa, og søgan um bátin og tann, sum Ormurin Langi vann á, setur tingini í perspektiv. Upprunaliga smíð­aði Sámal Hansen Ormin Langa til Kapp­róðrar­felagið NSÍ. Hetta var í 2001. Átta ár seinni smíðaði Sámal ein nýggjan Eystur­oy­ing til felagið. Átta ára gamli bát­urin varð tá seldur til Kapp­róðrar­ felagið í Hvanna­sundi og Norðdepli. Ætlanin hjá teimum norðuri í Sundi var at hava 10-manna­farið at hugna sær við. Síðsta vetur keypti Róðrarfelagið Knørrur bátin frá teimum norðuri í Sundi. Í ár hava teir kappast við honum. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað var gamli Eysturoyingur, sum leygardagin sigraði á nýggja Eysturoyingi. Hvussu tað ber til, at gamli Eysturoyingur nú er Ormurin Langi er ein partur av søguni um, hví 10-mannafarið hjá Róðrar­felagnum Knørri nú stendur seg so væl, at tað leygardagin vann á 2016 meistarunum, sum hava vunnið so nógv. Svein Rógvi lyklaleiklut Annar av lærmonnunum um­borð á Orminum Langa er Svein Rógvi Nielsen Ljós­stein. At hann framvegis er kapprógvari er merkisvert í sær sjálvum. Hósdagin í síðstu viku, 14. juli, vóru tað trý ár síðani, at hann varð raktur av blóð­proppi í heilanum, meðan báts­felagarnir um­borð á Klaks­vík­ingi fegnaðust um sigurin á varma­keldu í Fuglafirði. Síðani hevur Svein Rógvi tikið mangt takið, og nú er hann bæði venjari hjá og ein av manningini umborð á Orminum Langa. – Tað kendist væl leygar­dagin. Í løtum raktu vit akkurát ta ferðina, sum er tann besta hjá okkum. Tá ið tað eydnast, gongur báturin hjá okkum betri, enn hinir gera. Um vit tá eru framman­fyri, so økja vit, og um vit eru aftanfyri, so taka vit inn á teir, sum vit ORMURIN HEVU VIÐ FORT 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR Trúgvin upp á at tað skal bera til, er størsta broytingin, men tað hevur eisini stóran týdning, at tað verður róð við øðrum báti enn í fjør, og at Ormurin Langi venur í Kollafirði og ikki á Havnarvág, sigur Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, sum bæði rør og er venjari FJARÐASTEVNURÓÐUR