mánadagur 18. juli 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvussu fyrireika tit
tykkum, nú tit eru fleiri
frá ymsum liðum?
Har eru úttiknir tveir kapteinar
(Magnus Cort og Søren Kragh).
Teir koma at koyra eftir etapum
og samlaðum sigri. Mín rolla
verður rímuliga læst av tí sama.
Eg skal væntandi hjálpa teimum
so nógv sum møguligt, og tað
verður ikki nógv pláss fyri at
royna egnar møguleikar. Men eg
vóni at koma væl ígjøgnum og at
teir verða glaðir fyri tað arbeiðið
eg geri fyri teir
Hvussu fyrireika tit
tykkum, nú tit eru fleiri
frá ymsum liðum?
Vit fyrireika okkum hvør sær og
syrgja fyri at verða so væl fyri
sum gjørligt tá ið vit møta upp.
Allir hava fult program við egnum
liðum, so tað er ikki tíð at møtast
áðrenn kappingin byrjar. Eg havi
til dømis akkurát verid í Svøríki
og koyrt seks daga etapukapping
sum fyrireiking.
Hvussu ber tað til, at tað
gongur so væl hjá tær?
Eg havi passað venjingina væl og
havt góðar umstøður fyri hetta.
Tað kann eg takka baklandi og
sponsorum fyri.
Fylgir tú við í Tour de
France, og hvørjum
heldur tú við?
Eg fylgi so væl við eg kann, men
vit koyra ofta sjálvir kappingar
meðan teir koyra. At byrja við helt
eg við Quintana, men eg vóni meir
at Yates vinnur nu. Eg haldi hann
hevur gjørt tað ógvuliga gott.
Hvussu hevur Tour de
France verið higartil?
Kaotiskt kann lýsa tað stutt.
Har hava verið nakrar óhepnar
hendingar, men út yvir tað haldi
eg tað hevur verið sera spenn
andi. Tað er stuttligt at síggja
Cavendish við heilt frammi aftur
og í heila tikið Team Dimension
Data gera tað so gott. Yates hevur
verið spennandi at fylgt eisini.
Vikan ið fór
Jákup á Borg hevur saman
við Magna Mouritsen fingið
árskort til allar heimadystir hjá
Manchester United í komandi
kappingarárið. Jákup á Borg hevur
fingið tvey árskort, meðan Magni
Mouritsen eisini hevur fingið tvey.
32 ára gamli bosniski áleyparin,
Damir Ibric Yuksel, skal royna at
bjarga toftamonnum einum árið
afturat í Effo-deidini. B68 hevur
skrivað sáttmála við bosniska
leikaran, sum er galdandi fyri
restina av kappingarárinum.
Føroyar fóru 37 pláss aftur
á nýggjasta styrkislistanum
hjá FIFA sum kom út í farnu
viku. Serliga er tað ósigurin
móti Kosovo, sum er orsøkin.
Mikukvøldið lat
flytingarvindeygað aftur
í føroyskum fótbólti.
Samanumtikið vóru tað
botnliðini ið styrktu væl
meira um hópin, enn hvat
oddaliðini gjørdu.
Ormurin Langi vann róðurin
fyri 10-mannaførini, sum var í
Vestmanna. Ein túsundapartur
av einum sekundi skilti
Ormin Langa og Eysturoying,
sum endaði nummar 2.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
12 milliónir fólk standa framvið
vegirnar, tá ið súkklararnir í
Tour de France árliga kappast
í Fraklandi og har um vegir.
Talan er um heimsins størstu
súkklukapping, sum hevur eina
framúrskarandi og hendingarríka
yvir 100 ára drúgva søgu á baki.
Danska sjónvarpsrásin TV2
ger nógv burturúr kappingini. Øll
segl verða repað, tá ið kappingin
er fyri durðum, og tað hevur
nærmast ment seg til at vera
eitt tiltak, eitt must at síggja,
hjá serliga donskum familjum.
Eyðkennislagið til sendingina
kallar TV2 sjálvt fyri ”lyden af
sommer”, og tað er ikki langt við
síðuna av.
Heldur merkisvert, so hevur
TV2 tríggjar frásøgumenn til
beinleiðis
sjónvarpingina
av
teimum 21 teinunum í Tour de
France. Tað riggar tó avbera væl.
Tann altíð so væl upplagdi, væl
fyrireikaði og skemtingarsami
Dennis Ritter er høvuðsmaður,
og afturat sær hevur hann
fyrrverandi fulltíðar súkklaran,
Rolf Sørensen, ið hevur eina
veldiga vitan um tað taktiska, og
79 ára gomlu legenduna, Jørgen
Leth, ið kennir bæði ta fronsku-
og súkklusøguna út í hvørja odd
og egg. Við sínum hugtakandi og
stundum lokkandi frágreiðingum
umskapar hann sjónvarpingina
til so nógv meira enn bara
súkkling.
Afturat tær fangandi frá
sagnirnar hjá teimum trimum,
hevur TV2 eisini eitt ferðastudio,
ið ferðast frá býi til bý at senda.
Claus Elming er vertur og hevur
kendar gestir á vitjan. Í Fraklandi
eru útsendir tíðindamenn eisini
á staðnum og fanga tær feskastu
søgurnar bæði undan, undir og
eftir teinarnar.
HYGG
UM:
Tær
dámar
væl
súkkling ella søgu.
IKKI HYGG UM: Tú ikki vil geva
súkkling ein kjans, ella ikki vil
hyggja í sjónvarp ov leingi.
HVUSSU ER AT HYGGJA: Hóast
sendingarnar vara í fýra-fimm
tímar, so eru tær somikið hug
takandi, at ein ikki troyttast.
HVAT SIGUR TÚ? Sera góðar,
fangandi
og
gjøgnumførdar
sendingar.
ALBINUS@SOSIALURIN.FO
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
FAKTA Portugal er tíggjunda landið, ið vinnur EM steypið. Teir vóru í finaluni í 2004 á heimavølli, men máttu tá lúta fyri Grikkalandi.
Ole Nielsen, ítróttarstjóri í Randers FC,
um Brand Hendriksson Olsen
Pál Joensen um søgurnar at hann aftaná HM
í december, skal steðga sum svimjari
– Talentið er júst tað, vit skulu útvikla og fáa forloyst,
soleiðis at Brandur kann blíva ein stórur profilur fyri
Randers FC. Eg ivist onga løtu í, at tað fer at eydnast
– Úttalilsi um at eg fari at slakka av
eftir 2016, er blivið mistulkað til at eg
fari at gevast at svimja eftir 2016
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Torkil Veyhe
Aldur: 26
Starv: Súkklari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvussu eitur enski maðurin, sum í løtuni hevur gulu
troyggjuna í Tour de France?
2 Hvussu eitur sprintarin av Isle of Man, sum hevur vunnið
30 teinar í Tour de France?
3 Hvussu eitur kendi amerikanarin, sum hevur vunnið Tour
de France sjey ferðir?
4 Hvussu æt italiumaðurin, sum vann Tour de France í 1998,
livdi eitt hart lív og doyði í 2004?
5 Hvat eyknevni hevur fyrrverandi súkklarin, Michael
Rasmussen?
6 Hvussu eitur danin, sum vann Tour de France í 1996?
7 Hvussu eitur stóra føroyska súkklukappingin, sum í ár er
avlýst?
8 Hvør er súkklarin á myndini?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1. Chris Froome, 2. Mark
Cavendish, 3. Lance Armstrong
4. Marco Pantani, 5. Kyllingen, 6. Bjarne Riis
7. Volvo Kring Føroyar,
8. Alberto Contador
FRÁSØGN:
Tour de France á TV2
ÍTRÓTTAR UMMÆLI