mánadagur 18. juli 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. juli 2016 · Nr. 82
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Pál Joensen, sum síðstu átta árini hevur
sett Føroyar á heimskortið í svimjing
og í áravís hevur verið Føroya fremsti
ítróttarmaður, er nú so spakuliga í
ferð við at rigga av, og 2016 verður eftir
øllum at døma hansara seinasta sum
svimjari á hægsta stigi. Í samrøðu við
donsku avisina, Berlingske, ásannar Pál
Joensen, at sum langteinasvimjari ert
tú á toppinum sum 25 ára gamal, so tí
fer hann til OL í Rio í august og HM-
kappingina í Kanada í desember, áðrenn
hann æltar sær at gevast. Staðfestast má,
at tað er nógv tað fremsta ítróttarfólkið
nakrantíð í ítróttarsøgu Føroya, sum
gevst við ársskiftið, vónandi við einum
HM-heiðursmerki í tí seinastu kappingini.
Talið av heiðursmerkjum Pál Joensen
hevur vunnið eru so mong í tali, at
Pálshøll kann hava eitt savn burturav
við heiðursmerkjum, myndum og
minnislutum frá stolta tíðarskeiðnum hjá
Páli Joensen, sum elitusvimjari, og sum
fremsti ítróttarmaður Føroya nakrantíð.
Tað einasta, sum hevur manglað er løtan,
tá Pál Joensen gongur inn til setanina
á olympisku summarleikunum berandi
føroyska Merkið. Men tá ein ikki fær
tað ein elskar, má ein elska tað ein fær,
og vónandi fær Pál Joensen vunnið
ríkinum heiður og æru á olympisku
summarleikunum í Rio í Brasil komandi
mánað.
Samstundis er gleðiligt at frætta,
at tað grør um rennandi landsliðsfót
í donsku superliguni. Báðumegin
aldarskiftið vóru føroyingar spentir
at fylgja donsku superliguni, tá Jákup
Mikkelsen í Herfølge, og Tódi Jónsson í FC
Keypmannahavn gjørdu um seg, og vunnu
gull og heiður fyri síni feløg. Nú er loksins
lagt upp til, at vit føroyingar aftur kunnu
gerast veruliga spentir at fylgja donsku
superliguni. Ígjár var langt um leingi
ein føroyingauppgerð í bestu, donsku
fótbóltsdeildini, tá AaB tók ímóti AC
Horsens í Ålborg. Gilli Rólantsson byrjaði
inni fyri AaB, og Hallur Hansson byrjaði
fyri fyrstu ferð inni fyri AC Horsens, og
fekk fulla spælitíð. Fríggjakvøldið fekk
Jóan Símun Edmundsson spælitíð, tá OB
tók ímóti Silkeborg í Odense, og vónandi
verður spælitíð til Brand Hendriksson
Olsen, tá lið hansara Randers FC vitjar
FC Midtjylland í Herning í kvøld. Skal
føroyska fótbóltslandsliðið taka seg enn
meiri fram, so er neyðugt, at enn fleiri
spælarar spæla fótbólt á hægri støði, og
í so máta boðar nýggja kappingarárið
í donsku superliguni frá góðum. Góða
eydnu í superliguni Gilli, Hallur, Jóan
Símun og Brandur.
Seinasta kappingar
árið hjá Páli, og
fýra føroyingar
í superliguni
KLUMMAN
Heri sigur sína hugsan...
André Olsen
Heimsmeistarakappingin
í december skuldi vera hin
seinasta hjá Pál Joensen
sum svimjara, áðrenn hann
fór at gevast. Tað skrivaði
Berlingske leygardagin, og
tann søgan var eisini endur
givin á in.fo sunnumorgunin
við yvirskriftini »Pál gevst í
december«.
Men sambært Pál Vitalis
Joensen sjálvum, hevur vág
bingurin onga avgerð tikið
enn, hvørt hann fer at gevast
ella ei.
Í samrøðu við Sosialin,
sigur
Pál
Joensen,
at
hansara
úttalilsi
um
at
hann fór at slakka av eftir
heimsmeistarakappingina í
december er blivið mistulkað
til, at hann fer at gevast sum
svimjari eftir kappingina í
december.
Mítt úttalilsi um at eg
fór at slakka av eftir 2016
er blivið mistulkað til at eg
fari at gevast. Eg havi onga
avgerð tikið enn um tað,
sigur Pál Joensen í samrøðu
við Sosialin.
Viðvíkjandi
spurning
inum at gevast, svarar Pál
Joensen, at hann í løtuni
ikki hevur hug at úttala seg
um at gevast, nú tað bert eru
tríggjar vikur til OL.
Eg havi ikki hug at úttala
meg um at gevast, nú tað
bert eru tríggjar vikur til OL.
Sostatt bendir nógv á, at
Pál Joensen ikki heilt fer at
gevast sum svimjari eftir at
heimsmeistarakappingin
í
december í 2016 er liðug, men
at hann heldur fer at slakka
av.
Pál
Joensen
hevur
seinastu nógvu árini verið
partur av heimselituni í
langteinasvimjing.
Eisini
hevur hann í áravís verið
valdur til ársins ítróttarfólk
í Føroyum.
Hóast søgur um vikuskiftið vildu vera við, at Pál Joensen
í december fer at steðga sum svimjari, sigur Pál Joensen
sjálvur, at hann onga avgerð hevur tikið
PÁL HEVUR ONGA
AVGERÐ TIKIÐ