Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 29 • 18. JULI 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Fleiri og fleiri keypa nú nýggjan bil á netinum Vilmund Jacobsen D anir keypa meira og meira á netinum, og nú eru tað ikki bert bøkur, klæði og ferðir uttan­ lands, sum teir eru til reiðar at koyra í talgildu innkeypskurvina. Túrurin er nú eisini komin til keyp av nýggjum bili á netinum, sum eftir húsa­keyp er hin næst størsta keyps­ av­gerðin í lívinum. Í einari YouGrov-kanning, sum heima­síðan www.autooffer.dk hevur biðið um, eru danir spurdir um teirra viður­skifti við bilakeypi. Her svarar fjórði hvør dani »ja« ella »kanska« til spurningin um, hvørt tey kundu funnið upp á at keypt sær nýggjan bil á netinum. Kanningin vísir tó kortini stórt fyri­ varni ímóti at keypa bilar á netinum. 69 prosent av teimum spurdu siga nevniliga nei til at keypa ein nýggjan bil á netinum. Veksandi tal Sambært AutoOffer eru svarini eitt tekin um, at talgildingin eisini hevur rakt bilavinnugreinina. – Allar vinnur verða, sum árini ganga, talgildar, og nú er langt um leingi tíðin komin til bilamarknaðin. Hetta merkir, at brúkarar hava fingið eyguni upp fyri talgildu fyrimununum. Hetta síggja vit eisini í Týsklandi, har 10 prosent av øllum nýggjum bilum í fjør vórðu seldir á netinum. Søren Malmskov, sum eigur og rekur AutoOffer, væntar, at fimmti hvør nýggi bilur í framtíðini kemur at verða seldur/ keyptur á netinum. Ein standardvøra Við heimasíðuna www.motormaga­ sinet.dk sigur Klaus Æ. Mogensen, sum er framtíðargranskari hjá Institut for Fremtidsforskning, at keyp av nýggjum bilum á netinum er eitt rák, sum bara fer at veksa í framtíðini. Orsøkin er, at bilar eru ein sonevnd standardvøra. – Brúkarunum nýtist ikki at royna bilin á staðnum, har tey keypa hann. Hetta verður á sama hátt, sum at keypa einar nýggjar buksur á netinum. Tú kanst passa buksurnar í handl­ inum, og síðan kanst tú leita eftir besta prísinum fyri júst hesar buksur á netinum. Hann vísir á, at sama verður í størri og størri mun við keypi av nýggjum bili. Klaus Æ. Mogensen heldur, at søla/keyp av bilum á netinum í fram­ tíðini fer at gera, at fysisku bila­ søl­urnar, sum tíðin gongur, verða um­gjørdar til tað, hann rópar »show- rooms«. Veksandi áhugi AutoOffer merkir týðiliga veksandi áhugan fyri bilakeypi á netinum og hevur seinasta fjórðingsárið sæð eina trífaldan av vitjanum á síni heimasíðu, samstundis sum sølan av nýggjum bilum er vorðin ferfaldað. Sjálvur væntar Søren Malmskov hjá AutoOffer, at fimmti hvør bilur verður seldur/ keyptur á netinum í framtíðini. – Tað er okkara mál at hava 20 prosent av allari privatbilasøluni í Danmark um trý ár. Um framgongdin heldur fram, soleiðis sum út sær í dag, eru vit longu væl á veg, sigur Søren Malmskov. Um AutoOffer AutoOffer er stovnað í 2013, men soleiðis, sum heimasíðan sær út í dag, er hon stívliga eitt ára gomul. – Endamálið við síðuni er, at við­ skiftafólk skulu kunna keypa bilin á netinum so bíliga sum gjørligt, og síðan verður bilurin leveraður ókeypis í túninum, um tú býrt í Danmark. Søren Malmskov sigur, at hann hevur góðar avsláttraravtalur við veit­ arar kring um alt Danmark. AutoOffer hevur verið í stórum vøkstri seinastu tíðina. Føroyingar vælkomnir Søren Malmskov sigur við Vikublaðið, at hann er spentur eftir at vita, um áhugi eisini er fyri heimasíðuni www. AutoOffer.dk í Føroyum. – Danmark verður okkara høv­uðs­ marknaður, men verður tað soleiðis, at eitt nú føroyingar eisin hava hug at keypa nýggjan bil um okkara heima­ síðu, eru vit til reiðar at finna út av loysn­um, sigur stjórin í AutoOffer, Søren Malmskov. Eisini í Føroyum Eisini í Føroyum hava vit heimasíður, sum selja bilar, tó at tær kanska ikki eru so umfatandi, sum hin danska hjá AutoOffer er. Ein av hesum síðum í Føroyum er www.netbilar.fo, sum Kári Heini Hansen í Norðragøtu eigur. – Eg leggi meg mest eftir nýggjum bilum, tí tað er so trupult at áseta nývirðið á brúktum bilum. Føroyingar eru gjarna eitt sindur aftan fyri danir á nøkrum økjum, og í Føroyum vilja fá hoyra um leasing, tó at hetta er púrasta vanligt í Danmark. Kári Heini Hansen sigur, at heima­ síðan hjá honum vendir sær bæði til privatkundar og vinnukundar, og til vinnu­kundar hevur hann eitt nú onkran vørubil og onkran pick-up. – Eg selji bilar, sum hava ein ávísan prísmun í mun til somu bilar, sum bilasølurnar í Føroyum selja. Er munurin lítil, taki eg gjarna ikki hesar bilar heim. Kári Heini Hansen sigur, at keypir tú ein bil hjá www.netbilar.fo fyri einar 400.000 krónur, er sparingin gjarna einar 80.000-100.000 krónur í mun til at keypa sama bil hjá einum bilahandlara í Føroyum. Bæði í Danmark og Føroyum eru heimasíður, sum selja nýggjar bilar, og her kann vera nógv at spara, um tú velur rætta bilin Søren Malmskov er stjóri í www.autooffer.dk í Danmark Kári Heini Hansen eigur www.netbilar.fo