hósdagur 13. juli 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 132 - 13. juli 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Búskaparkanning
Landsstýrið vil nú hava ein bólk ella eina nevnd
at kanna føroyska búskapin fyri at fáa greiðu
á skiftistíðini — onkur hevur nevnt IMF. Sjálv-
sagt er altíð gott at fáa so nógv tilfar á borðið,
sum møguligt, tá ein stór avgerð skal takast.
Men spurningurin er, um ikki samgongan við
hesum nýggju ætlanum gevur kritikarum av
búskaparliga arbeiðnum í samband við Hvít-
ubók rætt í sínum atfinningum.
Vit hava havt ein búskaparpart í Hvítubók, ið
ikki var framúr greiður, og landsstýrið hevur
fingið atfinningar viðvíkjandi framløguni av
hesum arbeiði. Her á hesum stað var millum
annað sett spurnartekin við, hví útrokningar-
nar fyri skiftistíð í Hvítubók ikki vóru styttri
enn 15 ár. Andstøðan setti somu spurningar
viðvíkjandi skiftistíðarútrokningunum, og sera
løgið er, at embætismenn, ið hóast alt eru
serfrøðingar á økinum, ikki hava sett spurnar-
tekin við útrokningar, ið hava víst seg at vera
nakað burtur frá veruleikanum fyri ikki at siga
naivar, nú onkur landstýrismaður hevur nýtt
hettar orðið í seinastuni.
Vit hava verið vitni til framløgur kring alt landið,
har fólk sóu telduuppvísing við búskapartøl-
um, har fundarfólkið ella rættari sagt áskoð-
arnir fingu høvi at velja sær eina skiftistíð fyri
so at síggja grafar í fleiri litum yvir gjaldsjavna
og øðrum. Um hettar arbeiðið var eftirfarandi,
so átti at verið skjótt at trýst fýra ár inn í teld-
una fyri at sæð, á hvørjum støði framtíðar
sjálvberandi búskapur Føroya hevði verið á.
Nakað annað er so, at gjaldsjavni og handils-
javni, ið ivaleyst verður negativur í ár, ikki eru
góð mát fyri landskassans inntøkur, og ynski
landstýrisins um búskaparkanningarnevnd er
kanska ein ásannan av hesum.
Útyvir at landsstýrið ikki tók kritikkin av bú-
skaparpartinum av Hvítubók til eftirtektar, ella
framløguna av hesum, so er enn meira hug-
stoytt, at sama landsstýri fortelur fólki, at
danskarar skulu grundgeva fyri fýra ára skift-
istíð. Er hettar ikki heldur løgið, aftan á milli-
ónaupphæddir eru nýttar til kunning og kann-
ing sum liður í fullveldisætlanini?
Ein sjálvberandi búskap fáa vit føroyingar í
morgin, um vit vilja, men spurningurin er bert,
hvat livistøðið í hesum sjálvberandi búskapi
verður. Sjálvberandi búskapur merkir ikki neyð-
vendigvís við núverandi støði, hóast lands-
stýrið tykist vera av hesari hugsan. Hettar er
eitt sindur óskilligt, tá hugsað verður um, at
landstýrismenn hava høvi at ráðføra seg við
hópin av óiva dugnaligum búskaparfrøðingum
í umsitingini. Hesir høvdu óiva skjótt klárað at
roknað út, hvat livistøðið í sjálvberandi før-
oyska búskapinum hevði verið aftan á eina
fýra ára skiftistíð, uttan at IMF ella onkur annar
nýtast at vera eftirspurd.
Spurningurin er, um ikki øll gongdin í fullveld-
isviðgerðini átti at verið endurskoðað í einum
metaforiskt sæð edrúiligum ljósi, soleiðis, at
borgarin og politikarar til eina og hvørja tíð
hava eitt trygt og vælgrundað búskaparligt
støði at taka støðu útfrá, óansæð politiskt rák
ella búskaparligan móta.
Viðmerking:
Við glógvandi eygum og
rødd og penni, sum royndu
at sannføra, segði hann frá
tí landi, hann mangan vitj-
aði og tyktist at hava mist
hjarta sítt til. Flestu mundu
meta hesar frásagnir ynsk-
idreymar at vera.
Hann tosaði og skrivaði
um eitt frælst føðiland, ikki
øll skiltu, nøkur spottaðu
og tosaðu aftur um dreym-
averð.
Ein dagin, merktur av
tonn tíðarinnar, møttust
hann og Frelsarin – og teir
gjørdust vinir. Einki varð
sum áður, hann dvøldi við
føtur Meistarans. Vit sóðu
hann á sjónvarpsglugga-
num á fundi í heri frelsar-
ans og samkomu hvítu-
sunnumanna,
hendan
blíða, glaða lærusveinin.
Fekst tú orð á hann, á
arbeiðsplássi hansara ella
á gøtuni, so var tað altíð
tað góða orðið, sum fylgdi
tær.
Dreymar ella ikki – í dag
eru teir saman, Meistarin
og Arnbjørn. Saman í dýrd,
sælu og frælsi, sum ikki
kann metast við sjálvt fagr-
astu dreymar hann hevði.
Á sæla møti hvørs úrslit
helt, tá alt annað svíkti.
Hvussu løtan enn var
inni á Sundi, so var hann
ikki einsamallur. Jesus var
hjá honum við tí friði, sum
lyftir av pínu, rekur burtur
ótta og stillar sinni. Hvat
teir tosaðu um hesa løtu,
vita vit ikki enn. Men tað
vóru ikki dreymar, men
veruleikin, sum møtti Arn-
bjørni, tá hann á ørmum
Frelsarans varð borin heim
í dýrdina.
Vit møtast aftur!
Jenis
Heima í dýrdini
Hin nógv umrødda skiftis-
tíðin verður brúkt umaftur
og umaftur av landsstýri-
num í rættvísgerðini av full-
veldismálinum, og skal
varðveita ynskidreymin hjá
teim trimum landsstýris-
flokkunum.
Ikki minni hevur hon ver-
ið brúkt, tó í tí førinum í
negativum týdningi – tey 4
árini - í ummælinum av tí
”harðrendu” viðferð, sum
danska stjórnin hevur givið
okkum samb. landsstýris-
manninum í sjálvsstýris-
málum, Høgna Hoydal.
At landsstýrið veruliga
hevur hildið, at alt fór at
ganga sum eftir ánni, tá
teirra krøv um fullveldis-
treytir (tí annað kann tað
væl ikki kallast) vóru løgd
fram á samráðingarborðið,
er ófatiligt og veruleikafjart.
Alt skuldi bera til, og ávar-
ingarnar frá Sambands-
flokkinum vóru kveistraðar
til viks við yvirberandi
smíli.
Tað skal sláast fast, at
Sambandsflokkurin hevur
ongantíð ivast í, at vildu vit
loysa, so kundu vit loysa,
men at alt fór at vera ókeyp-
is fyri okkum og fyri dansk-
an pening, tað er ongantíð
komið okkum til hugs.
Skiftistíðin sum prógv
Serliga seinastu tíðina, nú
veljarakanningarnar vísa
eina aðra mynd, enn lands-
stýrið hevði ætlað, nevni-
liga at teir ikki hava meiri-
lutan av Føroya fólki við
sær, er alt meira og meira
sjónliga vorðið vent og
snarað soleiðis, at nógv um-
rødda
skiftistíðin
skal
prógva, at fólkið vil hava
fullveldi. Skiftistíðin skal
bara vera longri enn tey 4
árini, sum danska stjórnin
gongur við til!
Hatta kann kann ikki ann-
að enn kallast ”manipula-
tión”, tí hatta er ikki allur
sannleikin!
Haldi meg minnast, at hin
fyrsti at brúka argumentið
var løgmaður, Annfinn
Kallsberg, aftaná fyrstu
veljarakanningina. Síðan tá
hevur tað verið at hoyrt í
heilum.
Leiðandi spurningar
Landsstýrismaðurin
í
sjálvsstýrismálum
hevur
einaferð í tinginum víst á
nøkur dømi, hvussu ”leið-
andi spurningar” kundu
brúkast ella misbrúkast, og
hann vísti á eitt dømi um
kríggið í Vietnam, og
hvussu ein kundi fáa fólk at
svara játtandi uppá spurn-
ingin,
um
amerikanar
skuldu halda fram við at
bumba í Vietnam, sjálvt um
teir meintu tað øvugta.
Kynstrið var at venda spurn-
ingin soleiðis, sum tú vildi
hava svarið.
Setur
tú
spurningin:
Skulu vit hava eina skift-
istíð uppá 4 ár ella 15 ár?
ber væl til at fáa svarið 15
Skiftistíðin einaferð enn
ár.
Men, vit skulu ikki
gloyma, at endamálið við
skiftistíðini er fullveldi, og
tá eiga øll sambandssinnaði
fólk at vera varin og at svara
nei, bæði tá talan er um 4
ella 15 ár.
Løgmaður og heimildir
Annars kann tað undra, at
løgmaður enn heldur seg
hava heimild til at samráð-
ast við danir um fullveldi,
tí kanningar vísa jú, at hann
hevur ein meiriluta av Før-
oya fólki ímóti sær. Talan
er um týdningarmikið mál
og snýr seg um framtíð Før-
oya, og sambært tí løgmað-
ur alment hevur sagt, so
hevur hann onki serligt vald,
tí honum tørvar heimildir
til so gott sum alt, um ikki
rætturin hevur talað fyrst.
Um so er, so kundi eitt
hugskot verið at spart løg-
manstarvið burtur og brúkt
tann peningin til okkurt
annað, tí tá kundi onkur
annar lættliga tikið sær av
tí uppgávuni.
Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur
Maersk Air boðar í tíðinda-
skrivi frá, at fjórðu viku á
rað setti felagið í viku 27
nýtt ferðafólkamet á uttan-
ríkisrutunum.
Sagt verður, at hesa vik-
una ferðaðust 25.199 ferð-
afólk við Maersk Air. Tað
er ein vøkstur upp á 21% í
mun til somu viku í fjør.
Tað er tó ikki bara á utt-
anríkisrutunum samanlagt,
at met verða sett. Eisini á
teimum einstøku rutunum
er vøksturin so stórur, at
hann setir met. Nevndar
verða ruturnar København
- Kristiansand, København
- Lissabon og København
Venezia.
Sagt verður, at tá kom-
andi nýggju ruturnar koma
upp í ferðaætlanina, verður
ferðafólkatalið væntandi
enn størri. Nýggju ruturnar,
nevndar verða, eru til ávik-
avist Kairo og Istanbul.
Upplýst verður ikki, nær
tær ruturnar byrja. Men av
upplýsingardeildini
hjá
Maersk Air verður sagt, at
tað verður í samband við
vetrarferðaætlanina. Vetrar-
Maersk Air slær egið met
Ferðafólkatalið á uttanríkisrutunum hjá Maersk Air vaks fjórðu vikuna á rað og setti aftur nýtt met
ferðaætlanin kemur í gildi
28. oktober, men ikki er
vist, at nýggju ruturnar
byrja beinaveg kortini,
verður sagt hjá Maersk Air
í København.
ej
JOHN JOHANNESSEN
Paul Watson, skipari á Ocean
Warrior, hevur gjølla lagt til
rættis, hvussu hvør einstakur
av manningini skal bera seg
at, kemur tað til samanbrestir
millum Sea Shepherd og
føroysku myndugleikarnar.
Hvør maður hevur sín
egna post, hann skal verja,
um føroysku myndugleik-
arnir royna at koma umborð
á skipið.
Hetta sigur John Vidal,
umhvørvisblaðstjóri á enska
blaðnum, The Guardian.
Hann var við Ocean Warri-
or, tá tað seinasta fríggjadag
kom til Føroya. John Vidal
fór tó mánakvøldið í land í
Føroyum, fyri at hoyra før-
oysku meiningina um grinda-
dráp.
Víkir ikki fyri
myndugleikunum
John Vidal sigur seg vera
vísan í, at Paul Watson ikki
fer at víkja fyri føroysku
myndugleikunum, um teir
til dømis forða honum í at
koma framat einum grinda-
drápi.
– Leggja føroysku mynd-
ugleikarnir seg í vegin fyri
Watson, finnur hann uttan
iva ein útveg. Watson er ikki
maðurin, ið bara gevst á
hond, sigur Vidal.
Ocean
Warrior
búgvið til
bardaga
Við píkatráði, vatnkanónum, feitti og
Wagner tónleiki er skipið hjá She
Shepherd búgvið til bardaga við før-
oysku myndugleikarnar
Enski blaðmaðurin sigur,
at Paul Watson neyvt hevur
útgreinað, hvat hvør av
manningini skal gera fyri at
verja skipið móti føroysku
myndugleikunum. Nøkur
fólk skulu standa við vatn-
kanónirnar umborð, nøkur
skulu leggja píkatráð kring
skipið, nøkur skulu stoyta
feitt yvir skipið og nøkur
skulu syrgja fyri at Wagner
tónleikur og hvalaljóð hoyr-
ist úr hátalarunum á dekk-
inum.
Skal virka hóttandi
Wagner tónleikurin, saman
við hvalaljóðunum og svart-
málaða skipinum við sjó-
rænaraflaggi á stong, skal
sambært John Vidal, virka
ræðandi.
– Hinvegin kann hetta
eisini sýnast einfalt. Men,
tað kann sigast, at talan er
um krígsførslu, ið er at líkna
við miðaldar krígsførslu,
sigur John Vidal.
Enski blaðstórin er tó
sannførdur um, at miðlarnir
eru størsta vápnið hjá Wat-
son. Watson veit nevniliga,
at tað beinan vegin verður
borið kring heimin, fremja
myndugleikarnir nakara at-
sókn móti skipinum ella
honum sjálvum.
John Vidal veit, sum blað-
maður, at miðlarnir í hesum
føri verða nýttir. Men hann
leggur dent á, at stórur mun-
ur at á at verða nýttur og at
verða misnýttur.
–3Eg brúki teir og teir
brúka meg, soleiðis er tað
við øllum miðlaarbeiði, ger
Vidal greitt.
Trý skip eftir Watson
Sosialurin skilir, at føroysku
myndugleikarnir,
síðani
Watson seinasta fríggjadag
kom til Føroya, hava havt
trý skip liggjandi og eygleitt
Ocean Warrior við hóskandi
frástøðu.
Eitt av skipunum hjá
myndugleikunum er ein
trolari. Eitt annað er eitt
vaktarskip – helst Tjaldrið.
Tað triðja er danska vaktar-
skipið, Hvidbjørnen.
Hesi trý skipini, skulu
sambært tí, Sosialurin hevur
fingið at vita, leggja seg fyri
Ocean Warrior, um grind
verður.
Tað ber ikki til, at fáa hesi
tíðindini váttað frá fútanum,
ið er einasti myndugleiki,
sum ger viðmerkingar við-
víkjandi Watson.
Fútin ger bert greitt, at
Watson í løtuni ikki er í Før-
oyum, men at løgreglan er
fyrireikað, um hann kemur
aftur.
RÚNAR REISTUP
Høgni Hoydal verður
maðurin, sum ólavsøku-
aftan fer at traðka upp á
røðarapallin á Vaglinum
og seta ólavsøkuna.
Varaløgmaður, ið hevur
fingið heiðurin at halda
ólavsøkurøðuna á hesum
sinni, er í løtuni staddur í
Grønlandi, har hann um-
boðar Føroyar á hátíðar-
haldi í sambandi við 1000
ára dagin fyri at kristin-
dómurin kom til Grøn-
lands.
Tað
er
Tórshavnar
Ítróttarráð, sum hvørt ár
Høgni setir
ólavsøkuna
Varaløgmaður,
Høgni Hoydal,
verður ólav-
søkurøðari í ár
velur ein at heita á um at
halda ólavsøkurøðuna. Í fjør
var tað ungi sjálvstýristing-
maðurin Jákup Sverri Kass,
ið helt røðuna, og nú er tað
so tann nakað eldri, men
kortini lutfalsliga ungi,
sjálvstýrismálaráðharrin,
ið fer at seta tjóðarhátíðar-
haldið.
Høgni Hoydal
Herman Oskarsson er nú
stjóri á Hagstovuni. Hetta
gjørdi Karsten Hansen,
landsstýrismaður í fíggjar-
málum av í gjár.
Herman Oskarsson er 47
ára gamal. Hann er útbúgv-
in sum cand.polit og hevur
seinastu árini starvast sum
fulltrúi á Hagstovu Føroya,
skrivari í Búskaparráðnum
og seinasta árið hevur hann
verið virkandi stjóri á Hag-
stovu Føroya
Herman Oskarsson
Herman Oskarsson
stjóri á Hagstovuni
Sunnudagin 16. juli kl.
16.00 heldur Magnus Jør-
gensen fyrilestur um kirkju-
søgu (Innan– og uttan
kirkjuligar rørðslur) í kon-
firmantstovuni í Vestur-
kirkjuni.
Um viðrar heldur Heini
F. Petersen fyrilestur um
Mikkjal á Ryggi sunnudag-
in 16.juli kl. 16.00 í skúl-
anum í Gásadali. (Nærri
boð fáast á tlf. 321132 ella
314031 leygardagin)
Framsýningin hjá J.P.
Gregoriussen, arkitekti um
kirkjurnar í Føroyum verður
í fimleikahøllini í Vest-
manna skúla frá fríggja-
degnum 14. juli kl. 19.00
til 21. juli.
Frá 1000 ára haldinum