Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 132 - 13. juli 2000 Nr. 132 - 13. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart JOHN JOHANNESSEN – Eg eri sloppin út aftur í geglinum. Hetta vóru fyrstu orðini, bretski blaðmaðurin segði, tá hann seinnapartin mána- dagin fekk fatur á redak- tiónini í London. John Vidal, sum er um- hvørvisblaðstjóri á stóra bretska blaðnum, The Guar- dian, kom til Føroya við skipinum hjá Paul Watson, Ocean Warrior, tíðliga fríggjamorgunin. Bretski blaðmaðurin helt tað vera eitt gott hugskot at koma til Føroya við sama skipi, sum Watson. Hetta, helt hann, fór at geva sær góðan møguleika at skilja sjónarmiðini hjá Watson og hinum fólkunum umborð. John Vidal grunaði aldri, at føroysku myndugleik- arnir fóru at sýta honum at koma í land í Føroyum. Í tvístøðu Tá løgreglan hevði givið John Vidal forboð fyri at koma í land í Føroyum, tí hann ikki hevði altjóða pressukort, fór hann at hugsa um at fara í land kortini. Men hann visti, at hetta fór at fáa avleiðingar. Mánakvøldið gjørdi John Vidal av at fara í land. Manning frá Ocean Warrior sigldi hann inn á Vestmanna við einum skjóttgangandi gummibáti um midnáttar- leitið. – Eg hevði ongan møgu- leika at tosa við føroyingar. Eg vildi dekka báðar síður av søguni, og tí breyt eg lógina. Og eg helt hetta vera skilagott undir teimum um- støðunum, eg var í. Síðani kundi eg bara vóna, at før- oysku myndugleikarnir fóru at skilja mína støðu, sigur John Vidal. Bretski blaðmaðurin vísir á, at hann var í tvístøðu í hesum sambandi. Støða hansara sum journalistur var, at hann mátti fáa fatur á báðum síðum av søguni. Men hinvegin var støða hansara sum borgari tann, at hann breyt lógina. – Hetta var trupult, og eg angri, at eg breyt lógina. Men tað var neyðugt júst í hesum málinum, sigur John Vidal. Tikin beinan vegin John Vidal ætlaði sær at fáa einar fýra tímar til at tosa við so nógvar føroyingar, sum gjørligt, áðrenn hann sjálvur fór at geva seg yvir til løgregluna og møguliga fór at verða sendur av land- inum alt fyri eitt. Men hetta eydnaðist tó ikki. John Vidal fekk bert prátað við myndamannin hjá Sosialinum, ið var fyrsti maðurin á staðnum og koyrdi runt við honum fyri at finna eitt stað at búgva. Tá tað var greitt, at fult var á La Careta og Vidal noyddist at fara til Havnar at sova, stóð løgreglan fyri honum og handtók hann. Hetta er bretski blaðmað- urin tó als ikki argur um. Hann visti, at hann var kom- in ólógliga inn í landi, og tí ætlaði hann sær eisini heilt vist at melda seg sjálvan. – Afturlítandi var tað heila mín egna skuld. Eg skuldi verið flogin til Før- oya og síðani farin umborð á bátin. Men eg grunaði ikki, at eg ikki fór at fáa loyvi at koma í land av bát- inum hjá Watson, sigur John Videl. Eg hevði míni røttu mo- tiv. Men eg hevði ikki rætta kortið. Tað var ein trupul- leiki fyri myndugleikarnar. Men eg viðri myndug- leikarnar, sigur hann. John Vidal sigur, at hann ikki visti, at Paul Watson er roknaður sum brotsmaður í Føroyum. Hjálptur av starvsfeløgum Áðrenn John Vidal fór til Føroya við Ocean Warrior, setti hann seg í samband við starvsfelaga sín á Sosialin- um, Jan Müller, fyri at fáa at vita, hvønn hann skuldi tosa við í Føroyum um grindadráp. Eisini beyð John Vidal sær at skriva fyri Sosialin um herferðina hjá Watson. Av tí at talan var um ein blaðmann, ið skuldi koma til Føroya saman við Paul Watson og øðrum limum í Sea Shepherd, valdi blað- stjórin á Sosialinum at spyrja seg fyri um mannin hjá The Guardian, har hann segði seg arbeiða. Svarið frá bretska blað- num var, at talan var um ein ógvuliga virdan journalist, ið tríggjar ferðir hevur vunnið umhvørvisvirðisløn fyri journalistar. Harafturat fekk Sosialurin at vita, at hann eisini einaferð er vald- ur til ársins journalist í Bret- landi. Tí metti blaðstjórin á So- sialinum tað vera rætt at hjálpa John Vidal, tá hann ringdi og segði, at løgreglan hevði sýtt honum at koma í land í Føroyum, tí hann ikki hevði rætta pressukortið. Men tað eydnaðist tó ikki, at hjálpa blaðmanninum lógliga í land. Tí fór John Vidal av sín- um eintingum ólógliga í land og varð handtikin. John Vidal setti seg aftur í samband við Sosialin úr geglinum, og aftur tá royndi blaðstjórin á Sosial- inum at hjálpa honum. Men ikki hjálpti, fyrr enn løg- reglan sjálv setti seg í samband við blaðstjóran á Sosialinum og spurdi seg fyri um mannin. Endin varð, at bretski blaðmaðurin varð leyslatin seinnapartin týsdagin. Í geglið fyri blaðmannasøkina John Vidal vildi hava fatur á føroysku sjónarmiðunum um grindadráp. Tí valdi hann at fara ólógliga í land, hóast hann visti, at hann fór at enda í geglinum Góð nátt í geglinum John Vidal er ógvuliga væl nøgdur um vitjanina í arrestini í Havn. Hann greiðir frá, at meðan løg- reglan avhoyrdi hann meg- inpartin av týsnáttini, nýtti hann høvið til at spyrja løg- regluna ymiskt um grinda- dráp. Á henda hátt heldur John Vidal, at báðir partar fingu nakað burturúr náttini. – Eg royndi at tosa við so nógvar løgreglumenn, sum møguligt. Eg vildi jú hava fleiri sjónarmið fram, og eg visti ikki, um eg fekk høvi at tosa við nakran annan, áðrenn eg varð vístur av landinum, greiðir Vidal frá. Bretski blaðmaðurin heldur, at løgreglumenninir vóru ógvuliga áhugaverdir at práta við, og hann fekk nógv burturúr prátinum við teir. Hann sat uppi og prát- aði við løgreglumenninar heilt til klokkan hálvgum fimm týsmorgunin. Meginpartin av týsdeg- num nýtti John Vidal til at práta við ymsu fangarnar um grindadráp. Hetta helt hann vera sera áhugavert og gott fyri søgu sína. – Eg tosaði bæði við tjóv- ar og fólk, sum hava selt rúsevni, og tað helt eg vera sera áhugavert. Besti jour- nalistikkurin er, tá tú ert noyddur at vága eitt sindur, sigur John Vidal. Avstað í dag Síðani mikumorgunin hevur John Vidal prátað við politikkarar, embætisfólk og vísindafólk um grinda- dráp. Millum annað hevur hann tosað við Pál Veihe, sum fleiri ferðir hevur ført fram, at grindin skjótt er so dálkað av grannum okkara, at hon ikki longur er etandi. Hetta heldur John Vidal vera eitt sera áhugavert sjónarmið. Bretski blaðmaðurin fer aftur til London í dag, og væntandi verður tilfar hans- ara um grindadráp í Føroy- um prentað einaferð í kom- andi viku. John Vidal angrar, at hann breyt lógina. Men kortini metir hann at avgerðin var neyðug fyri at hann kundi gera journalistiska arbeiðið til fulnar Mynd: Jens K. Vang Blaðstjórarnir báðir, John Vidal og Jan Müller, júst komnir út av politistøðini, har John Vidal hevur sitið í varðhaldi Mynd: Jens K. Vang John Vidal fekk bókina, sum Óli P hevur gjørt um grindadráp, frá Jan Müller beint eftir, at hann var leyslatin Mynd: Jens K. Vang Dia Midjord Kyksilvurkanningin, har gó›ar túsund føroyskar mammur luttóku, er nú vi›- urkend úti í heimi. Amerik- anska kongressin almanna- kunngjørdi mánadagin eina frágrei›ing um kyksilvur, i › vísindastovnurin – National Academy of Sciences – hev- ur lati› gjørt. Í frágrei›ingini stendur, at lága nøgdin, i› tilrátt ver›ur amerikufólki at eta, kann vísindaliga prógvast. Og her ver›ur so føroyska kyksilv- urkanningin brúkt sum grundarlag. Tilrá›ingin sigur, at amerikanarar kunnu eta 0,1 mikrogram av kyksilvur um dagin fyri hvørt kilo persón- urin vigar. Vit kunnu leggja aftrat, at hetta fyri ein mi›al amerikanara í mesta lagi er ein tvíflís vi› tunfiskasalati um vikuna. Kostar milliardir Tá tilrá›ingin um lágu nøgdirnar kom fyri sløkum tveimum árum sí›an, fekk hetta amerikanska ídna›in at gera bart. Tí tilrá›ingin førir vi› sær, at n‡ggj vir›i mugu ásetast, hvussu nógv eitt nú kann latast úr skor- steinum á kolf‡rdum el- verkum, og somulei›is mugu n‡ggj vir›i ásetast, hvussu nógv er rá›iligt at eta av tunfiski. Mett ver›ur, at gó›kennir amerikanska kongressin at lækka kyksilvurmarki›, kemur hetta at kosta samfel- agnum einar 100 milliardir krónur. Leggjast til grund Í frágrei›ingini ver›ur skot- i› upp, at føroyska kanning- in ver›ur brúkt sum grund- arlag í framtí›ararbei›num móti dálking. Kanningin ver›ur róst sum eitt gott vísindaligt arbei›i, har nógv fólk eru kanna› á ymsan hátt. Nevndin í National Aca- demy of Sciences, sum hev- ur kanna› vi›urskiftini, sig- ur seg eisini vera stak væl nøgda vi› framløguna, i › yvirlæknin Pál Weihe og doktarin Philippe Grand- jean høvdu í USA í 1998. Ta› var eftir fyrispurningi frá umsitingini hjá Al Gore, at teir bá›ir vóru í USA. Vísindanevndin sigur, at hon í framløguni fekk nøkt- andi svar upp á allar sínar ivaspurningar. USA vi›urkennir føroyska kyksilvurkanning Mánadagin gó›kendi ein amerikanskur vísindastovnur føroysku kyksilvurkanningina sum vísindaligt prógv fyri, at kyksilvurmarki› fyri mat og umhvørvi› skal lækkast Demokraturin Patrick Leahy, talsma›ur í kyksilvurmálin- um, krevur nú, at politisk tiltøk ver›a sett í verk Dia Midjord Frágrei›ingin, i› var› al- mannakunngjørd mána- dagin, hevur fingi› se- natorin Patrick Leahy, i › er demokratur, at taka til or›a. Hann er talsma›ur í umhvørvismálum og krevur nú, at politisk tiltøk ver›a sett í verk. – There are no more excuses, stendur í skriv- inum frá skrivstovuni hjá Patrick Leahy. – Vit mugu ste›ga dálkingini av kyksilvuri og verja heilsuna hjá amerikumanninum. Í fleiri ár hevur kongressin saman vi› serligum áhugabólkum sparka› bóltin frá sær, men frá- grei›ingin frá vísinda- stovninum sta›festir, at vit nú eru komnir til mál- strikuna. Kongressin má nú taka eina avger›, i › gagnar fólkinum og halda uppat vi› at renna ørindi fyri ymsar áhuga- bólkar, sigur Patrick Leahy í sínum skrivi. Leahy senatorur tekur undir vi› frágrei›ingini Kyksilvurkanningin, har gó›ar túsund føroyskar mammur luttóku, er nú vi›urkend úti í heimi. Pál Weihe yvirlækni á deildini fyri Arbei›s- og Almannaheilsu var eitt av umbo›unum í nevndini, i› gjørdi kanningina Edvard Joensen/- Eirikur Lindenskov Kl 12:05 í gjár kom fyrsti luturin av Jólaskipinum upp til vatnskorpuna. Talan var um ein maskintelegraf, og vi› hesum var dreymurin hjá Hera Andreassen og hinum, i› nú hava gjørt fleiri royndir at fáa eitthvørt upp av Jólaskipinum, veruleiki. Hóast lutirnir hava ligi› á havsins botni í nærum 60 ár, so sást væl, hvørjar lutir, talan var um. Kavararnir á nærum 100 metra d‡pi klára ikki at taka lutirnar upp vi› sær, men í sta›in settu teir flot á teir og pumpa›u luft í. Uppi á yvir- flatuni vóru so menn í gummibátum, sum savna›u saman lutirnar. Talan er um fimm lutir: Tveir maskintelegrafar av brúnni, annar vi› fóti, og hann er helst av messingi. Eitt kúgveyga, sum ikki er verri fari› enn at ta› kann latast upp og aftur. Sí›ani er funnin ein fótur afturat vi› onkrari rullu. Umframt lut- irnar, i› teir høvdu fingi › upp, tá bla›i› var› greitt til prentingar, frættu vit, at teir eisini høvdu lokalisera › skipsklokkuna. Tá vóru kavararnir ikki uppaftur- komnir, og greitt var ikki, um teir møguliga høvdu klokkuna upp vi› sær. Fer›in upp til vatnskorp- una tekur um hálvan annan tíma. Men hava teir ikki klokk- una vi› sær, ver›ur roynt aftur í morgin, skilja vit á lagnum úr Fuglaoyafir›i. Heri Andreassen sigur vi› Sosialin, at teir fyribils eru rættuliga væl nøgdir. Kavararnir høvdu 18 min- uttir á botni at arbei›a í. Fyrsti luturin kom upp kl 12:05, og tann sí›sti luturin var á dekkinum á Draga- bergi fyri klokkan hálvgum eitt. Naka› av dramatikki var, tá fyrsti luturin kom upp. Men vóru ikki rættuliga klárir – men teir fingu tó lutin til høldar, á›renn hann tók at søkka. Líkindini í dag at kava vóru hampulig. Onkur gla›a var at síggja, men lagi er sera gott. Funni› maskin- telegraf og kúgveyga Á middegi í gjár komu fyrstu lutirnir upp av jólaskipinum, og harvi› er dreymurin vor›in veruleiki, sigur Heri Andreassen, sum hevur samskipa› kavingina í Fugloyafir›i