hósdagur 13. juli 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 132 - 13. juli 2000
Nr. 132 - 13. juli 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Útbyggingar fyri 1,6 milliard
í Føroyum tey næstu 10 árini
Karsten Hansen,
Landsstýrismaður
í fíggjarmálum,
fer í næstum at
leggja eina tíggju
ára útbyggingar-
ætlan fyri før-
oyska samfelagið
fram. Útbyggjast
skal fyri 160-170
milliónir um árið
og tað eru nógv
stór verkløg á
skránni
ÁKI BERTHOLDSEN
Tey næstu 10 árini skulu
útbyggingar gerast í før-
oyska samfelagnum fyri
einar 1,6 - 1,7 milliard til-
samans.
Tað er í hvussu so er ætl-
anin hjá Karsten Hansen,
landsstýrismanni í fíggjar-
málum.
Hann er nú komin væl
áleiðis við at gera eina 10
ára
verklagsætlan
fyri,
hvussu føroyska samfelagið
skal byggjast út tey næstu
10 árini.
Hann sigur, at líka neyð-
ugt, sum tað alsamt er at
byggja landið út , líka neyð-
ugt er tað, at hetta fer fram
undir væl skipaðum viður-
skiftum, tí hevur hann lagt
eina nágreiniliga ætlan fyri,
eru tað ymisk arbeiðið, sum
vit heilt einfalt ikki sleppa
undan at fara undir nú, sigur
Karsten Hansen.
Hann sipar ikki minst til
Landssjúkrahúsið, sum er
fullkomiliga illa fyri og aft-
urútsiglt.
–Tað er eitt ódnartak at
fáa Landssjúkrahúsið á føt-
ur aftur. Men tað er eitt tak,
sum vit mugu undir nú, hó-
ast tað stríðir ímóti enda-
málinum at brúka almennu
verklagsætlanina sum eitt
týdningarmikið lið í roynd-
unum at stýra gongdini í
búskapinum.
Stóra undirtøku
Karsten Hansen sigur, at
hann miðjar ímóti at fáa so
stóra undirtøku fyri verk-
lagsætlanini sum gjørligt.
Tí hevur hann eisini lagt
hana fyri andstøðuna.
Hann sigur, at ein fundur
hevur verið við andstøðuna
um ætlanina og at tað var
ein góður fundur.
– Sjálvandi verða tøl
broytt aftur og fram, so
hvørt sum tann politiska
viðgerðin
gongur
sína
gongd.
– Men tað er umráðandi,
at vit fáa so stóra undirtøku
sum gjørligt fyri verklags-
ætlanini sum gjørligt, fyri
at vit kunnu hava toliliga
vissu fyri at ætlanin fer at
halda, so at hon ikki verður
meiri ella minni tilvildarliga
broytt, at eftir, hvør kemur
í samgongu.
–Men tað er eisini umráð-
andi, at vit ikki víkja frá
sjónarmiðnum um at brúka
verklagsætlanina sum eitt
amboð at stýra búskapinum
við, so at almennar útbygg-
ingar ikki eru við til at
skunda undir eina óhepna
búskaparliga gongd, har bú-
skapurin er ov heitur.
– Heldur skulu vit brúka
tær til at venda gongdini í
økjum, har ov lítið virksem-
ið er frammanundan, sigur
Karsten Hansen.
hvussu hann heldur, at hetta
skal gerast næstu 10 árin.
Talan er sjálvsagt bara um
verkløg hjá landskassanum.
Vit hava fyrr umrøtt, at
kommunurnar skulu gera
eina verklagsætlan, sum
skal ganga yvir fimm ár, og
sum skal fevna um tær
kommunalu útbyggingar-
nar.
Karsten Hansen sigur, at
verklagsætlanin er løgd eftir
samfelagsbúskapinum, sum
hann er í løtuni.
– Tað, sum vit hava skotið
upp, er at byggja út fyri
160-170 milliónir um árið,
tí tað halda vit er tað, sum
er ráðiligt, sum støðan er.
– Men sjálvandi kann ætl-
anin broytast bæði uppeftir
og niðureftir, alt eftir,
hvussu gongdin annars er í
samfelagnum. Tí er ætlanin,
at hon skal endurskoðast
hvørt ár.
Mest í útjaðaranum
Landsstýrismaðurin sigur,
at roynt verður at býta út-
byggingarnar sundur ímill-
um tey ymsu økini.
Men hann leggur eisini
dent á, at tað er ein týðandi
táttur í útbyggingarætlanini,
at hon í stóran mun verður
brúkt til at stýra virksem-
inum í teimum ymsu pørt-
unum í landinum og at mest
tískil verður gjørt í økjum,
har lítið virksemið er
frammanundan, og har lítil
og ongin vandi er fyri, at
tað almenna virksemið, sum
hesar útbyggingar føra við
sær, fara at gera búskapin
ov heitan.
Hinvegin hevur tað sam-
stundis týdning at halda aft-
ur í miðstaðarøkinum, har
nógv arbeiðið er framman-
undan og har almenn ar-
beiði fara at føra við sær at
búskapurin verður enn heit-
ari, enn hann longu er.
–Men tað ber kortini ikki
til at renna undan veruleik-
anum. Og veruleikin er, at
eisini í miðstaðarøkinum
Nærum 400 milliónir
til Landssjúkrahúsið
Stórar útbyggingar skulu gerast á Landssjúkrahúsinum tey komandu árini
ÁKI BERTHOLDSEN
Tey næstu 10 árini skal
Landssjúkrahúsið byggjast
út og byggjast um fyri næst-
an 400 milliónir.
Tað er ein partur av teirri
10 ára verklagsætlanini,
sum Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
arbeiðir við í løtuni.
Hann sigur, at Lands-
sjúkrahúsið er fullkomiliga
afturútsiglt og er sera illa
fyri, bæði til høli og til út-
gerð.
–Tað er eitt ódnartak at
fáa Landssjúkrahúsið á føt-
ur aftur. Men tað er eitt tak,
sum vit mugu undir nú, hó-
ast tað stríðir ímóti enda-
málinum at brúka almennu
verklagsætlanina sum eitt
týdningarmikið lið í roynd-
Játtanin verður býtt sund-
ur ímillum øll árini, tó
verður mest sett av tey
fyrstu árini.
Harafturat
standa
10
milliónir á fíggjarlógini fyri
í ár til útbygging á Lands-
sjúkrahúsinum.
Karsten Hansen sigur, at
m.a. skjýtur hann upp at
seta runt roknað seks milli-
ónir um árið, ella 60 milli-
ónir tilsamans, til tól og út-
gerð. Hendan játtanin er
sjálvandi til øll trý sjúkra-
húsini, men tað er Lands-
sjúkrahúsið, sum fær bróð-
urpartin av henni.
Karsten Hansen sigur, at
tilsamans skjýtur hann upp
at seta tilsamans 428 milli-
ónir av til heilsumál í hesum
10 ára skeiðnum.
Hann sigur, at ætlanin er
síðani, at Almanna- og
Heilsumálastýrið skal gera
av, hvussu peningurin verð-
ur brúktur best møguligt.
Hann sigur, at hann ivast
ikki í, at uppskot hansara
viðvíkjandi Landssjúkra-
húsinum vinnur frama. M.a.
at tað fleiri ferðir týðiliga
er komið til sjóndar í Løg-
tinginum, at stór semja er
um, at Landssjúkrahúsið
skal raðfestast ógvuliga
frammaliga komandu árini.
unum at stýra gongdini í
búskapinum. (Sí greinina
omanfyri.)
Karsten Hansen sigur, at
upp at seta ikki færri enn
næstan 400 milliónir av til
endamálið á 10 ára verk-
lagsætlanini.
tær um- og útbyggingar,
sum eru neyðugar at gera á
Landssjúkrahúsinum eru so
umfatandi, at hann skjýtur
Orðabókin:
Ein løga er
eitt verklag
Tað er skjótt at fløkjast
í øllum teimum mongu
hugtøkunum,
sum
koma fram ímillum ár
og dag.
Ikki gjørdi landsins
myndugleikar fløkjuna
minni, tá ið teir, í sam-
bandi við fíggjarlóg
o.a., brádliga fyri stutt-
um fóru at tosa um
„løgur“ og „løgujátt-
anir“. Vit hava skilt, at
hetta skuldi eitast at
vera føroyska orðið
fyri tað, sum á donsk-
um eitur „anlæg“. Nú
hevur málnevndin víst
á, at hon heldur hetta
vera óheppið málbrúk.
Heldur skjýtur hon
upp at kalla eitt „an-
læg“ fyri eitt „verklag“
Sostatt skal tað eita
verklagsætlanir
og
verklagsjáttanir. Ein í-
løga er framvegis tann
peningur, sum verður
settur í eitt virkið fyri
at fáa avkast av honum.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur nú gjørt eitt uppskot fyri, hvussu føroyska samfelagið skal
byggjast út tey komandu 10 árini. Hann ætlar, at verklagsætlanin skal koma í gildið longu frá næsta ári at rokna og
hann ætlar at fáa so stóra undirtøku fyri henni í tinginum sum gjørligt
Landssjúkrahúsið er fullkomiliga afturútsiglt og krevur øgiligar ábøtur tey næstu árini.
Tað má bara gerast, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Ganske kort om hr. Watson,
for han er ikke mange ord
værd. Men det er nu sådan,
at når der kommer cirkus til
by, følger der altid en klovn
med – så hvorfor ikke osse
hér.
Derfor var det glædeligt,
at grindeformanden og
andre manede til besindelse
overfor både presse og os
andre, om ikke at rode for
meget op i denne pirats gør-
en og laden. Derfor kan det
undre, at journalist, Høgni
Mohr fra Sosialurin, skrev
en artikel d. 7. juli, hvor han
gør alt for at »yppe kiv« i
denne sag. Han skriver bl.a.:
»Ein politiskur eygleiðari
sigur við Sosialin, at...« og
så følger der lidt antidansk
ævl og senere står der: »Ein
annar eygleiðari sigur, at
støðan kundi týtt upp á, at
danir...« og så følger der
igen noget antidansk ævl.
Og så slutter Høgni af med:
»Bæði Paul Watson og Poul
Nyrup ætla at brúka føroy-
ingar til at røkka sínum end-
amálum, vil hesin eygleið-
arin vera við.« Det kan op-
fattes som om det nu også
er Nyrup der er skyld i pira-
tens tilstedeværelse.
Kære
hr.
journalist.
HVEM er disse mystiske
politiske iagttagere? Du
lægger op til mistanke mod
alle, og det kan ikke være
en seriøs journalists opgave.
Er det din fornavnebroder
eller er det lagmanden eller
måske Zakarias eller Tór-
bjørn – eller sku det mons-
tro være Heine O. Du læg-
ger op til sådanne mistanker
mod alle hæderlige person-
er. Er du tilhænger af ano-
nyme læserbreve, hvor alle
kan genere alle uden at læg-
ge navn til? Eller er det nog-
et, du sådan bare sidder og
finder på? Eller måske syn-
es du, at dit fornavn »for-
pligter«.
Vi læsere har ret til at
vide, hvem det er I skriver
om og hentyder til i avisen.
Vi har KRAV på at vide det,
for vi betaler penge for at
læse, hvad I skriver.
Havde det været en be-
mærkning fra det store ud-
land, kunne det være lige-
gyldigt, hvad han eller hun
hedder – men ikke hér.
De, der har sagt mindst
om denne hændelse, er de
danske myndigheder her på
Færøerne, hvorimod pres-
sen næsten har berettet for
os, hvilket skonummer den-
ne pirat bruger og hvilken
farve hans underbukser har,
hvorimod Høgni Mohrs
politiske iagttagere nærmest
er gået amok, ved at blande
Nyrup, Hvidbjørnen og pol-
itik op i sagen. Endvidere
undrer han sig over, at mar-
inestationen hver måned
sender en pressemeddelelse
til aviserne heroppe med en
kort statistik over deres ar-
bejde. Noget jeg har opfat-
telsen af, de har gjort alle
de 15 år jeg har boet her.
Og hvad har det iøvrigt med
Watson at gøre?
Prøv at læse din artikel
igen, Høgni Mohr, og især
afsnittet:
»Nyrup
vísir
seg...« og erkend at det er
noget journalistisk 3. kl. ar-
bejde, navnlig af den årsag,
at du ikke anfører, hvem
disse politiske iagttagere er,
for vi læsere gider ikke be-
tale for sådanne (måske)
hjemmestrikkede historier.
Prøv også at læse, hvad
Atli Dam skrev i jeres blad
d. 11. juli. Nogle af hans
Viðmerking:
Admiral Watsons cirkus
citater: »Vit vita, at donsk
verjuskip eru og skulu vera
í Føroyum. Og tað er gott,
at tey eru tøk.« Og senere
siger han: »Tað er ikki
danska sjóverjan, sum hev-
ur geilað nakað upp, heldur
er tað føroyska pressan,
sum hevur bitið á ongulin
hjá Watson.«
Nu er Watson jo sejlet
væk med sit cirkus, men
skulle han komme igen, lad
så være med at give Nyrup
og alt der er dansk, skylden
for det. Ligeledes bedes du
holde
begrebet
FULL-
VELDI udenfor.
Aksel Krogh
Virðiligt mál – óvirðilig am-
boð – men, målet helliger
midlet, siga danir?
Løgtingsmaður
fólka-
floksins í Eysturoy sigur í
Dimmalætting í dag, at
hann og samgongan hava
eina virðiliga søk at stríðast
fyri, nevniliga at taka fulla
ábyrgd av øllum føroyskum
viðurskiftum.
Men er hetta nú so? Tá
ein tekur fulla ábyrgd av
sínum viðurskiftum, so
gjaldar ein eisini fult út fyri
síni viðurskifti. Og um so
er, so er ikki nógv at klandr-
ast við danir um? Hetta
stríðið – hesar samráðingar
eru sera óvirðiligar – mang-
ur føroyingur bæði her
heima og í útlondum
skammast og krimpar tærn-
ar framman fyri skerminum.
Tað er ser óvirðiligt, tað
sum fer fram í løtuni, tí vit
vilja veruliga slett ikki taka
fulla ábyrgd – hví, tí vit eru
ikki førir fyri at gjalda alt.
Hetta er eisini í tráð við
tað, sum tær nógvu kann-
ingarnar, sitandi samgonga
gjørdi, komu fram til. Har-
við eru vit heldur ikki til-
reiðar at taka nakað full-
veldi ella nakra loysing her
og nú.
Besta dømi her um var
avtalan millum danir og sit-
andi landsstýri frá 1998, tá
tryggjaðu fullveldisfólkini
sær fullan og vaksandi
blokkstuðul í trý ár fram.
Hví?
Prísurin fyri hetta sokall-
aða fullveldi er umframt
pengarnar og harvið fallandi
livistøðið, at vit ikki vita,
hvat hendir við:
okkara rættindum í Dan-
mark, okkara moneteru við-
urskiftum, okkara rættar-
skipan og hinum málsøkju-
num, sum vit skulu yvirtaka
og gjalda fyri í einum. Øll
uttanlandstænastan?
Og hvør sigur, at drotning
dana vil vera Føroya drotn-
ing? Hví eru republikanar í
fimti ár nú vorðnir konga-
trúgvir? Og teir, sum gingu
sktrúðgongu móti Mjørk-
adali í fleiri ártíggju, teir
vilja nú melda okkum sum
lim av NATO? Er tað løgi,
ein undrast?
Nei, latið okkum sjálvar
fyrst gera fyritreytirnar her
heima fyri fullveldi og møg-
uligari loysing, tað er at
gera búskapin sjálvberandi,
og vísa, at vit megna at um-
sita tað á mannsømiligan
hátt, og megna at gjalda tað,
tað kostar. Tá kunna vit
biðja um sjálvstýri uttan
skiftistíð – veruligt sjálv-
stýri, um Føroya fólk ynskir
tað.
Í løtuni er sáað split mill-
um okkum føroyingar og
millum okkum og danir, og
tað er lítið virðiligt. Men
danir hava orðatakið: Målet
helliger midlet.
Vælsignaðir, takið tykk-
um saman og finnið eina
betri loysn, tí hendan verður
okkum dýr og kemur okk-
um aftur um brekku í gráum
kálvskinni.
Hetta er ein lítið virðilig
støða, sum vit beint nú eru
í, tað er heilt vist, og ótrygg-
leikin millum føroyingar er
stórur, tó at vit hava góða
veiðu og góðan fiskaprís.
Birgir Mohr
Sandi
Fullveldismálið
Heldur nýggjan skúla
í Suðuroy enn í Havn
málið fyri fíggjarpolitikk-
inum at byggja skúlan í
Suðuroy, heldur enn í Havn
Eitt týðandi endamál við
ætlanini er at brúka alment
virksemi til at stýra búskap-
arligu gongdini í samfelag-
num við.
Sostatt skulu vit seta al-
menn arbeiði ígongd, í økj-
um, har virksemið er ov lítið
frammanundan fyri at seta
gongd aftur á búskapin.
Hinvegin skulu vit halda
aftur í økjum, har virksemið
er nógv frammanundan fyri
ikki at skunda undir, at bú-
skapurin verður ov heitur.
– Í so máta er tað væl
hóskandi at seta arbeiði í-
gongd í Suðuroynni, tí kann
tað gerast, uttan nakran sum
helst vanda fyri ovurhiting.
– Har er tað eisini harð-
liga tiltrongt, tí í fyrstu syftu
hevur skúlin avgjørt brúk
fyri betri umstøðum, men
ikki minst hevur byggivinn-
an tørv á meiri virksemi í
oynni, sigur Karsten Han-
sen.
– Hinvegin er tað ímóti
øllum tilráðingum frá bú-
skaparfrøðingum at økja um
virksemið í Havnini, tí tað
er so nógv virksemi í høv-
uðsstaðnum frammanund-
an.
Hann sigur, at í nýggju
verklagsætlanini
hevur
hann skotið upp at byrja at
seta pening av til nýggjan
studentaskúla í Havnini í
2004.
– Men tað veldst alt um,
hvussu útlitini eru tá.
ÁKI BERTHOLDSEN
Studentaskúlin í Suður-
oynni hevur allar dagar hús-
ast undir sera vánaligum
umstøðum.
Men nú kemur broyting
í, tí nú skal hann hava mun-
andi betri umstøður.
Á tíggju ára verklagsætl-
anini, sum Karsten Hansen,
landsstýrismaður í fíggjar-
málum nú er komin væl á-
leiðis við, og sum er um-
rødd aðrastaðni í blaðnum,
hevur hann m.a. skotið upp
at seta 21 milliónir av til at
bøta um hølisviðurskiftini
hjá studentaskúlanum í
Suðuroynni.
Karsten Hansen sigur, at
hann hevur skotið upp at
seta tær 21 milliónirnar av
yvir trý ár, tvs. í 2002, 2003
og 2004.
Annars er ætlanin at
brúka næsta ár til at pro-
jektera eina byggiætlan í.
Karsten Hansen sigur, at
hann veit ikki, hvussu nógv-
ur skúli fæst fyri 21 milli-
ónir.
Men fyri 21 milliónir
skuldi tað í øllum førum
borið til bygt soleiðis, at tað
bleiv eitt rættiliga stórt
framstig afturímóti tí skúl-
anum, sum er í dag.
– So mugu tey, sum vara
av skúlanum, finna útav, um
tey byggja nýtt, ella um tey
byggja upp í skúlanum, sum
er.
í løtuni húsast studenta-
skúlin í Suðuroynni í trim-
um húsum í Vági.
Hann heldur bæði til í
hølum í Vágs Skúla og í
hølum í gomlu kommunu-
skrivstovuni, sum er sera
illa farin.
Harumframt varð eisini
gamla posthúsið í Vági bygt
um til studentaskúla fyri
nøkrum árum síðani.
Bíða við Havnini
Samstundis er tað greitt eftir
10 ára verklagsætlanini, at
ætlanin at byggja nýggjan
skúladepil í Marknagili við
m.a. studentaskúla, verður
av ongum tey fyrstu árini.
Karsten Hansen sigur, at
tað hóskar væl inn í enda-
Studentaskúlin í Suðuroynni húsast undir sera vánaligum umstøðum, men tað er tað
ætlanin at gera nakað við nú. Á tíggju ára verklagsætlanini hevur Karsten Hansen
skotið upp at seta 21 milliónir av til at byggja skúlan út fyri. Hinvegin má ætlanin at
gera nýggjan studentaskúla í Havn bíða nøkur ár enn
Tað er ímóti øll-
um tilráðingum
at økja um virk-
semið í miðstað-
arøkinum. Tí er
ætlanin at byggja
studentaskúla og
skúladepil í Havn
løgd til viks fyri-
bils