Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 29 • 18. JULI 2016 12 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Saybia, Carpark North Sean Kingston og fleiri onnur á Tórsfest 2016 Tórsfest var hildið fyrstu ferð í 2014, tá Micheal Learns to Rock og Infernal vóru høvuðsnøvn. Síðsta ár vóru tað Pretty Maids og Bass- hunter, sum settu ólavsøkuna í gongd. Og leygarkvøldið verður so gongu- gøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá bæði útlendsk og føroysk nøvn fara á pallin, ið verður settur upp niðast í gongugøtuni. Talan er um eina nýggja fólkaveitslu mitt í Havnini beint fyri ólavsøku. Saybia Í ár hevur tað m.a. eydnast at fáa vælumtókta danska bólkin Saybia at vera eitt av høvuðsnøvnunum. Saybia gjørdist veruliga kendir í 2002 við fløguni “The Second You Sleep”, og bleiv tann fyrsti danski bólkurin, sum fór beinleiðis inn á eitt fyrstapláss við síni fyrstu útgávu. Serliga tittullagið “The Second You Sleep” gjørdist eitt stórt hitt, ikki bara í Danmark, men eisini í fleiri øðrum londum. Eisini lagið “The Day after Tomorrow” kláraði seg stak væl. Saybia vann prísin “Årets danske album” og “Årets danske gruppe” á Danish Music Awards 2003, og forsangarin Søren Huss bleiv valdur til ársins danski sangari. Í 2004 gav Saybia fløguna “These Are the Days” út, sum eisini seldi sera væl. Serliga lagið “I Surrender” gjørdist eitt stórt hitt. Saybia eru eisini vælumtóktir uttan fyri Danmark og hava verið á konsertferðum í Europa, USA og Japan. Nú verður so møguleiki at hoyra teir í gongugøtuni í Havn, leygarkvøldið. Carpark North Við risahittum sum Transparent & Glasslike, Human og Shall We be Gratefull hevur Carpark North verið trúgvur gestur á donsku hittlistunum og stóru festivalunum í Danmark. Teir vitjaði fyri fyrstu ferð í Føroyum í Mentarhúsinum í Fuglafirði á heysti 2005. Tann konsertin telist nokk millum allarbestu rokk konsertirnar, sum hava verið her á klettunum. Teir vitjaðu eisini á Voxbotn í 2013, har teir aftur framførdu eina sera góða konsert og fingu alla fjøldina á kók. Carpark North hava givið fleiri fløgur út og útgávurnar hjá donsku elektro rokkarunum hava fingið bæði platin og gull sølutøl og givið teimum støði millum stóru donsku tónleikanøvnini hesumegin ártúsundskiftið. Vørumerkið hjá bólkinum er í alt størri mun vorðið góðu konsert framførslurnar. Fokusið á at gera konsertirnar so góðar, sum til ber, er uttan iva ein av orsøkunum til, at bólkurin nú í skjótt 13 ár hevur talst millum bestu konsertbólkar í Danmark. Sean Kingston Millum mongu nøvnini, sum fara á pall á leygarkvøldið, verður heimsstjørnan Sean Kingston. Sean Kingston gjørdist heim- skendur í 2007 við lagnum “Beautiful Girls”, sum hevur ligið nummar eitt á nógvum hittlistum kring heimin, m.a. á Billboard Hot 100 og UK Singles Chart. Síðani tá hevur Sean Kingston útgivið fleiri fløgur og eina rúgvu av stakløgum - herav fleiri saman við øðrum kendum sangarum, sum t.d. Nicki Minaj, Chris Brown, Kanye West, Flo Rida, Wyclef Jean, Akon og Dr. Dre. Eisini hevur hann útgivið nógv spælda lagið "Eenie Meenie" saman við Justin Bieber. Lagið hevur í løtuni um 200 mió. hyggjarar á YouTube. Sean Kingston hevur somuleiðis verið á konsertferð við songkvinnuni Beyoncé í sambandi við hennara “The Beyoncé Experience Tour”. Fleiri spennandi útlendsk og nøkur av teimum best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum fara á pall í gongugøtuni í Havn nú leygarkvøldið 23. juli frá kl. 16 til 03, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri triðju ferð skipar fyri Tórsfest.