mánadagur 18. juli 2016síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 29 • 18. JULI 2016
13
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Eisini nógv gott
føroyskt á skránni
Umframt øll tey útlendsku nøvnini,
fara eisini nøkur av teimum best
umtóktu føroysku tónleika-
nøvnunum á pall leygarkvøldið.
Føroysku nøvnini, sum fara á pall
eru Týr, Marius, Punjab, MC-Hár,
Eyðun & Terji og Eivør. Eisini fara
Bubu, Angela og Hannibal og
Kúllarnir at undirhalda um dagin.
Eyðun & Terji
Tað munnu vera fá tónleikanøvn, ið
megna at fáa so nógvar áskoðarar at
syngja við, sum júst Eyðun og Terji,
ið koma á Tórsfest við einum
stórum kufferti av sangum, ið vit øll
elska. Hvør í sínum lagi og saman,
hava teir støðugt skapt nøkur av
størstu hittunum seinastu 30 árini.
Eyðun og Terji eru garantar fyri
einari góðari veitslu, óansæð um tað
snýr seg um Eros, jalousi, um at fara
aftur í 80’ini ella at flýggja til
tónleikin. So tað verður uttan iva lív
í leygarkvøldið, tá føroysku
hittmakararnir fara á pall.
MC-Hár heldur veitslu á Tórsfest
Síðani 16. februar 1991 hevur
MC-Hár verið við til at mynda
tónleikalívið í Havn og tí kann hetta
óskikkiliga barnið í ár halda 25 ára
føðingardagsveitslu. Fyrsta rimmar
veitslan var í Reinsarínum fyrr í ár
og ætlanin er at halda eina uppaftur
størri veitslu á tremur við kærleika
og yvirkroppi á Tórsfest.
Tað vóru rappararnir MC-Allah
og Niels Uni Dam, sum stovnaðu
bólkin í 1991. Hvørgin teirra var
nakar stórur sangari, so hóast
áhugin fyrst og fremst var fyri
tungmálmi og rokki, so valdu teir
heldur at rappa.
- Eg rappi, tí eg ikki dugi at
syngja, eg rappi fúlt, tí eg ikki dugi
so væl at rappa, sigur Niels Uni
Dam.
Í byrjanini vóru tað bert teir
báðir sum rappaðu. Teir luttóku m.a.
við bólkum sum Paria og Panic,
men tá Tróndur Bogason kom við,
tók bólkurin skjótt skap og lags-
skrivingin tók tá veruliga dik á seg.
Síðan tá hevur bólkurin spælt
ikki minni enn á 11 ólavsøku-
konsertum umframt á eini rúgvu av
øðrum konsertum og festivalum.
Hetta verður so nummar 12.
Umframt luttøku á nógvum
livefløgum, hevur MC-Hár lagt tvær
útgávur eftir sær, “Framvegis uttan
vit” og “Burn me”. Í februar í ár gav
MC-Hár sítt fyrsta staklag í nógv ár
"Exit Tórshavn" út, og lagið hevur
verið nógv at hoyrt í útvarpi síðan
tá.
Leygarkvøldið er so ætlanin at
halda eina uppaftur størri føðingar-
dagsveitslu á tremur við kærleika og
yvirkroppi.
Vitusland og barnaundirhald
Tá Tórsfest byrjar leygardagin kl.
16.00, verður tað við nógvum
undirhaldi til børnini. Tá letur
nevniliga Vitusland upp, sum er eitt
spæliland við hoppiborgum v.m.
Á stóru pallunum fara Bubu, Angela
og Hannibal og Kúllarnir at
undirhalda fram til kl. 19.00, tá
stóru konsertirnar byrja.
Forsølan gingið sera væl
Tað verða nógv fólk á Tórsfest
leygarkvøldið, tí forsølan hevur
gingið sera væl, og í skrivandi stund
eru ikki nógv atgongumerki eftir í
forsølu. Fyriskipararnir hava tí gjørt
av, at forsølan endar mikudagin kl.
18.00.
Eftir hetta verður ein sera
avmarkað nøgd av duraatgongu-
merkjum sett til sølu fyri duraprís á
490,- kr. Hesi kunnu frá hósdegnum
keypast á Torginum í SMS, í
Kunningarstovuni í Havn og á
ebillett.fo. Somuleiðis bera til at fáa
armband á frá hósdegnum, á
Torginum í SMS og á Kunningar-
stovuni í Havn.
Spar pening við at
keypa atgongumerki í forsølu
Tey fáu atgongumerkini, sum eru
eftir í forsølu, kunnu keypast í
Kunningarstovuni í Havn ella á
ebillett.fo fyri bara 390,- kr +
avgreiðslugjald fram til mikudagin
kl. 18.00.