mánadagur 18. juli 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 29 • 18. JULI 2016
14
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Bilar og skip í 1961
N
ú Býarsavnið hjá Birgari Johannessen er fingið til vega í
gamla Tórs Cafeteria, eru nógvar forvitnisligar myndir
komnar undan kavi.
Myndin her er tikin á Molanum í Havn í 1961. Tjaldur hjá
Skipafelagnum liggur við bryggju, og strandfaraskipini Ternan og
Sigmundur liggja lið um lið innast í krókinum.
Fyrsti bilurin, nummar Fø1244, er ein hvítur Rambler Rebel hjá
Johannes Berg. Bilurin er annar av teimum báðum fyrstu Rambler,
sum komu í 1960.
Næsti bilurin er ein VW-transporter við last. Síðan er ein
Plymouth Fury Suburban hjá Egil Joensen, bilurin hevur nummar
Fø1234. Aftan fyri hann er ein Ford Taunus 17M, og bilurin uttast
til høgru ein Opel Rekord.
Er tú raskur og
dugur eitt sindur
av hvørjum ?
Til ein av okkara kundum verður
søkt eftir einum røskum persóni
at byrja skjótast gjørligt.
Talan er um handil við
fjølbroyttum uppgávum og verður
søkt eftir persóni, sum dugur við
kundum og er tænastusinnaður.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar, so
sum avgreiðsla av kundum, søla,
pakking av vøru og vøruútkoyring.
Tað er neyðugt, at duga at
handfara ein skiftilykil til smærri
uppgávur.
Tað verða ikki sett krav til serligar
førleikar uttan so, at viðkomandi
persónur er álítandi, raskur og
vísur vilja til loysnir.
Tað er neyðugt at hava BE-
koyrikort til viðfestisvogn. Hetta
kann tó eisini takast seinni.
Nærri upplýsingar um starvið
kunnu fáast við at venda sær til
Páll Hammer á telefon 551723.
Umsókn skal sendast til
ph@januar.fo í seinasta lagi
tann 25. juli 2016.
Hoyvíksvegur 5
P.O. Box 30
FO-110 Tórshavn
Tel. +298 31 47 00
januar@januar.fo
januar.fo
VÆLHILDIN
HANDIL/HANDILSHØLI
TIL SØLU ELLA LEIGU UM
HÓSKANDI BOÐ FÆST
Áhugað kunnu ringja
tlf. 372198, 582683 ella
288198 ella senda ein
teldupost til jdh@olivant.fo.
Sp/f J. D. Hammer
800 Tvøroyri
Mynd: Chr. D. Hansen
Úr myndasavninum hjá
Birgari Johannessen
Bilstøðin Bil í 1965
Mynd av bilum á bilstøðini BIL 1444 í Liðagøtu í Havn. Myndin er
tikin 20. juli 1965.
Bilstøðin Bil var millum Seglvirkið hjá Niels í Heiðunum og
handilin Ure Guld Sølv. Eisini sæst handilin hjá Sam Olsen.
Bilarnir eru f.v.: Ford Taunus 17M (árg. 1964-67), síðan tveir
Ford Taunus 17M (árg. 1960-64), Ford Taunus 20M (árg. 1964-
67) og ein Rambler Classic árg. 1965.
Bilstøðin BILvarð løgd saman við bilstøðini MiniTaxi í Jónas
Broncksgøtu og samanlagda støðin flutti niðan í Gundadal. Síðan
1996 hevur støðin hildið til á Farstøðini á Eystaru Bryggju.
Úr myndasavninum hjá
Birgari Johannessen