hósdagur 9. september 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 9. september 2004
19
Nr. 171 • hósdagur • 9. september 2004 • 78. árg.
Suzuki
Swift
Konseptbilurin Suzuki
Concept S kemur kom-
andi ár á marknaðin
sum
nýggi
Suzuki
Swift. Conseptbilurin
er ein 4x4 við 1,6 litur
motori og 6 girum
Kelda: Nyt om Biler
Toyota
Micro
Toyota og PSA (Peu-
geot og Citroën) sam-
starva um ein lítlan bil
við felags plattformi.
Allir verða teir gjørdir
á somu verksmiðju í
Kekkia
Kelda: Nyt om Biler
Peugeot 107
Peugeot útgávan av
felags plattforminum
PSA / Toyota, sum
verða framleiddir í
Kekkia, verður 107,
sum kemur at avloysa
Peugeot 106
Kelda: Nyt om Biler
Í lýsingum í bløðun-
um bjóða Reyni
Service nú eina heilt
nýggja tænastu og
eina eyka trygd til tey,
sum ynskja ein brúkt-
an bil við nærum eins
góðari trygd, sum var
hann nýggjur
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Reyni Service bjóða nú 6
mánaða garanti upp á teirra
brúktu bilar, sum kosta
meira enn kr. 85.000,-
Garantiskipanin hevur eina
sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-
. Skipanin fevnir um øll
knappliga íkomnin brek, ið
ikki skyldast nýtslu brúk-
arans so sum rust, uttanífrá
komnar skaðar ella vant-
andi tænastueftirlit og við-
líkahald.
Frá Reyni Service verður
sagt, at endamálið við hesi
skipan er, at tann sum
keypir ein brúktan bil frá
teimum, ikki skal verða
bangin fyri óvantaðum út-
reiðslum
av
knappliga
íkomnum breki, tað verði
seg á motor, gearkassa ella
annað, sum er umfatað av
hesum
brúktbilagaranti-
num. Hesi brek verða um-
væld uttan hóvasták við
eini sjálvsábyrd uppá ein-
ans kr. 500,-
Fun Roadster er
navnið á framtíðar
sportsvogninum hjá
VW, sum skal koma á
marknaðin í seinasta
lagi í 2007. Fun
Roadster verður ein
lættur og kvikur 2-
persónabilur, ið verð-
ur drivin av bakhjól-
unum
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
VW Fun Roadster, sum
einans vigar 600 kg, verður
gjørdur við tí fyri eyga at
hann skal vera kvikur og
liggja væl á vegum - serliga
í svingum.
Tveir 1,0 motorar við
100 hk verða at velja í
millum, annar bensin og
hin diesel. VW stjórin,
Bernd Pischetsrider, lovar,
at bilurin kemur at koyra
frá 0-100 km/t upp á undir
7 sekund, og verða líka
kvikur sum ein Porsche
Boxster.
Reyni Service við nýggjari tænastu
VW Fun Roadster í 2007
VW Fun Roadster verður ein lættur og kvikur 2-persóna sportsvognur við eini eginvekt upp á
einans 600 kg.
Reyni Service bjóða nú
6 mánaða
brúktbilagaranti upp á
bilar, sum kosta meira
enn 85.000 krónur.
Á myndini Olivar
Danielsen, sølumaður
Mynd: Jens Kristian Vang
Seinni í ár kemur ein
heilt nýggjur Citroën
C4 á marknaðin. C4
er ein spennandi
nýggjheit við nógvari
nýhugsan, t.d. ber til
at velja ímillum
níggju ymiskar luktir
í kabinuni
BILAR
MagnusGunnarsson
maggi@sosialurin
Citroën C4 kemur sum
avloysari fyri núverandi
Citroën Xsara. Talan verður
um ein spennandi bil, sum
fæst við nógvum nýggjum
tøkniligum hentleikum.
Sum nakað heilt nýtt er
ein luktspreiðari við níggju
ymiskum luktum innbygd-
ur í ventilatiónsskipanina.
Við hesum luktspreiðar-
anum verður ikki brúk fyri
grønu Wunderbaum jóla-
trøunum, sum vóru ógvu-
liga populer fyri nøkrum
árum síðan.
Sum eykaútgerð fæst ein
skipan, har infrareyðir sen-
sorar halda eygað við stríp-
unum í vegnum og útloysa
ein vibrator í førarasetrin-
um, um bilurin skiftir breyt,
uttan at blunka verður tann
vegin, sum bilur fer. Hetta
kann vera sera hent, um t.d.
bilførarin
sovnar
undir
koyring.
Rattið er eisini annarleið-
is, enn vit eru von við.
Sjálv miðjan í rattinum
(rattnavið), við Citroën bú-
merkinum, flytur seg ikki,
men bert rattkkransurin
flytur seg, tá bilførarin
snarar rattið.
Øll instrumentini uttan
snúningsteljarin eru í miðj-
uni á instrumentborðinum
og ljósið í instrumentunum
tillagar seg ljósviðurskift-
unum - um tað t.d. er
myrkt, sterk sól o.s.fr.
Fimm ymiskir bensin-
motorar vera at velja í
millum frá 1,4 litur við 88
hk til 2,0 litur við 177 hk,
og tríggir HDI diesel-
motorar frá 90 til 136 hk.
ESP (Elektronisk Stabili-
tets Program) verður stand-
ard í øllum útgávunum.
Citroën C4 kemur vænt-
andi á marknaðin síðst í
hesum árinum.
Citroën C4 við innbygdum anga
Søldfirðingar bíða
framvegis eftir tunli
undir høvuðsvegin
við skúlan, samstund-
is sum tann tunga
ferðslan sannlíkt fer
at økjast enn meira i
næstum
VEGAKERVI
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Eingin kann undrast á at
fólk í Søldarfirði leingi
hava kent ampa av tí nógvu
ferðsluni sum gongur beint
gjøgnum
bygdina.
Ein
landsvegur við landsins
hægsta
prosentparti
av
tungum
traffikki
útger
høvuðsgøtu í bygdini, sum
eitt forleingilsi av høvuðs-
vegnum millum ytra enda á
Skálafjørðinum og knúta-
punktið Skipanes. Her fara
tonsini við ferð framvið,
aftur og fram í sambandi
við grótbrotið oman fyri
Lamba, Fiskamarknaðin á
Toftum,
Fiskavirking
í
Runavík og hópin av øðrum
virkjum í umráðnum. Og
sum menningin er í Søldar-
firði í løtuni, kann roknast
við enn meiri tungum tra-
fikki í næstum.
Tað hevur í nógv Harrans
ár verið diskuterað at leggja
ein nýggjan landsveg oman
fyri Søldarfjørð, men hetta
er eitt av teimum størru
mølposa projektunum ið
ikki hevur hægstu raðfest-
ing. Hinvegin hevur eisini í
eina tíð verið upp á tal at
leggja ein lítlan tunnil undir
vegin við Skúlan fyri at
verja skúlabørn og onnur
gongufólk móti vandum í
ferðsluni. Og her er eftir
øllum at døma okkurt ítøki-
ligt í gongd aftan fyri ku-
lissurnar.
»Eg minnist at tað var
upp á tal í 1976 at leggja
nýggjan veg oman fyri
Søldarfirði,« segði fyrrver-
andi borgarstjórin í Runa-
vík, Hans Tausen Olsen.
»Tað lítla grótbrotið beint
uttan fyri bygdina varð
útpeikað sum íbindingar
punkt men síðani hendi
einki meira.«
Hans Tausen Olsen er tó
samdur við núverandi borg-
meistaran í Runavík, Rod-
mund Nielsen, um at vega-
stykkið við skúlan í Søldar-
firði er meira átrokandi.
Her er heldur ikki talan um
nakra íløgu at samanbera
við ein nýggjan landsveg.
»Vit hava arbeitt við
hesum vegastrekki í nøkur
ár nú,« segði Oyvindur
Brimnes, stjóri á Lands-
verki, »men ferðin í ar-
beiðinum er treytað av játt-
an frá Løgtinginum. Vit
hava eina konto fyri trygd-
artiltøk og tankin er at ein
tunnil undir vegin við
skúlan í Søldarfirði skal
kunna fíggjast við hesari
konto. Trupulleikin er bara
at kontoin er fyri tíðina
ógvuliga avmarkað og vit
høvdu ein prioritet í Leyn-
um í ár. Men vit hava ar-
beitt við hesum máli og
kannað ferðsluna, og stað-
fest tørvin.«
Runavíkar Býráð vónar
at næsta ár verður tunnilin
undir vegin við skúlan í
Søldarfirði prioriteraður.
»Vit hava vent okkum til
Landsverk við einari áheit-
an, so teir kenna til okkara
ynski. Hinvegin skilja vit
teirra støðu og eg ivist ikki
í at stovnurin ger sítt besta.
Hvat
viðvíkur
einum
nýggjum landsvegi oman
fyri Søldarfjørð, so er talan
um eina sera stóra íløgu í tí
sambandinum, ein íløga
sum neyvan gerst aktuell í
bræði; mær vitandi fyri-
liggur einki projekt held-
ur.«
Tað ironiska í øllum
málinum kann síggjast í at
søldfirðingar og bilar er ein
gomul greipa, enn einaferð
illustrerað
við
einum
nýggjum
distributións-
centri sum Heri Thomsen
Transport Service nú eru í
ferð við at byggja við
sjóvarmálan í Søldarfirði.
Citroën C4 við fimm hurðum. Tað at Citroën búmerkið er innbygt í kølaragittarið verður eitt sereyðkenni fyri nýggju Citroën
bilarnar, sum koma á marknaðin
Soleiðis sær C4 út innan. Øll
instrumentini uttan snún-
ingsteljarin eru í miðjuni á
instrumentborðinum.
Rattnavið, við Citroën
búmerkinum, flytur seg ikki,
men bert rattkkransurin
flytur seg, tá bilførarin
snarar rattið
C4 við 3 hurðum er rættuliga sermerktur aftan við spoilara og
rúti millum baklyktirnar
C4 við fimm hurðum aftan. Baklyktir í Ford Focus stýli
Ampi av vaksandi ferðslu gjøgnum Søldarfjørð
Ferðslan fram
við skúlanum í
Søldarfirði er
mangan tøtt.
Foto: Maria Olsen /
PRnewsMedia.com
C
M
Y
K
19
18