Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. september 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 171 - 9. september 2004 Nr. 171 - 9. september 2004 21 VIÐMERKINGAR Annika Olsen Fòlkaflokkurin Í seinastuni hava verið fleiri góð og viðkomandi tiltøk til frama fyri størri javn- støðu á tingi, men skal javnvág fáast á kynsbíti á tingi er neyðugt við einari mentanarligari hugburðs- broyting. Spurningurin er so, hvat føroyskur mentan- arligur hugburður er. Hetta er ein rættiliga fløktur og ringur spurningur at svara. Fyri at áseta hetta nærri skal eg framheva hálendska mentanar-serfrøðingin, Geert Hofsteede, ið ásetur mentan út frá nøkrum ítøkiligum hugtøkum. Millum annað ásetur hann mentan út frá, um hon er maskulin ella feminin. Hjá Hofsteede eru eyðkennini fyri maskulinu mentanina m.a. hesi: • Materiel succes og menn- ing hava stórt virði í sam- felagnum • Pengar og ogn eru av stórum týdningi • Menn eiga at vera sjálv- hevjandi, ambitiøsir og harðir • Kvinnur eru kenslubor- nar og taka sær av teim- um menniskjaligu viður- skiftunum • Búskaparligur vøkstur skal hava høga raðfesting • Samgongan raðfestir ikki menningarhjálp høgt í fíggjarlógini • Fáar kvinnur verða vald- ar sum politisk umboð Eyðkennini fyri femininu mentanina eru m.a. hesi: • Umsorgan fyri øðrum og viðlíkahald hevur stórt virði í samfelagnum • Bæði menn og kvinnur hava loyvi til at vera kensluborin og taka sær av menniskjaligum við- urskiftum • Í familjuni taka bæði maður og kona sær av praktiskum uppgávum og kunnu bæði vera kenslu- borin. • Varðveitsla av umhvørv- inum høga raðfesting • Samgongan raðfestir menningarhjálp høgt á fíggjarlógini • Fleiri kvinnur verða vald- ar sum politisk umboð Ástøði hjá Hofsteede er meiri umfatandi enn greitt er frá omanfyri, men áseta vit føroyska mentan eftir hesum eyðkennum, minnur føroyska mentanin heldur nógv um eina maskulina mentan. Hyggja vit at tí politiska orðaskiftinum, síggja vit hesi eyðkenni aftur. Orða- skiftið ber ofta brá av einari differentiering í ávikavist bleyt og hørð virði, og er hetta øgiliga óheppið. Vandin við at nýta hesi orð er, at tey hava konnotativar associatiónir til ávikavist maskulin og feminin virði. Tað er ongin ivi um, at langt tann størsti veljara- skarin setir tey hørðu virð- ini, tey maskulini virðini høgt í meti, tí hesi virði skapa karmar um vinnu- lívið, skapa búðskaparligan vøkstur og leggja sostatt lunnar undir tey bleytu virðini, ið t.d. er barnaansn- ing, skúlar, heilsuverkið o.s.fr.. Sostatt verða tey bleytu virðini ofta mótvegis teimum hørðu virðunum skurd fyri bert at "suga"- pening úr landskassanum. Uttan at hava nøkur ítøki- lig tøl, so er tað mín sann- føring, at nógvar føroyskar kvinnur júst hava hesi sokallaðu bleytu virðini sum teirra áhugamál, og verða vegna henda minni virda hugburðin til tey bleytu virðini í Føroyum ikki tikin nóg nógv í álvara, sjálvt um tær eru góðir parlamentarikarir. Mótveg- is verður ofta havt á munni, um ein kvinna hevur skil uppá fiskiskap, uppá fiski- kvotur í Eysturgrønlandi, toskakvotur undir Føroy- um, ja, so er hon ein rættur politikari í eygum veljar- ans. At henda differentier- ing í bleyt og hørð dagliga er at hoyra í tinginum fingu vit eitt dømi um miku- dagin, tá ið Bill Justinesen tingmaður Miðfloksins hevði á lofti, at mennirnir høvdu funnið síni áhuga- mál í vegum, havnum og fiskivinnu, og at kvinnur- nar máttu finna sær nøkur mál, tær kunnu marknaðar- føra seg uppá. Soleiðis sum politiska idealið er sett upp í dag við teimum hørðu virðunum sum ideal er tað ikki lætt fyri teir kvinnur og menn við teimum "bleytu" áhuga- málunum at sláa ígjøgnum. Tí er tað umráðandi, at okkara grunnleggjandi mentanarligi hugburður broytist, og at ein vónandi marknaðarførsla og kam- pagna av føroyskum poli- tikki kann beina burtur differentieringina av bleyt- um og hørðum virðum og gera hesi mál til eina sam- anhangandi eind, við líka stórum týdningi fyri sam- felagið, har kvinnur og menn taka avgerð um eins væl bleyt sum hørð virðir. Endamálið kann ongantíð vera, at kvinnur bert skulu taka sær av teimum "bleytu" virðunum og menn av teimum hørðu, men harafturímóti má idealið verða, at bæði kyn supplera hvønn annan við teimum hugsjónum, tey hava um bæði hesi virði. Janus Dam Guttesen Herfyri frættist, at Føroyar gerast royndarøki innan mest framkomnu fartele- fon-tøknina - eitt útslit av nýggjari avtalu millum Føroya Tele og LM Erics- son. Men vita vit yvirhøvur um henda tøknin fær lív- frøðiligar avleiðingar á okkum sjálvi? Við framkomnari tøkni frá Føroya Tele og LM Ericsson gerst tað eftir ætlan um stutta tíð møgu- ligt hjá føroyingum at senda myndir og video gjøgnum fartelefonina. Hetta hendir uttan at nakar kritiskur spurningur verður settur til ætlanina. Í útlondum er kjak um fartelefon-tøknina, tí vís- indafólk siga, at hon ávirk- ar kyknurnar í kroppinum á menniskjum og á øllum livandi verum. Kjakið í Danmark hevur havt við sær, at prísirnir á húsum og íbúðum, ið hava eina far- telefon-mastur sum nærm- asta granna, eru lækkaðir í virði (nakrar 100.000 krón- ur). Í Útvarpi Føroya herfyri segði ein serfrøðingur hjá Kalli, at kjakið í Danmark líktist mest eini heksajakt (av fartelefon-útbjóðarun- um). Ein orsøk til, at kjakið verður so harðligt er helst, at telefyritøkurnar (út- bjóðarar og framleiðarar) ógvuliga treyðugt vilja hava eitt opið kjak um heilsuárinini av nýggju tøknini (les: lívfrøðilig ávirkan av mikrobylgju- geislingum). Vanliga svarið til kritiskar spurningar er, at »tað er ikki prógvað, at geislingin er skaðilig« og »vit halda okkum innanfyri loyvda markið fyri geisl- ing«. Men granskarar siga, at ásetta markið fyri mest loyvdu geisling er alt ov høgt, og at sokallaða 'meg- inreglan um fyrivarni' (for- sigtighedsprinsippet) átti at verið brúkt - soleiðis at mastrarnar t.d. ikki verða settar upp í bústaðarøkjum og als ikki tætt við skúlar og barnagarðar, tí tað eru børn, sum eru mest við- kvom fyri hesi geisling. Føroya Tele ætlar nú at royndarkoyra hesa tráð- leysu tøkni í Føroyum, og tað hevur við sær, at vit sum búgva í royndar- økinum, verða sokallað »royndardjór« - bæði tey, sum hava eina fartelefon og tey, sum onga hava. Hvørjar avleiðingar geislingin fer at hava í framtíðini, vita vit lítið um enn, men tað er prógvað, at kyknur í mannakroppinum upptaka geislingina og darra í viðsveiggji. Við- sveiggj er t.d. tað sum hendir, tá ein operasanga- rinna rakar ta høga C-ið í nøkur sekund - og krystall- glasið, sum stendur tætt við, fer í smildur. Kendasti persónurin, ið er vorðin ovurviðkvæmur av elektromagnetiskum geislingum - og tí hvørki kann nýta eina tráðleysa telefon, teldu ella vera tætt við eina tendraða fartelefon - er Gro Harlem Brundt- land, fyrrverandi forsætis- ráðharri í Noregi. Í grannalandinum Svø- ríki gera fleiri kommunur »lågstrålingszoner« - tvs. øki, har telesamskiftis- mastrar ikki eru loyvdar, soleiðis at fólk, sum eru serliga viðkvom, kunnu búseta seg í hesum økjum. Tað er ikki óvanligt, at fólk, sum eru grannar til eina telesamskiftis-mastur, sova illa. Útvarp Føroya bar fyri tíð síðani tíðindi frá einum íslendskum ellis- heimi, sum tók nýggju fartelefon-mastrina niður av takinum, tí fleiri av íbúgvunum mistu svøvnin, eftir at hon var sett upp. Í Føroyum eru vit aftar- laga á nøkrum økjum, harí- millum á umhvørvisøki- num. Vit seta t.d. nústaðni á stovn eina Agenda 21- skrivstovu. Men vit verða skjótt millum fremstu lond í heiminum innan fartele- fon-tøkni, sigur Føroya Tele. Tað sama kann ikki sigast, tá umræður kjakið um vansarnar við hesi tøkni. Bitland hevur sum mál at brúka nýggja tøkni »á fyrimyndarligan hátt«, sum tað stendur í endamáls- orðingini. Men merkir hetta, at fyrilit verða tikin fyri lívfrøðiligari ávirkan - og at Føroya Tele, sum partaeigari av Bitlandi - t.d. vil bíða við at taka nýggja tráðleysa útgerð í nýtslu til óheft gransking hevur víst, at tøknin er meinaleys? Eitt alternativ til tráðleyst internetsamband er t.d. at leggja ljóskaðalar í jørðina. Tað er eitt er skjótt, trygt og umhvørvisvinarligt sam- band. Hóast málið er tøkniliga torført at skilja, so kunnu og eiga fjølmiðlar og politikarar at seta seg inn í málið og seta kritiskar spurningar og t.d. lata óheftar granskarar innan økið siga sína hugsan. Um hugsjónin hjá telefyritøkunum er at gera alt telesamskifti tráðleyst, kunnu vit gerast eitt av teimum londunum í heim- inum, ið eru mest dálkað av mikrobylgju-geislingum. Og tá er ivasamt, um vit hava røkt aldingarðin Før- oyar á fyrimyndarligan hátt. Tørvurin á ansingarpláss um nøktaður BARNAANSING Tíðindaskriv frá Tórshavnar Býráð Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna staðið fyri bygging av nógvum dagstovnum. Málið hevur verið at nøkta stóra tørvin á ansingarplássum. Tað er tískil við gleði, at kommunan nú kann staðfesta, at tørvurin á ansingarplássum er nøktaður. Øll foreldur, ið hava børn sum eru 6 mánaðir gomul, hava fingið tilboð um ansing á dagstovni ella í dag- røkt. Framvegis ein bíðilisti Kortini ber ikki til at siga, at eingin bíðilisti er til. Við øðrum orðum eru tað framvegis for- eldur, ið hava barn/børn teirra á bíðilista. Felags fyri hesi er tó, at tey ikki hava tikið av til- boðnum um ansing. Orsøkirnar til hetta eru møguliga fleiri, eitt nú at foreldrini ikki ynskja at barnið skal á stovn/í dagrøkt fyrr enn tað er nakað eldri enn 6 mán- aðir, ella at ansingar- plássið liggur langt burturi. Eisini koma nýggj børn á listan hvønn dag, men sum støðan er nú, fáa øll hesi børn eitt tilboð um ansingarpláss beina- vegin. Roynt verður at hava fyrilit fyri, at ansingar- plássið ikki liggur alt ov langt burturi frá bú- staðnum hjá foreldrun- um, men tað er ikki altíð, at hetta ber til. Meðan tað um várið er lættari, kann hetta fyri- lit vera væl torførari at útinna aðrar tíðir á árinum. Tørvurin kann vaksa Um hugsað verður um ta nógvu privatu set- húsabyggingina, ið fer fram í Tórshavnar kom- munu, er tað sera sann- líkt, at tørvurin á ans- ingarplássum fer at vaksa. Fyri framhald- andi at kunna nøkta ansingartørvin, er tørv- ur tískil á nýggjum stovnum. Og á hesum økinum er kommunan eisini væl við. Eitt nú verður nýggi dagstovn- urin við Sundsvegin tikin í nýtslu við árs- skiftið. Hesin dagstovn- ur, sum í løtini er í gerð, verður umleið 700 fer- metrar til støddar og fer at hava fýra stovur við 12 børnum í hvørjari. Í byrjanini verða tað ein- ans vøggustovubørn, ið fara at ganga har. Føroyar tráðleysar - royndarøki hjá Føroya Tele & Ericsson? Mentanarlig hugburðsbroyting, um fleiri kvinnur skulu á ting IRA skal upploysast Í næstu viku fara bretar og írar at gera enn eina roynd at endurstovna tað norðurírska sjálvsstýrið. Á einum tíðindafundi fyrradagin segði Tony Blair, forsætisráðharri, at hann hevur góðar vónir um at røkka einum úrsliti, men hann legði dent á, at tann republi- kanski herurin IRA má upploysast. Sambært Blair er tað ein treyt fyri, at tann politiski vongur- in av IRA, Sinn Fein, skal fáa umboð í sjálv- stýristinginum. Hann gjørdi samstundis teim- um protestantisku sam- ríkisflokkunum greitt, at teir verða noyddir at góðkenna, at Sinn Fein fær ávirkan. Leiðslan í Sinn Fein hevur longu kunngjørt, at hon er sinnað at upp- loysa IRA, um prote- stantarnir eisini eru sinnaðir at binda frið. Men tann víðgongdi presturin Ian Paisley, sum er formaður í tí størsta protestantiska flokkinum, heldur uppá, at hann fer ikki at tingast við Sinn Fein. Tvørtur- ímóti krevur hann, at friðaravtalan, sum fekst í lag í 1998, verður end- urskoðað. Frælsið kostaði lívið Polska løgreglan hevur funnið líkini av tveimum monnum og einari kvinnu í einari tjørn tætt við býin Zgorzelec tætt við týska markið. Løg- reglan sigur, at tey trý fólkini høvdu fingið ringa viðferð, áðrenn tey vórðu tveitt í tjørnina. Tað vísti seg, at kvinn- urnar og maðurin vóru úr Ukraina, og nú hevur løgreglan tikið fimm menn, sum eru skuld- settir fyri at hava beint fyri teimum. Menninir hava viðgingið, at teir høvdu játtað at hjálpa teimum trimum fólkun- um at flýggja úr Ukraina til Týsklands aftur fyri pengar. Men tá tey komu til týska markið, var vaktarhaldið har so gott, at tey sluppu ikki yvir- um. Tá tey trý kravdu at fáa pengarnar aftur, vórðu tey fyribeind. Undir avhoyringum hjá polsku løgregluni hava teir fimm menninir sagt tað vera vanligt, at viðskiftafólk, sum eru ring at hava við at gera, fáa slíka viðferð. Teir fimm menninir, sum nú eru skuldsettir fyri morð, eru ímillum 19 og 23 ára gamlir, skrivar DPA. Vilja hava aðra stjórn Hevði stórtingsval verið í Noregi nú, høvdu norð- menn eftir øllum at døma fingið eina sokall- aða reyð-grøna stjórn. Ein meiningakanning hjá Avisernes Nyhets- byrå vísir, at var val nú, høvdu Arbeiðaraflokk- urin, Sosialistiski Vinstraflokkurin og Miðflokkurin fingið 86 tinglimir, og tað er ein meiri, enn neyðugt er fyri at hava meiriluta eftir næsta val, tá norska tingmannatalið verður 169. Í prosentum høvdu teir tríggir flokkarnir fingið 48,2 prosent av atkvøðunum. Formaðurin í Ar- beiðaraflokkinum, Jens Stoltenberg, hevur góðar vónir um eitt stjórnar- skifti aftan á næsta val. Hann ávarar kortini javnaðarveljararnar ímóti at halda, at sigurin er vísur. Vit hava sterkar kreftir ímóti okkum, og eingin eigur at undir- meta tann politiska høgravongin, sigur Stoltenberg við Dags- avisen. Víkingagravir í Bretlandi Fyri fyrstu ferð hava fornfrøðingar funnið ein gravstað frá víkinga- tíðini í Bretlandi. Grav- staðurin er tætt við bygdina Cumwhitton uttan fyri býin Carlisle nær skotska markinum. Rachel Newman, fornfrøðingur, sigur við BBC, at tey hava funnið beinagrindirnar av fýra monnum og tveimum kvinnum. Í gravunum hava tey eisini funnið ymsar lutir so sum vápn og eitt horn, sum vík- ingarnir nýttu at drekka úr. Fornfrøðingarnir siga, at fundið fer vón- andi at fáa fólk at skilja søguna hjá hesum part- inum av Onglandi, og teir eru á einum máli um, at fundið er tað týdningarmesta í Bret- landi seinastu hundrað árini. Bretskir fornfrøðingar hava fyrr funnið leivdir av víkingum. Tað var í Derbyshire miðskeiðis í Onglandi, men har var ikki talan um ein vanligan gravstað, tí tey, sum vórðu jarðað har, vórðu brend , áðrenn tey vórðu jarðað. UTTAN ÚR HEIMI Teir seinastu dagar- nar hava fleiri veikir jarðskjálvtar verið í Japan, og nú stúra japanar fyri, at ein ógvusligur skjálvti er á veg JARÐSKJÁLVTI Árni Joensen fartekst@mail.dk Óttin er heldur ikki ógrund- aður, tí japanskir jarðfrøð- ingar hava fyrr sagt, at ein sera harður jarðskjálvti fer at raka partar av høvuðs- oynni Honshu eina ferð í fyrru helvt av hesari øldini. Í 1944 var ein jarðskjálvti í hesum sama økinum, og tá doyðu meiri enn 1200 fólk. Stjórnin í Tokyo hevur roynt at sissa fólkið, og ser- frøðingar hjá stjórnini hava eisini avsannað, at tað, sum hendi í 1944, fer at endur- taka seg. Men áhaldandi skjálvtar teir seinastu dagarnar hava fingið japanar at ivast. So seint sum sunnudagin fingu meiri enn 40 fólk skaða, tá ein jarðskjálvti var á Honshu, og fyrradagin vóru fleiri smáir skjálvtar á oynni. Skjálvtin sunnudag- in elvdi eisini til eina flóð- aldu, og meiri enn 5.000 fólk noyddust at flýggja frá húsi og heimi. Men í gøtunum tosa japanar um, at hetta er lítið aftur ímóti tí, sum kanska er á veg, skrivar NTB. Tey mest dapurskygdu siga, at Japan kann rokna við ein- um jarðskjálvta, sum verð- ur líka ógvusligur sum tann, ið var í Tokyo og Yokohama í 1923, og sum kostaði umleið 140.000 mannalív. Japan er eitt tað ringasta jarðskjálvtaøkið í heimin- um, og umleið ein fimta- partur av øllum jarðskjálvt- um í heiminum eru har. Tann seinasti harð skjálvtin var í býnum Kobe 1995, og tá doyðu meiri enn 6.400 fólk. Teir japonsku jarðfrøð- ingarnir siga, at hesaferð er vandi fyri einum sokall-að- um Tonakai-jarðskjálvta. Tað eru umleið hundrað ár ímillum hesar skjálvtarnar, og tann seinasti var á Kii- nesinum á Honshu í 1944. Síðani stýrið hjá Sad- dam Hussein varð rikið frá, hava tær víðgongdu islamist- isku kreftirnar fingið fótafesti í Irak. Nógv kristin noyðast at flýggja IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Umleið trý prosent av irakska fólkinum eru krist- in. Undir stýrinum hjá Sad- dam Hussein vórðu tey ikki mett at vera nøkur hóttan, og tey fingu yvirhøvur frið. Fleiri teirra høvdu eisini leiðandi størv. Eitt nú var Tariq Aziz, varaforsætis- ráðharri og uttanríkisráð- harri í mong ár, kristin. Men í dag er støðan broytt. Mong kristin noyð- ast at flýggja frá húsi og heimi, tí síðani stýrið hjá Saddam varð rikið frá, hava tær víðgongdu islamistisku kreftirnar fingið fótafesti í Irak. Eitt nú verða nógvar kvinnur noyddar at ganga við turriklæði á høvdinum, harfríðkanarstovur verða noyddar at lata aftur, og handlar, sum fyrr sluppu at selja rúsdrekka, verða bumbaðir, lata teir ikki aftur við góðum. Kristnar kvinnur, sum fyrr kundu ganga ekkaleysar í gøtun- um uttan at hava nakað á høvdinum, verða spiltar út og slignar. Kristnar gentur sleppa ikki í skúla, og tær sleppa heldur ikki at spæla við onnur børn. Tað hevur havt við sær, at nógv kristin hava valt at rýma úr Irak, skrivar norski tíðindamaðurin John Hult- gren. Hann hevur vitjað fleiri kristin húski, sum eru flýdd til Damaskus í Sýria- landi, og tey siga, at ímill- um 700 og 1000 kristin húski eru komin hagar úr Irak. – Tað, sum teir víð- gongdu islamistarnir í Irak gera, líkist tí, sum var undir Taliban-stýrinum í Afghan- istan, sigur ein av teimum flýddu monnunum. Hann og húski hansara hava nú søkt um innaferðarloyvi til Avstralia. Tey kristnu í Irak verri fyri nú enn undir Saddam Stúra fyri ógvusligum jarðskjálvta í Japan Umframt jarðskjálvtar er Japan eisini herjað av ódnarveðri í hesum døgum. Í gjár fór hetta indonesiska farmaskipið á land á oynni Kasado, tá ódnin Songda herjaði vestara part av landinum Mynd: Reuters C M Y K 21 20