týsdagur 19. juli 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HVALBIARTUNNIL
Um eitt ár skal
alt vera klárt
Sáttmáli er gjørdur við felagið, sum skal projektera nýggja Hvalbiartunnilin. Tað er greitt, hvar
tunnilin fer inn í fjallið í Hvalba, men tað er ikki greitt, hvar hann kemur út aftur í Trongisvági
Áki Bertholdsen
Um eitt ár skal tað vera klárt
at fara undir arbeiðið at gera
nýggjan tunnil til Hvalbiar.
Tað staðfestir Arne De
bess Madsen, leiðari á byggi
deildini hjá Landsverki.
Fyrr í summar bjóðaði
Landsverk arbeiðið út at
projektera tunnilin, har tvey
byggifeløg, HMP og LBF
fingu høvi at bjóða.
Tilboðini eru komin inn
og tað vísti seg, at LBF hevði
lægsta tilboðið.
Hvat
tilboðini
ljóðaðu
upp á, ella hvussu stórur
prísmunur var á teimum, bar
ikki til at fáa upplýst.
Men Arne Debess Mad
sen sigur, at síðani hava
samráðingar verið ímillum
Landsverj og LBF um projek
teringina og nú eru partarnir
samdir um ein sáttmála, sum
teir eisini skrivaðu undir
fríggjadagin.
Leiðarin á byggideildini
hjá Landsverki sigur, at pro
jekteringin er í tveimum.
Í fyrru atløgu skal gravast
oman av Trongivsvágsmegin
fyri at vita, hvussu lendið er.
Tað arbeiðið skal vera klárt
at bjóða út tíðliga í heyst.
Tá ið tað er staðfest, verð-
ur endaliga linjuføringin løgd
og tunnilin skal projekterast.
– Eftir sáttmálanum skal
projekteringin vera liðug
tíðliga næsta summar, og tá
skal arbeiðið at gera tunnilin
sostatt verða klárt at bjóða
tunnilin út.
Men tað merkir ikki, at
hann verður boðin út tá, tí
tað veldst um, hvussu verður
við játtanini á fíggjarlógini.
Leiðarin á byggideildini
sigur, at tað, sum hevur ligið
í kortunum, er, at ferð skal
av álvara setast á arbeiðið
í 2018, tí tá verður ein stór
upphædd sett av til arbeiðið.
Hetta er tann tíðarætl
anin, Landsverk heldur seg
til, og tá ið tað tekur trý ár at
gera tunnil og vegir, verður
koyrandi í 2020, ella 2021,
alt eftir, hvussu skjótt ferð
verður sett á arbeiðið.
Ógreitt
Av tí tað ikki er greitt, akku
rát, hvar tunnilin verður, er
endaliga linjuføringin heldur
ikki sett út í kortið enn.
Men Arne Debess Madsen
sigur, at tað liggur at kalla
fast, hvat tunnilsmunnin
verður í Hvalba. Og tað verð
ur niðri í dalinum, ikki langt
frá, haðani núverandi tunnil
fer inn í fjallið, men nógv
longri niðri.
Hinvegin er ikki greitt,
hvar tunnilsmunnin verður
í Trongisvági.
Higartil
hevur
verður
arbeitt við eini linjuføring
beint innfyri nýggja grót
brotið í Trongisvági, ein
slakan kilometur frá har,
tunnilsmunnin er nú.
Hinvegin hava hvalbingar
sett upp á, at tunnilismunnin
skal ein kilometur longur út
afturat fyri at sleppa so nógv
av brekkuni sum gjørligt.
Brekkan er ikki brøtt,
men hon er long, og hon er
ógvuliga drúgv, og har eru
mangan ring líkindi um
veturin og tí halda hval
bingar, at tað hevur týdning
at fáa tunnilismunnan so
langt út í Trongisvági sum
gjørligt.
Arne
Debess
Madsen
sigur eisini, at tað er ógvuliga
sannlíkt, at tunnilsmunnin
verður fluttur nakað væl
longur úteftir, men um hann
verður flutt heilt út hagar,
hvalbingar vilja, vil hann
kortini ikki siga.
–
Spurningurin
um,
hvussu langt, hann verður
fluttur, er eisini ein spurn-
ingur um, hvussu lendið
er, og tað fer avgrevsturin
seinni í ár at vísa, sigur hann.
Her sæst, hvussu nýggi
Hvalbiartunnilin fer at liggja.
Tann bláa linjan, er upp
runaliga linjuføringin, men
fyri at sleppa undan eini
royðulind, er linjuføringin
flutt eitt sindur uppeftir, og
tað er tann reyða linjan.
Tann grøna linjan er
linjuføringin, bygdaráðið
í Hvalba vil hava fyri at
sleppa undan sum mest
av brekku. Landsverk
sigur, at hvalbiarmegin
liggur rættiliga fast, hvar
tunnilsmunnin verður, men
trongisvágsmegin er ógvuliga
sannlíkt, at linjuføringin hjá
teimum verður flutt longur
oman ímóti linjuføringini,
hvalbingar vilja hava, men
hvalbiarmegin liggur fast,
hvar tunnilsmunnin verður.
Ikki allir hvalbingar eru
samdir í linjuføringini,
bygdaráðið vil hava. Tey
vísa á, at hetta merkir,
at koyrast skal tvørtum
dalin í Hvalba, og tað fer
skaði at standast av, tí
har er ómetaliga vindhart
oman ígjøgnum dalin. Eftir
loysnini hjá Landsverk eru
størri sannlíkindi fyri, at
koyrt verður beint ímóti,
ella undan vindinum, og
tað er frægari enn eftir
loysnini hjá bygdaráðnum,
tí tá fáa bilarnir í størri mun
hvirlurnar inn á síðuna