týsdagur 19. juli 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juli 2016 · Nr. 83
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Hetta er ein spennandi ferð, sum fer
at lyfta føroyska klintring upp á eitt
annað stig.
Tað sigur Absalon Eysturoy, før
oyskur fjallaklintrari.
Í hesum døgum er eitt lið av
nýsælendingum komið til Føroya
við tí endamáli at klintra upp á
Trøllkonufingur.
Í hesum sambandi fara tríggir
nýsælendingar, og Absalon Eysturoy,
nú at klintra upp á Trøllkonufingur,
og gekst sum ætlað, fóru teir undir
ferðina, tíðliga nú í morgun, miku
morgunin.
Tá ið vit fingu orðið á teir í gjára
morgunin, ásannaðu teir, at teir vóru
øgiliga spentir, og eisini eitt sindur
nervøsir, men Absalon sigur, at tað
er akkurát, sum tað eigur at vera
uppundir eina slíka ferð.
Teir ætla sær nevniliga upp á
Trøllkonufingur eftir eini linju, sum
ongantíð er roynd fyrr.
Meiri krevjandi enn
nakað annað
Absalon Eysturoy var eisini var uppi
á Trøllkonufingri í 2012.
- Tað ferðina fóru vit lættastu leið,
upp eftir fingrinum inn ímóti landi,
sigur hann. Men hesa ferð er ein leið
løgd upp á fingurin, sum er munandi
torførari, og sum ongin hevur roynt
fyrr, sigur hann.
Hann sigur, at hendan nýggja
rutan fer at seta heilt onnur krøv til
klintrararnir, enn tær klintringarnar,
sum higartil eru gjørdar í Føroyum,
bæði hvat sjálvari klintringini, og
útgerð viðvíkur.
- Hetta er ein ferð, sum fer at lyfta
føroyska klintring upp á eitt heilt
annað stig, tí hetta er ein ferð, sum
krevur nógv meiri royndir, og nógv
hollari vitan um fjallaklintring, enn
nøkur onnur ferð, sum er gjørd í
Føroyum, sigur hann.
- Hendan ferðin upp á Trøll
konufingur er tað, klintrarar kalla at
at klintra ein stórvegg, og tað krevur
aðrar førleikar, enn vit eru von við í
Føroyum.
- Hann sigur, at hina ferðina, teir
vóru á Trøllkonufingri, var fremsta
endamálið at koma heilt upp á tindin.
Tað er ikki fremsta endamálið
hesa ferð.
Hesa ferð er fremsta endamálið
at leggja tað torførastu linjuna upp
á fingurin, og at seta hana út í kort
ið, og at lýsa hana til aðrar klintrarar
at royna - og kanska byggja út, sigur
hann.
Hann sigur, at tá ið ein toppur er
tikin, leggja fjallaklintrarar seg ofta
eftir at leggja eina vakra linju upp á
toppin.
- At finna eina vakra linju upp eftir
einum bergi, hevur stóran týdning
fyri klintrarar og á hesi ferðini upp
á Trøllkonufingur, er endamálið
nettupp at leggja ta vakrastu linjuna
upp á toppin, sigur Absalon Eysturoy.
Hann sigur, at hendan nýggja
linjan, teir ætla at leggja upp á
Trøllkonufingur, er í heimsflokki til
at klintra eftir.
- Hetta er ein leið góðum gróti og
tí vænti eg, at hendan linjan fer at
verða rættiliga kend hjá teimum, sum
fáast við at klintra eftir stórveggum,
tí hon hevur alt í sær, sum kveikir ein
klintrara.
- Tað er ringt at greiða frá, men fyri
klintrarar er hendan leiðin upp eftir
Trøllkonufingri so mikið spennandi,
at klintrarar tíma at koma higar,
heilt úr Nýsælandi til Føroyar, við
tí einasta endamáli at royna hesa
linjuna upp.
Samstundis er grunnur Edmund
Hillary ein av teimum, sum stuðla
hesi ferðini. Hillary var fyrsti maður á
heimsins hægsta fjalli, Mount Everest
og tað ikki á hvørjum ári, at tann
grunnurin stuðlar eini ferð.
Men tað sigur eitt sindur um,
Í tvær nætur skulu teir sova í flytibólum, sum hesum, ið verða fest beint í bergið
Hesi fimm eru við í útlendska
ferðalagnum, sum er her
í Føroyum í sambandi við
klintring. frá vinstru eru
tey Jack Grinsted, Thore
Jüegensen, Lis Ridley, Jason
Blair og Dave Mckinney.
Thore Jürgensen er sterkur,
danskur klintrari, sum ikki er
við í ætlanini at klintra upp
á Trøllkonufingur. Hinvegin
er tað føroyska klintrifelagið,
sum hevur fingið hann
hendavegin at finna nýggjar
klintrileiðir í Føroyum
KLINTRING: Í hesum
døgum eru ein føroyingur
og tríggir nýsælendingar á
veg upp á Trøllkonufingur.
Tað er ein ferð, sum fer at
lyfta klintring í Føroyum
upp á eitt heilt annað
stig, og tey ivast heldur
ikki í, at hetta er fer at
vekja ans uttanlands
VIT ERU ØGI
- OG EITT SIND