týsdagur 19. juli 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 20. juli 2016 · Nr. 83
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hvussu høgt í metum, hendan ferðin
er ímillum klintrarar, sigur Absalon
Eysturoy.
Tríggjar dagar
Men gongst kortini, sum ætlað, fara
teir fýra klintararnir at brúka tríggj
ar dagar at koma upp á Trøllkonu
fingur, og niðuraftur. Kortini hava
teir mat og vatn við til fýra dagar,
fyri at binda um heilan fingur.
Teir hava enntá hentleikar við,
so at teir sleppa á wc, uttan at dálka
náttúruna.
- Eitt, sum er serligt við hesi ferð
ini er, at teir koma at hanga í berg
inum alla tíðina og sostatt skulu teir
sova í flytibólum í tvær nætur. Tað
eru ból, sum verða fest í bergið og
sum fjallaklintrarar hava at sova í.
Tað hava vit ikki roynt í fjalla
klintring í Føroyum áður, sigur
Absalon Eysturoy.
Hann sigur, at ferðin upp á tann
313 metra høga Trøllkonufingur,
er býtt upp í trý. Og teir vænta, at
tann fyrsti parturin, sum er slakar
100 metrar, verður tann torførasti,
tí har er loft.
Men ein av nýsælendingunum,
sum er við, staðfestir somuleiðis, at
bara tað at koma av báti og á land
við fingurin við allari útgerðini, er
ein avbjóðing, og hann væntar, at í
roynd og veru verður eisini tað ein
av avbjóðingunum á ferðini.
Teir tríggir nýsælendingarnir,
sum eru við á ferðini, eru Jack
Grinsted, Dave Mckinney og Jason
Blair.
Teir eru allir tríggir avbera
royndir klintrarar, og hava klintrað
kring um í heiminum.
Upprunin til hesa ferðina upp á
Trøllkonufingur er at finna í Keyp
mannahavn, har Absalon Eysturoy,
og Tom Grindsted, beiggi Jack, hitt
ust, og blivu vinmenn.
Síðani var Absalon í Nýsælandi
og vitjaði Tom, og har vórðu fyrstu
spírarnir til hesa klintiferðina, sáddir.
Men umframt teir fýra klint
rararnir, hava teir eitt lið av
samskiparum og hjálparfólkum við
sær.
Teir siga, at tað var ikki fyrrenn
Absalon og Tom Grinsted gjørdust
vinmenn, teir yvirhøvur hoyrdu um
Trøllkonufingur.
Teir gjørdust skjótt so hugtiknir
av søgunum um Trøllkonufingur, at
teir skjótt gjørdu upp við seg sjálvar,
at hann máttu teir royna at taka.
- Trøllkonufingur er heilt ser
stakur, siga teir.
Her hugsa teir um, hvussu hann
sær út og um tær frásagnir, teir hava
fingið um hann.
Eitt, sum eisini er serstakt, er at
finna eina rutu upp á ein drang, sum
ikki er roynd áður, siga teir.
Mánadagin vóru teir fyrstu
ferð undir Trøllkonufingur og tá
fingu teir gjørt sær eina mynd av
dranginum við sínum egnu eygum.
Og tað fekk teir ikki at setast
aftur. Tvørtur ímóti vórðu teir enn
spentari at taka drangin, enn teir
vóru frammanundan, tá ið teir bara
kendu hann frá myndunum, teir
høvdu sæð.
Annars eru teir sannførdur um,
at Føroyar kunnu saktans marknað
arføra seg sum klintriland, tí her
eru óteljandi møguleikar, bæði heilt
lættar ferðir og heilt krevjandi ferðir,
siga teir.
Og nú teir eru her, ætla teir eisini
at brúka tíð upp á at kann aðrar
møguleikar.
Hetta er leiðin, teir hava lagt upp á
Trøllkonufingur. Eitt, sum verður
avbera krevjandi er, at klintrar
arnir koma at hanga í berginum
í samfullar tríggjar dagar
- Fyrstu spírarnir til fjallaklintring í Føroyum, vórðu lagdir í 2004, tá ið
vit fóru upp á Búgvan, men síðani hava vit gjørt eitt miðvíst arbeiðið
fyri at menna hetta slagi av ítrivi í Føroyum.
Tað sigur Absalon Eysturoy, sum er ein undangongumaður í klintr
ing í Føroyum.
- Eitt nú hava vit fingið fleiri føroyskar klintrilærarar og hava funnið
støð í Føroyum, sum eru væl hóskandi til at klintra í, eitt nú omanfyri
Norðradal, leggur hann afturat.
- Úrslitið er eisini, at tað eru alsamt fleiri føroyingar, sum eru farnir
at klintra, og vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at fleiri og fleiri
føroyingar sostatt eru farnir at brúka nátturuna upp á ein øðrvísi, enn
vit eru von við, men eisini heilsugóðan máta.
Søguliga eru føroyingar vanir við bjørgini, men fyrr var tað í
sambandi við arbeiði, og fyri at fáa breyðføtt seg, tí tað var eftir fugli
og eggum, ella í sambandi við feitilendi.
- Bjørgini, stakkarnir og drangarnir er tað vakrasta vit eiga í før
oysku náttúruni og tí er tað einki minni enn frálíkt, at vit eru í ferð við
at menna eina klintrimentan í Føroyum, har vit flyta gomlu, siðbundnu
sígingina, yvir í nýmótans klintring við trygdarútgerð av øllum handa
slagi, sigur Absalon Eysturoy.
- Eg haldi eisini, at tað er rættiliga persónsmennandi, tí tá ið tú
klintrar, fært tú av álvara roynt teg upp á ein máta, tú ikki hevur roynt
teg áður, leggur hann afturat.
Sum tað sæst í hinari greinini her á síðunum, er eitt lið av
nýsælendingum í Føroyum í hesum døgum við tí endamálið at klintra
upp á Trøllkonufingur.
Men tað er ikki einasta endamál hjá teimum, tí teir ætla eisini at
finna og seta aðrar klintrileiðir í Føroyum út í kortið.
Teir vísa á, at í hamrinum omanfyri Norðradal, eru fleiri klintrileiðir
avmerktar, men har eru fleiri aðrir møguleikar eisini.
- Hamarin omanfyri Norðradal er sjáldsama góður at klintra í, siga
nýsælendingarnir.
Á Føroyferðini hava teir eisini havt eitt slag av verkstovu fyri før
oyskum klintrarum, har eini 15 vóru og tosaðu um klintring.
Føroyingar í ferð við at
menna eina klintrimentan
Absalon Eysturoy er undangongumaður í klintring í Føroyum,
og hann verður við á ferðini upp á Trøllkonufingur
ILIG SPENTIR
DUR NERVØSIR