Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juli 2016 · Nr. 83 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Á Odense Universitetssjúkrahúsi (OUH) verður ein lítil »kamera­ tablett« roynd við 250 dønum, sum lut­taka í einari almennari skrá móti tarmkrabba. Royndarpersónarnir skulu dag­in fyri kikarakanningina eta hesa lítlu »kameratablettina«, sum ávegis gjøgnum gøgnini tekur 400.000 myndir av tarmunum. Myndirnar, sum lítla kamera­ ið tekur, kunnu vísa seg at vera so neyvar, at talið av kikara­kann-ing- um fer at minka. Haraftrat kann ein fyrimunur vera, at tey, sum skulu hava eina kikarakanning í tarm­unum, fáa eina neyvari sjúku- greining. Lættari og neyvari – Tað, sum vit vænta, er, at vit við »kameratablettini« kunnu bjóða borgarunum nakað, sum er lættari og meira neyvt enn ein skarnroynd. Málið er eisini, at fleiri skulu sleppa undan kikarakanningini, sum ikki er heilt vandaleys. Tað sigur serlæknin og stjórin fyri Odense Universitetssjúkrahús (OUH), Peder Jest. John Brodersen, sum er serlækni og lektari við Keypmannahavnar Universitet, heldur, at núverandi kanningarhátturin er ikki nóg neyv­ur, og tí er hann positivur um »kameratablettina«. – Um vit finna eitt betri alterna­ tiv til kikarakanningar, sum í dag verða brúktar í samband við kann­ ing av tarmkrabba, hevði tað ver­ ið framúrskarandi, leggur hann aftrat. Um tvey ár Royndirnar við lítlu »kamera­ tablett­ini« eru framhaldandi á ein­um slíkum stigi, at tær skulu roynast í fleiri umførum aftrat, men Peder Jest væntar, at tablettin verður klár til nýtslu um eini tvey ár. Men, yvirlæknin og leiðarin fyri tarmkanningunum í Region Hoved­staden, Morten Rasmussen, er tó ikki samdur í hesum. – Innan næstu fýra árini verð­ur »kameratablettin« ikki eitt al­terna- tiv til núverandi kann­ingar­hættir. Tað fer at taka fleiri ár, áðrenn vit kenna potentialið við nýggja upp­ finnilsinum, heldur hann. Neyvari kanningar Higartil vísa kanningar, at «kamera­tablettin« meira neyvt enn skarn­royndir kann vísa tekin um tarm­krabba. Tí vónar Peder Jest, ser­lækni og stjóri fyri Odense Uni­versi­tets- sjúkrahús, at nógv fara at vilja lata seg kanna við nýggja háttinum, tá hetta verður ein møguleiki. – Kanska verður tað lættari fyri fólk at luttaka, um tey skulu taka eina »tablett« og ikki skulu senda eina skarnroynd inn. Hann ivast onga løtu í, at »kamera­tablettin« eisini fer at spara samfelagnum pening. – Við tablettini fara vit at spara tey starvsfólk, sum annars skuldu gjørt kikarakanningina, sigur ser­ læknin og stjórin fyri Odense Uni­ versi­tetssjúkrahús. Kelda: www.helse.dk HEILSA Tíni gøgn kunnu bjarga øðrum Um tú ynskir at gerast gevari av tínum gøgnum við deyða, kanst tú eitt nú á www.sundhed.dk lesa um, hvussu tú kanst fáa hetta í lag, meðan tú enn eigur lívið. Tíni gøgn kunnu bjarga øðrum illa sjúkum menniskjum úr lívsvanda. Um tú sjálv/-ur ikki hevur tikið støðu, eru tað tíni nærmastu, sum kunnu gera av, um tíni gøgn kunnu brúkast við heiladeyða. Hetta kann gerast ein trupul avgerð fyri tey avvarðandi. Tí er tað týdningarmikið, at tú sjálv/-ur tekur avgerðina. vilmund@sosialurin.fo Svølg eitt lítið kamera og síggj um tú hevur krabba Tað er her á Odense Universitetssjúkrahúsi, at “kameratablettin” verður roynd við 250 dønum Mynd: Vilmund Jacobsen – Við »kamera­ tablettini« fara vit at spara tey starvsfólk, sum annars skuldu gjørt kikara­ kanningina, sigur serlæknin og stjórin fyri Odense Universi­tets­sjúkrahús Ein lítil »tablett« á stødd við eitt fiskaoljuhylki skal í framtíðini gera tað meira haldgott at verða snarkannaður fyri krabbamein í tarmunum, samstundis sum hetta skal spara samfelagnum pening