týsdagur 19. juli 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juli 2016 · Nr. 83
22
Sosialurin
ANDRE OLSEN
Um vikuskiftið byrjar næstbesta
danska deildin aftur eftir summ
arsteðgin. Eins og í bestu donsku
deildini, er tað ein rúgva av før
oyingum sum dagliga hava sín
gerandisdag í næstbestu donsku
deildini.
Teir eru Viljormur Davidsen
sum spælir fyri Vejle, René Shaki
Joensen, Meinhard E. Olsen og
Hákun Edmundsson sum spæla fyri
Vendsyssel, og so eisini Heini Vatns
dal og Bárður Jógvansson Hansen
sum spæla fyri nýuppfluttu Fremad
Amager.
Viljormur sum týðandi
partur av ”nýggja” Vejle BK
Av teimum hevur Viljormur Davidsen spælt í deildini longst. Viljormur Davidsen skifti á sumri í 2013 til Vejle, og
hevur spælt har síðani. Í summar hevur Vejle fingið nýggjan eigara, og hevur tískil skift meginpartin av hópinum
út, har teir ynskja at fáa størri dygd inn á liðið. Men ein av teimum fyrstu sum felagið longdi sáttmálan við, var
Viljormur Davidsen. Viljormur hevur eisini verið liðskipari hjá Vejle seinastu tveir venjingardystirnar, og sigur tað
ikki so lítið um týdningin av honum á liðnum hjá Vejle og í felagnum sum heild. Viljormur Davidsen sigur tó, at sjálvt
um hann hevur verið liðskipari tveir teir seinastu venjingardystirnar, er talan ikki um nakað permanent val enn.
- Venjarin hevur valt meg til liðskipara seinastu tveir dystirnar, og tað eri eg sjálvsagt errin av. Tað er tó ikki
talan um nakað permanent val, tí fleiri av okkara royndu leikarum hava verið skaddir í uppstartinum. Men gevur
venjarin mær tað áliti, taki eg sjálvsagt uppgávuna á meg.
Sum heild er mestsum alt rundanum Vejle nýtt í mun til seinasta kappingarár. Venjarin er útskiftur, eigararnir
eru nýggir, og ein rúgva av leikarunum eru nýggir. Viljormur Davidsen letur tó væl at nýggja konseptinum í Vejle.
- Mær dámar væl tann nýggja venjaran hjá
okkum. Hann ætlar at útføra ein greiðan spælistíl
við okkum, og hann leggur sera stóran dent á, at vit
skulu venja akkurát á sama hátt sum vit spæla dyst,
soleiðis at vit gerast betri alla tíðina.
Av tí sama at alt er so nýtt í felagnum, hevur
felagið verið ógvuliga varið við at melda nakran
greiðan málsetning út, og støðan er framvegis tann
sama sambært Viljormi Davidsen.
- Tað er øgiliga trupult hjá okkum at melda
nakran greiðan málsetning út, tí vit fáa nýggjar
leikarar frá øllum heiminum í løtuni. Hópurin er
heldur ikki komin endaliga uppá pláss enn. Eg haldi
sjálvur at hópurin sær spennandi út, men tað skal
alt rigga saman sum ein eind, og har hava vit enn
nógv at arbeiða við. Men í fjør spældu vit við í tí
ovaru hálvuni av deildini, og hóast vit ikki melda
nakað út, haldi eg sjálvur at tað er møguligt aftur í ár.
YMISKAR FYRITREYTIR
HJÁ FØROYINGUNUM
Í NÆSTBESTU DONSKU
DEILDINI
Meðan Vejle og Vendsyssel hava skift meginpartin av hópinum út í
summar, og tí illa fáa melda greiðar málsetningar út, er málsetningurin
hjá hinum føroyingafelagnum í deildini, Fremad Amager, greiður. Sum
uppflytarar skulu teir fyrst og fremst yvirliva. Fá her eitt yvirlit yvir
hvussu tað gongur hjá føroysku leikarunum í næstbestu donsku deildini
Fremad Amager
skal yvirliva
Í Fremad Amager, sum fyrr í summar flutti upp í næstbestu donsku
deildini, spæla eisini tveir føroyingar eisini til dagligt. Teir báðir eru
Heini Vatnsdal og Bárður J. Hansen. Heini Vatnsdal hevur spælt í
felagnum seinasta árið, meðan Bárður í summar er komin til felagið.
Í mun til feløgini hjá hinum føroyingunum, er málsetningurin hjá
Fremad Amager eitt sindur øðrvísi. Har er uppflyting ikki eitt tema
enn, tí sum nýuppfluttir í næstbestu deildini, er málsetningurin
stutt og greitt at yvirliva.
Heini Vatnsdal, sum hevur verið í felagnum í eina tíð, sigur at
hann stórtrívist í Fremad Amager.
- Eg trívist øgiliga væl í Fremad Amager, og haldi at projektið í
felagnum er spennandi. Tað var nemt at fella til, og eg haldi sjálvur
at eg havi ment meg meðan eg havi spælt í felagnum.
Heini Vatnsdal sigur eisini, at tað merkist væl til venjing nú í
mun til áðrenn summarsteðgin, at felagið spælir eina deild hægri.
- Sjálvt um uppstarturin hevur verið lutfalsliga stuttur, so
merkist tað væl at støðið til venjing og at umstøðurnar rundanum
felagið eru blivnar betri í summar. Nýggju leikararnir hava verið
við til at hækka um støðið til venjing, og eg haldi sjálvur at vit hava
heinta spælarar til tey røttu plássini til komandi kappingarár.
Hin føroyingurin í felagnum, Bárður J. Hansen, sigur, at hann
er fallin væl til í Fremad Amager, hóast at hann ikki hevur verið
har so leingi.
- Mær hevur dámt væl hesa fyrstu tíðina, har bæði venjaratoym
ið og leikararnir hava tikið væl ímóti mær. Tað eru fitt og blíð fólk
sum man arbeiðir saman við, og ein kann kalla tað sera heimligt
umhvørvið at spæla í.
Bárður J. Hansen sigur tó, at grasið og leikferðin er størsta
avbjóðingin hjá honum í donskum fótbólti.
- Størsti munurin á at spæla í Føroyum og í Danmark er
leikferðin. Tað gongur skjótari fyri seg her, og allar venjingarnar
eru harðar og góðar.
- Fyrsta tíðin hevur gingið væl. Tað kemur sjálvandi at taka tíð
at venja seg við grasi, tí at man er blivin eitt sindur forvandur við
kunstgras. Men tað er ein vanasak. Til venjingardystirnar hevur tað
gingið øgiliga væl hjá mær, so eg eri sjálvsagt spentur til kappingin
fer í gongd.
Hákun Edmundsson
Bárður J. Hansen